várframsýningarnar. Jóna giftist í 1970 við Ingolfi Rasmussen úr Søldarfirði. Hann er sjómaður, og í mong ár var hann nógv avhildin trolaraskipari í Grønlandi. Í 1971 fluttu Jóna og Ingolf til Pamiut ella Frederikshåb [...] av ellivu málsligum studentum í Hoydølum í 1966 átta dreingir og tríggjar gentur. Síðani lærdi hon til laborant á Landssjúkrahúsinum og í Keypmannahavn. Jóna arbeiddi eitt skifti sum laborantur. Men nógvu [...] altíð spælt upp á guitar og onnur streingjatól. Nógvu tey seinastu árini hevur hon serliga havt tokka til tvørfloytuna, sum hon eisini hevur spælt upp á í Føroya Symfoniorkestri. Hon syngur í sangkórinum í
verið fyrst í 1880 ´unum og seldi síðan húsini til Ábraham við Stein. Tá hevði hann bygt nýggj hús uppi á Fløtti og tey eru ikki til longur. Hann giftist við Elsebeth Cathrinu Horn úr Oyndarfirði. Hina [...] hava vit til felags. Pápi mín og Eivind vóru systkinnabørn. Abbi Eivind í faðirætt kallaðist Petur. Hann var funningsmaður, pápi hansara Jóhan Petur Poulsen var úr Tarti í Oyndarfirði, og giftist til Funnings [...] víðari til mín, ella til onnum meðan eg lurtaði, og fast situr tað í minninum. Tað sást næstan líka mikið hvar tú var staddur í bygdini, tá íð Mýe-Anna var á veg úr Garðamørk og heim í Hálvmørk at til handils
umlætting var ikki serliga kend á okkara leiðum. Katrin Dahl og Erna vendu sær til táverandi borgarstjóra Poul Michelsen og mæltu til at lata eitt umlættingarheim upp. Stutt eftir fingu vit heimið hjá “Chr. [...] fyri fleiri Alfa skeiðum. Stundum er Erna at hoyra í Lindini. Erna giftist í 1974 við Preben Hansen ið er dani. Tey fluttu stutt eftir til Føroya og hava búð her síðani. Tey eiga børnini Høgna og Maiken. [...] Projektleiðari av verkætlanini “Dalalon”, sum er dagtilhald fyri minnisveik. Alzheimerfelagið tók stig til hetta projekt og Erna hevur verið nevndarlimur í Alzheimerfelagnum, síðani tað varð stovnað. Í 80unum
men so sanniliga eisini ein rættur javnaðarmaður. Hann var føddur 11. febr. 1946, og varð hann borin til seinasta hvíldarstaðið júst henda sama dag 77 ár seinni. Hann var sonur Magnus Samuelsen úr Havn og [...] arbeiðsstað øll árini - Kommunuskúlin í Havn. Johan tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969. Johan giftist við Johannu f. Clementsen úr Elduvík. Tey fingu trý børn Berg, Biritu og Magnus. Tá Johan var í [...] allarbestu árum, rakti sjúka hann so meint, at hann misti kropsliga førleikan og var síðan bundin til at sita í koyrtistóli. Tá var Johan bert 32 ára gamal. Men hetta slóð hann ikki út, tí hann valdi heldur
virka í landinum. Í februar í ár fluttu tey til eina bygd 250 km norðan fyri Manila, har tey hava ábyrgdina av upplýsing og kunning til trúboðarar, sum eru farnir til aðrar ættarbólkar á Filipsoyggjunum, ið [...] , tá hann kom heim aftur til Føroyar. Skúlin byrjaði í august 1974. Tá Ragnar skuldi í summarfrí í 1975, sá hann eina lýsing á skúlanum, har søkt var eftir fólki at hjálpa til at byggja eini hús hjá einum [...] hann av, at tað var eina slíka uppgávu, hann vildi brúka lív sítt til. Ragnar gjørdi seg síðan lidnan við skúlan í USA og kom heim aftur til Føroya á jólum í 1975. Í januar 1976 fór hann á ein venjingarskúla
