Nógv bíligari at keypa hús í Hav

SETHÚSAPRÍSIR Seinastu fýra árini er tað nógv bíligari at keypa sethús í Havn. Húsaseljari sigur, at fleiri orsøkir eru til gongdina

Nógv bíligari at keypa hús í Hav
Seinastu fýra árini eru sethúsaprísirnir í Havn nógv lækkaður.
Tað vísir uppgerðin, sum Eik Banki hevur gjørt yvir gongdina í sethúsaprísinum í Føroyum.
Uppgerðin vísir, at fyrst í 2008 kostaðu eini hús í Havn góðar 2,127 millión krónur í miðal, men hendan annan ársfjórðing í ár fóru eini hús í Havn fyri góðar 1.757 krónur í miðal.
Gongdin vísir, at hesi seinastu árini eru prísirnir alsamt falnir, sum heild, tó at stórur munur er frá ársfjórðingi til ársfjórðing.
Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni, Inni, ásannar, at húsaprísirnir eru nógv falnir, seinastu árini.
Í 2007 komu prísirnir upp á heilar 2.525 milliónir í miðal fyri eini sethús í Havn.
Men Kára á Dunga heldur ikki, at vit skulu brúka 2007 sum fyrimynd, tí tað árið mólu samfelagshjólini rættiliga skjótt og allir prísir vórðu skrúvaðir upp á eitt óvanligt stig.
Hon staðfestir, at tað er rættiliga stórur munur á húsaprísunum frá ársfjórðingi til ársfjórðing.
Men kortini ásannar hon, at í dag eru eini sethús í Havn sum heild einar 130.000 krónur bíligari enn tey vóru í 2008, tá ið støðan ikki varð so uppskrúvað longur.

Varsemi
Kára á Dunga sigur, at tað eru nógvar orsøkir til gongdina í sethúsaprísirnir.
- Tað skerst ikki burtur, at peningastovnarnir ansa betri eftir, hvørji lán teir lata, eisini til sethúsakeyp.
- Men tað er eisini ein sannroynd, at fólk eru varnari í dag, enn tey hava verið og at tey hugsa seg serliga væl um, áðrenn tey binda seg til eina so stóra útreiðslu, sum eitt húsakeyp er.
Stjórin í Inni sigur, at hetta er í fullum samsvari við útsøgnina hjá stjóranum í landsbankanum herfyri, har hann segði, at fólk vóru ikki so glaðbeint at brúka pengar í hesum døgum, men settu teir heldur í bankan, ella tey rindaðu skuldina niður.
Men eitt, sum eisini ávirkar prísin nógv, er hvørji sløg av húsum eru til sølu.
- Onkrar ársfjórðingar hava vit havt nøkur stór og dýr hús til sølu og tað sæst aftur í tølunum.
Aðrar ársfjórðingar, hava vit havt nógv bílig hús til sølu, og tað dregur miðalprísin niður.
- Nettupp hendan seinasta ársfjórðingin hava vit havt nógv bílig hús til sølu og tað er orsøkin til stóra fallið í prísunum seinna ársfjórðing í ár.
Men hetta eru mangan hús, ið hava ábøtur fyri neyðini og tá ið tey so eru liðug umvæld, kosta tey sum eini vanlig hús.

Hugburðsbroyting
Kára á Dunga ivast heldur ikki í, at alt prátið um alternativa íbúðarbyggin, lutaíbúðir, leiguíbúðir og eigaraíbúðir, hevur sína ávirkan.
Hon heldur, at fólk eru eitt sindur afturhaldin við at keypa hús, tí tey bíða eftir hesum nyggju íbúðunum, ið koma skulu.
- Vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki um hesar nýggju íbúðirnar. Tað er ofta frá eldri fólki, sum eiga hús, men sum hava hug at selja fyri at fáa sær okkurt minni og bíligari at búgva í.
Kára á Dunga hevur lagt merki til eina týðiliga hugburðsbroyting hjá eldra ættarliðnum, tí nú er rákið tann vegin, at tey vilja heldur hava ein minni bústað, sum er lættur at halda, heldur enn eini stór sethús.
Men so skerst heldur ikki burtur, at tað eru fleiri fólk, sum flyta av landinum enn tað eru fólk, sum flyta til Føroya.
Stjórin í Inni ásannar, at alt hetta tilsamans hevur ta ávirkan, at útboðið av húsum til sølu væl størri enn tað tað hevur verið og so falla prísirnir.
- Tað er ikki so nógv kappbjóðing um húsini, sum tað hevur verið, sigur Kára á Dunga.
- Kappbjóðingin trýstir prísin upp, men nú eru tað ofta ikki meiri enn ein ella tveir keyparar, sum bjóða upp á eina ogn.
Blomstrar í Suðuroy

Hóast sethúsaprísirnir í Havnini eru falnir nógv, hava teir verið meiri støðugir á bygd.
Men Kára á Dunga, stjóri í meklaravirkinum, Inni, hevur týðiliga lagt til merkis, at stór framgongd hevur verið á sethúsamarknaðinum í Suðuroy.
- Tað er týðiligt, at eftirspurningurin eftir húsum í Suðuroy er vaksin, serliga á Tvøroyri, men annars í øllum bygdum, sigur hon.
Hon sigur, at tað er í hesum árinum, at gongd aftur er komin á sethúsasøluna í Suðuroy.
Sjálv ivast hon ikki í, at tað er nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur elvt til størri bjartskygni í Suðuroy.
Annars hevur tað verið rættiliga friðarligt á sethúsamarknaðinum í Suðuroy, men tað er týðiligt, at nú er broyting komin í, leggur hon afturat.

Ringt at siga

Tað er torført at siga nakað um, hvussu gongdin verður í sethúsaprísinum hesa næstu tíðina.
Tað heldur Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni, Inni.
- Vit eru í einum slagi av royndarári. Nýggj lóg er komin um sethúsasølu og brúkavernd í sambandi við húsasølur og sostatt eru treytirnar til seljara, keypara og meklara, munandi broyttar.
- Tískil er ikki til at siga, hvussu gongdin verður.
Hinvegin kunnu vit staðfesta, at bankarnir eru varnari at læna til húsabygging og seta harðari krøv til eginfígging.
- Vit kunnu so eisini staðfesta, at hetta síðsta árið eru húsahandlarnir munandi øktur í tali, so eg haldi, at fólk eru bjartskygdari.
Men hon heldur so eisini, at nógv veldst um, hvussu verður við øllum tosinum um alternativa bústaðarbygging, tí tað kann fáa stóra ávirkan á marknaðin.
Men so leggur hon eisini afturat:
- Men nú sigst einaferð enn, at oljan er á veg, so eg veit ikki…..