og Marsanna gjalda prísin Og hvør er so avleiðingin av málinum? Ja, tað er ikki bara lógarbrot, valdsmisnýtsla og fullkomin vanvirðing fyri løgtingsarbeiðinum. Tað er eisini amboðið til at økja um stættarmunin [...] tingi mæla til at burturvísa málinum, tí tað er klokkureint brot á stýrisskipanina. Tí í henni stendur sjálvsagt – sum í øllum fólkaræðisligum londum – at tað er bara tingið, sum við lóg kann áleggja og broyta [...] at hetta er greitt brot á Stýrisskipanarlógina. Og at hægstirættardómurin, sum fíggjarmálaráðharrin sipar til, kann als ikki brúkast at samanbera við. Tá málið kemur til 2. viðgerð á tingi, er bara andstøðan
síðani hevði í Listaskálanum í sambandi við hálvt hundrað ára føðingardagin. Amariel er giftur Mariannu, sum eisini er ættað úr Klakvík, og sum hevur røtur á Syðradali og í Mikladali. Tey eiga tvey børn [...] í Gríms Kambansgøtu í Havnini. Amariel er sera fryntligur og fyrikomandi maður. Honum dámar væl umhvørvið niðri við sjógvin, hann hevur bát, og saman við konuni er hann viðhvørt í fjørðinum. Amariel hevur [...] við fólk. Hann er fínur eygleiðari, og hann hevur meistarliga góð evni at siga frá. Tey munnu vera so mong, sum kunnu skriva undir uppá, at tað hava verið hugnaligar løtur, tá ið Amariel er steðgaður á og
oljufeltunum, sum formliga er liðugt og yvirtikið í dag, er tað fyrsta í eini røð av ætlaðum keypum. Ætlanin við nýggju ognunum, sum keyptar eru frá Premier Oil, og komandi yvirtøkum er at skapa eitt sterkt [...] Kjartan Hoydal, ið er nevndarformaður í Atlantic Petroleum sigur, at við hesum tryggjar Atlantic Petroleum sær menningarmøguleikar og vinnuligt virksemi sum føroyskt oljufelag fram til at oljan fer at renna [...] Petroleum formliga yvirtikið loyvispartar á trimum feltum hjá bretska oljufelagnum, Premier Oil. Talan er um eitt felt, Chestnut, har royndarframleiðsla hevur verið, og um tvey feltir, Perth og Ettrick, sum
burturi í egnum einsemi. Einki er sum tað var, og tað avgerandi er hent, at havið skilir okkum ikki longur frá øðrum. Hetta er tann nýggi møguleikin í framtíðini, men er tað eisini hóttanin? Tann føroyska [...] pappírinum er burturi, tí ein delete-knappur er. Trýst á hann, so hava orðini ongantíð verið til og koma ongantíð eftir tær aftur. Eg havi havi sæð nakrar av hesum tekstunum, sum er gjørdir her hjá okkum [...] elska, ið hvussu er í fyrstu syftu? Í mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu, sum kom út herfyri, stendur, at mentan kostar. Men játtaði peningurin er ikki útreiðsla, hann er innløga. Hann er íløgan í eitt
geri nógv ymiskt. Hvussu dámar tær at vera her? - Mær dámar ógvuliga væl at vera her. Tað er ógvuliga stuttligt at arbeiða saman við teimum, sum eru her. Tað er kanska ikki so stuttligt at leggja klæðir [...] inni her. Eg havi altíð ynskt at vera her. Hevði tú kunnað hugsað tær at arbeitt her í framtíðini? - Ja. Eg vænti, at eg fari í Handilsskúla aftaná 9. flokk. So hevði eg kanska kunnað arbeitt her ella [...] Fríði Einarsson Hammer er í hesum døgum í starvslæru hjá Jack & Jones í SMS. Hann er 15 ára gamal og gongur í 9.B í Skúlanum á Argjahamri Hví valdi tú Jack & Jones? - Tí mær hevur altíð dámað klæðir. Eg