hana rósa Jens Marius Poulsen, at vera til hjálp um okkurt var áfatt. Jú, Vilhermina plagdi at taka skemtandi til, at eingin doyr av arbeiði. Sum 20 ára gomul giftist Vilhermina við Jóhannis Thomsen, pápi [...] fór eg ofta til hansara at biða hann, tildømis, knýta mær pilkin undir tráðuna. Jú, eg minnist hann, sum eitt gott fólk, og var hann sera barngóður. Eg minnist hann, síni síðstu ár ganga til Guðsorð í Betania [...] Betania, eisni til hvørt bønarmøti. Jóhannis doyði 71 ára gamal, eftir at hann kom til skaða á gamalsaldrinum. Friður verður við minninum um verforeldur míni. .... Gerhard
dag. Í 1928 fór Karl Jákup at læra til motorpassara. Hetta hevði pápin mælt honum til, áðrenn hann fór sín seinasta túr, og hesum vildi hann fylgja. Karl Jákup giftist í 1931 við Elisabeth, dóttir Poul [...] fisk hjá Sofus Debes. Hann fekk her góðar royndir at hagreiða fisk, og kom hetta honum til góðar, tá hann seinni fór til skips. Fyrsta skipið, Karl Jákup var við, var ”Star of Hope”, sum var deyðsiglari, og [...] eitt drúgt lív á sjónum, og hann sigldi heilt fram til 1958. Tá fór hann at arbeiða veg, fyrst á vegnum millum Funning og Gjógv og síðan á Oyggjarvegnum, til hann náddi pensjónsaldur. Aftaná róði hann út,
fosturbeiggjanum Ingvard Eliasen. Tey høvdu eitt gott og trygt heim. Jona fór til Danmarkar í 1954, har hon sum sjúkrasystranæmingur kom til Nykøbing S og bleiv gift við Sigvaldi Andersen pleygara, og saman fingu [...] nógv ár og í flakavinnuni til tað steðgaði fyrst í 90-unum. Hon hevur ikki lagt stilt, nei minni enn so. Hon ger knettini heima við hús. Tað fer maður av húsi hvønn mánamorgun til Haraldsen at keypa knettir [...] knettir. Aktiv er hon í Pensionistafelagnum, gongur til Dagtilhaldið í Luffustovu hvørja ferð og í Felagslonina til sjavskappingar, bingo, møtir væl upp og sera tíðliga. Í september 1948 tóku foreldrini hjá
eisini fyri hjá henni at hekla, binda og annars alt til hendurnar. Seinni fluttu tey til Vágs at búgva. Jens var til skips og Hanna arbeiddi í handli. Síðst í 50-unum fekk Jens arbeiði í Mjørkadali, tá var [...] úr Hovi og Johan A. Toftum úr Vági. Hon giftist við Jens Lisberg úr Fámjin. Sum nýgift búðu tey í Fámjin, har Hanna luttók í bygdasamfelagnum, hon gekk t.d. til neyta og fekst við tøting. Væl lá eisini [...] í mong ár í nevndini í Færøernes Ulykkeforsikringsråd, har hon saman við øðrum tók støðu til hjálparveitingar til sjúk og brekað. Har kom tað væl við hjá henni, at hon kendi so nógv fólk kring landið. Tað
drongur fór Andrew til Klaksvíkar at ganga í millumskúla, har hann búði hjá systur síni Didduni, ið var gift við Niels Vang. Tá hann var liðugur at ganga í skúla í Klaksvík, fór hann til Havnar á preliminærskúla [...] róðu út, so mangan var hann á keiini til langt út á náttina, og tíðliga á morgni bleiv hann útpurraður, tí útróðrarmenninir skuldu hava útgerð, áðrenn teir fóru til útróðrar aftur so sum agn, húkar nylon [...] ið líkindi ikki vóru at fara til útróðrar, var handilin eitt savningarstað fyri bygdarmenninar, har tey nýggjastu tíðindini vóru havd á lofti, og mangar søgurnar sagdar til langt út á kvøldið. Í 1970 yvirtók