Umstrídda SEV-tornið í Øravík møguliga friðast

?Friðingarmyndugleikarnir hava fyribils forðað fyri, at tað umstrídda SEV-tornið í Øravík verður flutt. Nú er ístaðin fyri bilaverja sett upp framvið vegnum

 

Ferðslutrygd


Tað er nú óvist um tað nógv umstrídda SEV-tornið í Øravík verður flutt.

Tornið hevur staðið sera illa fyri, hvat ferðslutrygdini viðvíkur. Tað stendur beint við vegjaðaran, mitt í einum svingi. Og tað er fleiri ferðir hent, at bilar eru farnir útav í svinginum og hava rent á tornið, tí har er heldur ongin bilaverja framvið vegnum sum forðar fyri, at bilar, sum fara útav, rena á sjálvt tornið.

Seinastu árini er kravið um at fáa bøtt um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum alsamt harðnað.

Og í summar kom tað so hartil, at gjørt varð av at flyta tornið burtur frá vegnum.

SEV og Landsverkfrøðingurin samstarvaðu um ætlanina og skuldi býta útreiðslurnar, ið stóðust av at flyta tornið burtur frá vegnum. Ætlanin var at taka hetta tornið niður og at byggja nýtt torn nakað longri burtur frá vegnum.

Ætlanin var at flyta tornið nú í heyst.


Tornið friðast

Men í farnu viku hava fólk varnast, at ístaðin fyri at flyta tornið, er Landsverkfrøðingurin nú farin at gera bilaverju framvið vegnum, har sum tornið stendur.

Orsøkin til tað er, at nú er tað óvist, um tornið yvirhøvur verður flutt.

? Tá ið tað frættist, at tornið skuldi flytast, gjørdu friðingarmyndugleikarnir vart við seg og forðaðu fyribils fyri, at tornið varð flutt, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.

Hann sigur, at friðingarmyndugleikarnir skulu nú skal tað kanna, um tornið skal friðast. Og fyrenn eitt úrslit fyriliggur av teirri kanningini, verður tornið ikki flutt, sigur stjórin í SEV.

Hvussu leingi slík viðgerð tekur, vita vit ikki.

SEV hevur sjálvt ásannað, at tornið er serstakt og hevði ætlað at varðveitt tað. Av tí sama varð tað umvælt og sett í stand fyri eina fittliga upphædd fyri nøkrum árum síðani.

Tað er bygt seinast í tjúgunum av tigilsteini og hetta slagið av tornum vórðu bara bygd í Suðuroy. Men eftir at kravið um at fáa tað flutt, alsamt harðnaði, gjørdi SEV kortini av at flyta tað í heyst í samstarvi við Landsverkfrøðingin.

Men, nú friðingarmyndugleikarnir hava lagt uppí málið, hevur Landsverkfrøðingurin ístaðin gjørt av at seta bilaverju upp framvið vegnum, har tornið stendur.

Eftir, hvat vit hava fingið upplýst, er tað Fornminnisnevndin, sum hevur tikið málið um tornið upp, men tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking haðani, áðrenn blaðið fór til prentingar.