ábærar og soleiðis opnar fyri vindi. - Tað er fantastiskt at búgva her. Hetta er eitt eldorado hjá børnum, og vit hava stórtrivist her í umhvørvinum, sigur hann. Tað er eingin loyna, at Edmundi Joensen altíð [...] bæði norður eftir og niðaneftir. Her var eingin brúgv, og her var heldur eingin Norðskálatunnil, tá eg keypti húsini. Húsini á Oyrarbakka eru í dag umgyrd við trøðum, men her var ikki eitt træ, tá Edmund og [...] metrar. - So, her hevur vaksið rímiliga væl, og trøini skapa eina góða lívd í umhvørvinum. Lívdin ger eisini, at her kann gerast rættiliga heitt um summarið. Vanliga verður sagt, at tað oftast er lot í Sundalagnum
ella 30 ár afturat er sum so uttan týdning. Støðan er ikki burðardygg, men kan skoðast sum ein fella, ið kan flyta samfelagið aftur í miðøldina. Einasta loysn er at leggja um meðan tíð er til varandi orkukeldur [...] okkara. Hetta er óteljandi ferðir ført fram av vinnuumboðum. Kilowattímin er ein hin hægsti í Europa, og tað enntá uttan annað avgjald enn meirviðisgjaldið. Okkara tøki ravmagnsmáttur er tvífalt tørvin [...] frammi um hugtakið burðardygg menning, og er allarhelst neyðugt staðiliga at upplýsa hvør verunligi týdningurin er í hesum báum orðum. Upprunin til hugtakið er frá 1987 tá Brundtland -komissiónin legði
frá 1884 vesturi á Oyralag. Hesin skúlin er einasta byggjarí við statsstuðli í føroyskari søgu, har stuðulin er útgoldin loypandi undir øllum byggjarínum. Hetta er tær at takka fyri, tí Vágs Býráð slapp [...] Nørre Nissum seminarum, sum fyrsti føroyingur nakrantíð. Her bergtók tann føroyski unglingin mangan vestjyda, við sínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti hann mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag [...] tí tað var jú ógjørligt at koma heim til Føroyar, aftaná at Tjaldrið var farið. Her vísti pabba enn einaferð, at onki er ógjørligt. Heim við sær frá Nørre Nissum tóku mamma og pabba ikki bert lesnaðin
Suðuroy. - Tað er týðiligt, at eftirspurningurin eftir húsum í Suðuroy er vaksin, serliga á Tvøroyri, men annars í øllum bygdum, sigur hon. Hon sigur, at tað er í hesum árinum, at gongd aftur er komin á se [...] tað er nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur elvt til størri bjartskygni í Suðuroy. Annars hevur tað verið rættiliga friðarligt á sethúsamarknaðinum í Suðuroy, men tað er týðiligt, at nú er broyting [...] - Men tað er eisini ein sannroynd, at fólk eru varnari í dag, enn tey hava verið og at tey hugsa seg serliga væl um, áðrenn tey binda seg til eina so stóra útreiðslu, sum eitt húsakeyp er. Stjórin í Inni
boraður á sumri ár 2001, eftir at fleiri kanningar og analysur er gjørdar fyri at finna besta staðið at seta borin í. -Um so er, at eydnan eisini er við okkum, og olja verður funnin í hesi fyrstu boringini - [...] Ikki at vilja váða nakað er kanska tann størsti vágin av øllum. Hugaligt við prísvøkstrinum Norski leitistjórin sigur annars við Sosialin, at tað er hugaligt, at prísurin nú er hækkaður aftur, og hann dylur [...] Nevndin í felagnum er sostatt tann sama. Kjartan Hoydal er nevndarformaður, og hinir nevndarlimirnir eru: Poul Mohr, Mortan Johannessen, Óli Hammer og Peter Even Djurhuus. Stjóri í felagnum er Wilhelm Petersen