Sjúrður og doktrinin

Finnbogi Ísakson

Páll Holm Johannesen hevði í hósdags-Sosialinum samrøðu við Sjúrð Skaale um ta ósemju, sum hevur verið í Tjóðveldisflokkinum. Har sigur hann um meg (sambært blaðmanninum):
"Eg veit snøgt sagt ikki, hvat hann meinar við. Eg eri samdur við honum í, at talu- og skrivifræls skal ráða í flokkinum, men tað skal sjálvsagt vera undir ábyrgd. Tú kanst ongantíð verja teg við talu- og skrivifrælsi, at fólk spilla onnur út og baktala. Tað er vitleyst at verja lygnir og útspilling við talufrælsi. Eg eri vísur í, at varð Finnbogi Ísakson spiltur út upp á handan mátan, so hevði hann ikki vart seg við talufrælsi. Eg haldi snøgt sagt, at hatta er groteskt av Finnboga."
Til hesi orðini hjá Sjúrði havi eg somu viðmerking, sum eg sendi einum, ið fanst at mær gjøgnum Internetið. Har svaraði eg millum annað:
Hevði tú lisið mína viðmerking nóg væl, hevði tú verið varugur við, at hon byrjaði við, at eg leggi meg ikki út í stríðið teirra mill-um. Tað, sum eg vildi við greinini, var at vísa á, at Høgni fær meira og meira diktatoriskt vald í flokkinum, og at ta óhepnu - og ikki serliga dámligu - skrivingina hjá Torbjørn brúkar hann til at taka fastari um kvørkrarnar á flokkinum. Mær dámar ikki gongdina. Hon minnir ov nógv um gongdina í londum eystanfyri, har bara ein maður hevði alt vald.
Eg haldi tað bart út sagt vera forkastiligt, at Tjóðveldisflokkurin hevur samtykt, at tann, sum mutar ímóti formanninum, er automatiskt koyrdur úr tingbólkinum. Ein sjálv-virkandi ekskluderingsparagraf. Vildu teir hava Torbjørn út, so var at sam-tykkja tað. Men tað gjørdu teir ikki. Teir fóru sniðvegir, har teir lumpaðu hann at skriva undir sín egna deyðadóm.
Annars dámar mær ikki eksklusjónir yvirhøvur. Serliga ikki, tá tað, sum í hesum førinum, ikki var talan um politiskt mál. Tað snúði seg jú ikki um, at Torbjørn hevði svikið stevnuskrá floksins, men at hann hevði fornermað Høgna Hoydal. Um neyðugt átti Høgni at farið í rættin við einum injuriumáli. Tað hevði verið mansligari.
Um tað, sum Sjurður sigur um, hvussu eg hevði reagerað í slíkari støðu, skal eg bara upplýsa, at antin hevði eg gjørt, sum skrivað stendur: Vend hin kjálkan til, ella hevði eg bara latið sum luft.