SEV hevur havt sína glansperiodu, og yngri fólk hevur viðhvørt ringt við at seta prís uppá, hvussu stórt framstig tað var at fáa elveiting út um Føroya land. Alt hevur sína tíð, og seinnu árini hevur SEV verið merkt av einum ávísum afturhaldni, og ósemjur hava verið av ymsum slag. Eisini hevur tað virkað sum ein statur í statinum, har lítið samband hevur verið milllum orkupolitikk hjá landinum og SEV. Hetta roynir SEV nú at bøta uppá við nógvum góðum hugskotum og ætlanum um meiri varandi orku og lyfti um meiri opinleika.
Hetta vísir vilja til broyting og skal leiðslan hava rós fyri tað, men spurningurin er, um tað er nóg mikið. Mátin SEV verður stýrt uppá, við kommunalpolitikarum í nevndini, er ikki altíð álitisvekjandi. Ein av Føroya tekniskt tyngstu og týdningarmestu fyritøkum eigur at verða stýrd av einari professionellari nevnd, og ikki kommunalpolitikarum.
At SEV er ein kommunalur stovnur hevði ivaleyst sínar fyrimunir fyrr í tíðini, men í 2006 sær samfelagið øðrvísi út, og orka og orkupolitikkur er í dag eitt landsmál. Ikki minst í hesum tíðum, har fokus er á Kyoto sáttmálan og skynsama gagnnýting av náttúruni.
At sambandið millum SEV og landsins orkupolitikk ikki er so gott, er ótíðarhóskandi, og tí vildi verið nógv betur, um SEV ístaðin fyri kommunalur stovnur gjørdist eitt alment partafelag, har landið er 100% partaeigari. Hetta vildi tryggjað, at man valdi eina kompetenta nevnd við ábyrgd sambært partafelagslógini, og at samband var millum orkuveitaran í Føroyum og landsins orkupolitikk.
Fyri skattgjaldaran má tað kunna gera tað sama, um tað er land ella kommunur, sum eiga SEV. Tað endar alt hjá sama skattgjaldara óansæð, og tað má bara verða eitt sindur meiri betryggjandi, um man fekk ein leiðslubygnað, sum framhaldandi tryggjaði professionellan rakstur við fakliga kompetentum fólki eisini í nevndini.
Okkara ynski fyri SEV á 60 ára degnum er, at kommunali stovnurin SEV skal pensionerast og við gleði líta aftur á farin avrik og eitt ríkt arbeiðslív, og at nýggja P/F SEV við landinum sum 100% partaeigara skal taka yvir. Hetta vildi verið eitt stórt framstig fyri føroyska streymbrúkaran og skattgjaldaran, sum eru sami bólkur. Eisini vildi hetta verið gott fyri náttúruna og eftirkomarnar, tí at landsins orkupolitikkur kemur at diktera orkuveiting og ikki øvugt, sum tað viðhvørt tykist hava verið higartil. Men tillukku til øll tey, sum virka og hava virkað innan SEV.
Sosialurin