Nú er møguleiki fyri, at ein føroyingur á fyrsta sinni fer at venja eitt felag í bestu deildini í einum útlandi.
Í hvussu er samráðst Jens Martin Knudsen og íslendska felagið Leiftur í løtuni um nýggjan sáttmála, sum kann gera runavíkingin til spælandi venjara í felagnum.
Jens Martin Knudsen hevur spælt í Leiftur í tvey ár, men hann hevur í løtuni ongan sáttmála við íslendska felagið. Men íslendingarnir eru so altráðir eftir, at fáa besta spælaran í landssímadeildini seinasta kappingarár á teirra lið, at teir nú bjóða honum venjarastarvið omaná.
- Tað er komið so langt, at nú stendur tað í roynd og veru til mín, um eg vil vera venjari hjá Leiftur, sigur Jens Martin Knudsen við Ítróttar-Sosialin.
- Eg veit ikki rættiliga, um eg eri sinnaður at taka hetta stigið nú, men eg eri rættiliga freistaður til at gera tað. Hetta er nakað nýtt, men eg eri sannførdur um, at eg kann klára eina slíka uppgávu.
Ein stór avgerð
Jens Martin Knudsen hevur í samráðingunum við Leiftur tryggjað sær, at tað verður eingin trupulleiki hjá honum at halda fram á fótbóltslandsliðnum, um hann verður venjari hjá felagnum.
Sambært íslendska blaðnum DV skal fyrrverandi spælarin í Leiftur, Einar Einarsson verða hjálparvenjari. Einar var venjari hjá KA úr Akureyri í fjør og til juli mánaða í ár, tá hann segði upp.
- Tað hevði verið eitt framstig fyri føroyskan fótbólt, um vit fingu tann fyrsta føroyska venjaran til útlandið. Tað kundi kanska gjørt tað lættari hjá øðrum at gjørt tað sama, og tað hugsi eg eisini um, nú eg skal gera av, um eg skal taka av tilboðnum frá Leiftur, sigur Jens Martin Knudsen.
- Eg havi alla tíðin ætlað mær venjaravegin, men eg væntaði ikki, at eg fór at fáa kjansin so skjótt. Tað er ein heilt onnur verð, og tí er tað ein stór avgerð at taka. Eg kann ikki bara hugsa um venjingina hjá mær sjálvum, um eg verði venjari, men eg kenni meg at verða til reiðar. Eg havi drúgvar royndir sum spælari, og eg havi eisini vant vaksið fólk í nógv ár.
Jens Martin Knudsen hevur eisini onnur tilboð at taka støðu til í løtuni, og millum annað kann hann halda fram í Íslandi sum málmaður og málmansvenjari í onkrum felag.