Føroysk oljuvinna tikið seg upp á bretskum havøki

Føroyska oljuvinnan var inngongdin hjá P/F Atlantic Petroleum til bretsku oljuvinnuna, sigur Wilhelm Petersen stjóri í P/F Atlantic Petroleum, sum í dag formliga yvirtók loyvispartarnar, føroyska oljufelagið keypti á bretskum havøki í juli mánaði. P/F Atlantic Petroleum hevur nú eitt bein hvørjumegin markið

Føroyska oljuvinnan var lopfjølin hjá P/F Atlantic Petroleum inn í bretsku oljuvinnuna, har felagið nú kann mennast fíggjarliga og førleikamennast sum liður í víðari fyrireikingunum til komandi virksemi á føroyskum oljuøki.
Føroyska oljufelagið hevur miðvíst brúkt føroyska leitiloyvið at finna hóskandi vinnumøguleikar uttan fyri Føroyar. Leitiloyvið í Føroyum hevur givið felagnum neyðuga trúvirði til at gerast partur av oljuvinnuni úti í heimi, og í dag hevur P/F Atlantic Petroleum formliga yvirtikið loyvispartar á trimum feltum hjá bretska oljufelagnum, Premier Oil.
Talan er um eitt felt, Chestnut, har royndarframleiðsla hevur verið, og um tvey feltir, Perth og Ettrick, sum verða útbygd í næstum og knýtt upp í framleiðslupallar. Dótturfelagið hjá P/F Atlantic Petroleum, sum nevnist Atlantic Petroleum UK Ltd., og Premier Oil undirskrivaðu keyps- og søluavtalu í juli í ár treytað av góðkenning frá bretska vinnumálaráðnum, DTI, og feløgunum, sum eru við í ymisku samtøkunum. Allar góðkenningar eru nú fingnar til vega, og sostatt hevur føroysk oljuvinna fingið fótin fastan á bretskum havøki.
- Vit hava nú eitt bein hvørjumegin markið og kunnu útvega okkum royndir í Bretlandi, sum kunnu brúkast í Føroyum, tá meira ferð aftur kemur á føroysku oljuvinnuna. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at búnast í altjóða umhvørvi, so vit eru betur førir fyri at taka við avbjóðingunum, sum koma á oljuøkinum bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í P/F Atlantic Petroleum.
Kjartan Hoydal, ið er nevndarformaður í Atlantic Petroleum sigur, at við hesum tryggjar Atlantic Petroleum sær menningar-møguleikar og vinnuligt virksemi sum føroyskt oljufelag fram til at oljan fer at renna úr fundinum í Føroyum.
Fimm milliónir føt
Avtalan millum føroyska oljufelagið og Premier Oil ber í sær, at P/F Atlantic Petroleum eigur gott fimm milliónir føt av olju í bretskum umráði. Tað er gott tvær ferðir árligu oljunýtsluna hjá øllum Føroyum. Tá framleiðslan frá hesum feltum verður upp á sítt hægsta, fer hon at geva P/F Atlantic Petroleum góð 3.000 føt um dagin. P/F Atlantic Petroleum skal gjalda Premier Oil 4,2 milliónir pund nú - tað eru umleið 45 milliónir krónur - og tá ið Perth, Chestnut og Ettrick fara undir framleiðslu skulu upp í 3 milliónir pund rindast afturat - tað eru umleið 32 milliónir krónur.
P/F Atlantic Petroleum eigur í samvinnu við Premier Oil frammanundan part í einumtveimum leitiloyvumi - P.1027 og P.1029, ið liggjaur á bretskum øki upp at føroyska markinum. Harumframt eigur P/F Atlantic Petroleum part í einum leitiloyvi á føroyskum øki, har fundið, "Marjun", varð kunngjørt í novembur 2001.
Enska dótturfelagið, Atlantic Petroleum UK Ltd., ið varð stovnað á vári 2002, og sum hevur skrivstovu í London, skal reka øll loyvir á bretskum øki.
Keypið av oljufeltunum, sum formliga er liðugt og yvirtikið í dag, er tað fyrsta í eini røð av ætlaðum keypum. Ætlanin við nýggju ognunum, sum keyptar eru frá Premier Oil, og komandi yvirtøkum er at skapa eitt sterkt føroyskt oljufelag, sum javnvigar ímillum leitiøki, øki undir útbygging og framleiðandi øki. P/F Atlantic Petroleum er í løtuni í endaligum samráðingum við feløg um keyp av framleiðandi oljufeltum.
Fakta um feltini
P/F Atlantic Petroleum eigur 3,75% av Perth, sum liggur í teigi 15/21, nærhendis framleiðandi feltun-um, Scott og Telford. Perth-feltið varð funnið í 1992. Feltið verður ætlandi útbygt næstu árini og knýtt upp í ein framleiðandi pall har á leiðini.
P/F Atlantic Petroleum eigur 15% av Chestnut í teigi 22/02. Chestnut liggur tætt við feltini Alba, Brita-nia og Andrew. Chestnut-feltið varð funnið í 1986. Í 2001 varð ein sokallað "Extended Well Test" framd, har royndarframleitt varð frá feltinum í 4 mánaðir við sera góðum úrsliti.
P/F Atlantic Petroleum eigur 8,27% av Ettrick-feltinum, og 11,03% av teigi 20/2 uttan fyri Ettrick-feltið. Ettrick varð funnið í 1981og hevur verið mett ov lítið til eina sjálvstøðuga útbygging. Men av tí at stóra fundið, Buzzard, verður útbygt nærhendis, verða flutningsmøguleikar av Ettrick-feltinum í 2006. Yvirtøkurnar í dag bera í sær, at P/F Atlantic Petroleum nú er í seks samtøkum, sum telja tilsamans 11 ymisk altjóða oljufeløg.


Fleiri upplýsingar um keypið fáast við at venda sær til:

Wilhelm Petersen, stjóri
P/F Atlantic Petroleum
Gongin 10
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Telefon +298 350100, Fax +298 350101
Heimasíða: www.petroleum.fo
Teldu postur: petroleum@petroleum.fo