hava fólk í arbeiði. Harafurat hevur landsstýrið borið so í bandi, at hesar løgur verða kring alt landið, soleiðis at flest møgulig fáa inntøku frá hesum arbeiðum. Serliga legur landsstýrið dent á, at [...] hava ein búskaparligan stíg. Tí eigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at leggja størri dent á tað, hann segði á síðsta valfundinum undan seinasta valið. Og tað var at leggja orku í at økja vinnumøguleikarnar [...] býr. Tað, vit afturímóti kanska sakna í uppskotinum til fíggjarlóg, eru tankar um og uppskot um, hvussu vit meiri miðvíst økja inntøkuna hjá føroyska samfelagnum. Skulu vit hava ein sterkan og sum frálíður
SEV hevur havt sína glansperiodu, og yngri fólk hevur viðhvørt ringt við at seta prís uppá, hvussu stórt framstig tað var at fáa elveiting út um Føroya land. Alt hevur sína tíð, og seinnu árini hevur SEV [...] tíðum, har fokus er á Kyoto sáttmálan og skynsama gagnnýting av náttúruni. At sambandið millum SEV og landsins orkupolitikk ikki er so gott, er ótíðarhóskandi, og tí vildi verið nógv betur, um SEV ístaðin [...] kompetentum fólki eisini í nevndini. Okkara ynski fyri SEV á 60 ára degnum er, at kommunali stovnurin SEV skal pensionerast og við gleði líta aftur á farin avrik og eitt ríkt arbeiðslív, og at nýggja P/F SEV
somikið nógv? Hetta er ein óreingiligur veruleiki, ið sjálvt Karsten Hansen viðgongur. Mytan um tann sterka búskapin má eftir øllum at døma ikki punkterast, hóast prógvini móti hesum liggja á borðinum [...] ónsflokkur nummar eitt eftir øllum at døma fer í andstøðu. Tað verður eitt frískt lot fyri Føroya fólk, um vit kunnu fáa eitt stabilt landsstýri, uttan at stríð skal vera gerandiskostur. Ein komandi løgmaður [...] til av hondvaski. Vónandi megnar ein komandi samgonga at skapa ein góðan dialog við andstøðuna, men hvussu skal tað verða, tá formaður Tjóðveldisfloksins ikki vil viðganga, at fíggjarlógaruppskotið hjá Karsten
næmingatalið. Tekniski skúlin er í somu støðu, so her er stórur tørvur á at byggja nýtt. Verkætlanin hevur sum longu nevnt verið á veg leingi, og tað má sigast at vera illa avstað farið, at samgongan ikki [...] gar, so eiga hesar at koma á borðið, so almenningurin kann taka støðu til slíkar grundgevingar. Hinvegin hava vit ilt við at síggja, hvat skuldi verið galið við, at ung fólk úr fleiri ymiskum skúlaskipanum [...] innlýsandi, at tað er bíligari at byggja ein skúlabygnng enn tveir. Við einum depli ber til at skipa nógv felags virksemi og tað ber til at deila ymisk felags høli. Hetta má spara nógvan pening til rakstur
talu- og skrivifrælsi, at fólk spilla onnur út og baktala. Tað er vitleyst at verja lygnir og útspilling við talufrælsi. Eg eri vísur í, at varð Finnbogi Ísakson spiltur út upp á handan mátan, so hevði hann [...] var at vísa á, at Høgni fær meira og meira diktatoriskt vald í flokkinum, og at ta óhepnu - og ikki serliga dámligu - skrivingina hjá Torbjørn brúkar hann til at taka fastari um kvørkrarnar á flokkinum. [...] Mær dámar ikki gongdina. Hon minnir ov nógv um gongdina í londum eystanfyri, har bara ein maður hevði alt vald. Eg haldi tað bart út sagt vera forkastiligt, at Tjóðveldisflokkurin hevur samtykt, at tann
