Tað var í 1964, at Edmund Joensen keypti húsini, ið gjørdust heimið hjá honum og konuni, Edfríð, sum giftust í 1966.
- Hetta vóru upprunaliga eini lítil hús, einar 50 fermetrar, sum vit bygdu út, bæði norður eftir og niðaneftir. Her var eingin brúgv, og her var heldur eingin Norðskálatunnil, tá eg keypti húsini.
Húsini á Oyrarbakka eru í dag umgyrd við trøðum, men her var ikki eitt træ, tá Edmund og Edfríð settu seg niður her.
- Vit plantaðu fyrstu trøini her í 1992, og vit hava bæði havt stóran áhuga fyri vøkstri. Ein stóran part av arbeiðnum hava vit gjørt sjálvi, men vit hava eisini havt fólk at hjápa okkum.
Edmund Joensen sigur, at størstu trøini í garðinum í dag eru hægri enn seks metrar.
- So, her hevur vaksið rímiliga væl, og trøini skapa eina góða lívd í umhvørvinum. Lívdin ger eisini, at her kann gerast rættiliga heitt um summarið. Vanliga verður sagt, at tað oftast er lot í Sundalagnum, men trøini gera, at her hjá okkum er sum oftast lívd.
##med2##
Edmund Joensen heldur, at føroyingar saktans kundu gjørt meira við at planta trø - eisini við tí endamáli at skapt størri lívd ímóti teimum ættum, sum eru ábærar og soleiðis opnar fyri vindi.
- Tað er fantastiskt at búgva her. Hetta er eitt eldorado hjá børnum, og vit hava stórtrivist her í umhvørvinum, sigur hann.
Tað er eingin loyna, at Edmundi Joensen altíð hevur dámt væl at farið á flot, og í dag hevur hann ein lítlan bát á 18 føtur við viðfestimotori.
- Mær dámar ógvuliga væl at fara út í sundið við tráðu ella hondsnellu við teini undir, og her fæst ofta væl av fiski til húsbrúks. Onkur flennur og spyr, hví størsti maður í økinum hevur minsta bátin, men hetta er tað, eg havi brúk fyri, sigur Edmund Joensen.