hava rent á tornið, tí har er heldur ongin bilaverja framvið vegnum sum forðar fyri, at bilar, sum fara útav, rena á sjálvt tornið. Seinastu árini er kravið um at fáa bøtt um ferðslutrygdina á hesum ve [...] Ferðslutrygd Tað er nú óvist um tað nógv umstrídda SEV-tornið í Øravík verður flutt. Tornið hevur staðið sera illa fyri, hvat ferðslutrygdini viðvíkur. Tað stendur beint við vegjaðaran, mitt í einum svingi [...] longri burtur frá vegnum. Ætlanin var at flyta tornið nú í heyst. Tornið friðast Men í farnu viku hava fólk varnast, at ístaðin fyri at flyta tornið, er Landsverkfrøðingurin nú farin at gera bilaverju framvið
týdning, tá tað ræður um kjak og orðaskifti. So tað skal vera okkara áheitan á loftmiðlarnar um í størri mun enn í dag at leggja dent á orðaskiftið og tá heldur brúka minni orku og pengar uppá tíðindapartin [...] rnir og serfrøðingarnir, ið domineraðu fundin, men tað var væl ikki annað enn væntað. Hetta er í hvussu er ein táttur, sum útvarpið eigur at halda fram við og betra. Serstakliga útvarp men eisini sjónvarp [...] vistu frammanundan? Bæði ja og nei. Embætismenninir góvu okkum eina mynd av einum vinnulívi, sum er nógv betur fyri enn áðrenn kreppuna og teir vissaðu opkkum um, at eingin kreppa kemur aftur í bræði. Men
Nú er møguleiki fyri, at ein føroyingur á fyrsta sinni fer at venja eitt felag í bestu deildini í einum útlandi. Í hvussu er samráðst Jens Martin Knudsen og íslendska felagið Leiftur í løtuni um nýggjan [...] kenni meg at verða til reiðar. Eg havi drúgvar royndir sum spælari, og eg havi eisini vant vaksið fólk í nógv ár. Jens Martin Knudsen hevur eisini onnur tilboð at taka støðu til í løtuni, og millum annað kann [...] íslendingarnir eru so altráðir eftir, at fáa besta spælaran í landssímadeildini seinasta kappingarár á teirra lið, at teir nú bjóða honum venjarastarvið omaná. - Tað er komið so langt, at nú stendur tað
Errare humanum est, sed perseverare turpe Man skuldi trúð, at tað var eitt mark fyri, hvussu ofta og hvussu nógv fólk kunnu blamera seg og taka feil søguliga. Men reydlingar blivu við og framtúraðu í sínum [...] málageipi, men bara fólk hildu nóg leingi á, fekst ofta eitt slag av konsensus, tí tey flestu, sum andøvdu, vóru antin avdottin, hoknaði ella rýmd. Kommunisma smakkaði enn av protest, so nógv Húsafólk lótu seg [...] rivaliserandi fínkulturelt forum, so í 1973 herjaðu ungir fusentastar við Klæminti Olsen á odda á Studentafelagið á einum rokmiklum aðalfundi og fingu Klæmint valdan til formans. Men hann fall longu árið
verð uppi á Ternuryggi, men eg hugsi um føroyska bókasavnsheimin. Føroysku bókasøvnini, sum vit øll eiga, men sum eingin vil eiga, sum eingin er góður við, tá ið gjaldast skal, men sum nógv vilja hava [...] hava ókeypis atgongd til, tá ið á stendur. Eg skal í hesum umfarinum bara taka eitt dømi fram, men harafturímóti eitt dømi, sum eg kenni væl á egnum kroppi. Eitt dømi, sum sigur mær, at tað kann ikki bera [...] ið fíggjarlógin fyri næsta ár liggur á borðinum til viðgerðar nakrar vikur seinni, er tað eingin teirra ? ikki ein einasti ein, sum lyftir fingurin upp og spyr, hvussu er vorðið við hasi bókasavnslógini