Foreldrini hjá Andrew vóru Johan Thomsen úr Gloppinum í Fámjin og Anna, fødd Djurhuus, úr Skemmuni í Porkeri.
Har var nógv at takast við, bæði við seyði, neytum, hoygging og torvarbeiði, so longu frá barni av, visti hann, hvat tað var at arbeiða.
Sum hálvvaksin drongur fór Andrew til Klaksvíkar at ganga í millumskúla, har hann búði hjá systur síni Didduni, ið var gift við Niels Vang. Tá hann var liðugur at ganga í skúla í Klaksvík, fór hann til Havnar á preliminærskúla.
Eftir lokna skúlagongd kom Andrew suður aftur og fór at arbeiða sum skrivstovumaður hjá Diasi í Vági. Hetta arbeiðið røkti hann, til hann í 1953 tók yvir handilin, sum pápi hansara hevði í Porkeri. Skemmuhandilin var úthandil hjá Garðamonnunum. Garðamennirnir keyptu fiskin frá útróðrarmonnunum í Porkeri, so tá Andrew var liðugur í handlinum fór hann á keiina at viga fisk. Nógvir vóru bátarnir, ið róðu út, so mangan var hann á keiini til langt út á náttina, og tíðliga á morgni bleiv hann útpurraður, tí útróðrarmenninir skuldu hava útgerð, áðrenn teir fóru til útróðrar aftur so sum agn, húkar nylon, lodd og bensin.
Tá ið líkindi ikki vóru at fara til útróðrar, var handilin eitt savningarstað fyri bygdarmenninar, har tey nýggjastu tíðindini vóru havd á lofti, og mangar søgurnar sagdar til langt út á kvøldið.
Í 1970 yvirtók Andrew handilin frá Garðamonnunum, og helt hann á í samfull 50 ár, til hann gavst í 2003, og tann tá 105 ára gamli handilin bleiv stongdur, sum tann seinasti av teim gomlu handlunum í Porkeri. Tá var Andrew 78 ára gamal.
Í 1950 giftist Andrew við Fridu, f. Olsen úr Vági, dóttir Metu og Palla Olsen í Toftalíð. Saman settu tey búgv í Porkeri, og eiga tey 4 børn: Johan, tvíburðarnir Annu og Metu og Jónhild. Johan býr í Danmark, Anna býr í Porkeri og er gift við Lars Djurhuus, Meta býr í Tórshavn og er gift við Hans av Fløtum, somuleiðis býr yngsta dótturin Jónhild í Tórshavn og er gift við Brian Rasmussen.
Andrew eigur 12 abbabørn og 3 langabbabørn.
Andrew hevur verið hollur stuðul í samkomuni "Betania" í Porkeri, har hann er virkin sum organistur, og hevur hann verið tað frá ungum árum av. Trúfastur hevur hann verið í hesum arbeiði, og vil Harrin løna honum fyri tað.
Tað, sum hevur eyðkent systkini í Skemmuni, er góða samanhaldið, og hava tey altíð tosað við virðing um hvørt annað. Av teimum 10 systkjunum hjá Andrew eru 4 á lívi: Sigrid, ið býr í Porkeri, Astrid, Elsa og Hansemann, ið búgva í Tórshavn.
Andrew hevur stóran alsk til tónleik, og hevur sangur og spæl verið ein stórur partur av lívi hansara. Tað er ikki dagur, har hann ikki situr við klaverið og syngur og spælir, og dámar honum sera væl at læra seg nýggjar sangir og løg. Sjálvur hevur hann gjørt fleiri løg, og hevur týtt og yrkt onkrar sangir.
Gestablídni hevur eyðkent heimið hjá Andrew og Fridu, og eru tað mong, bæði úr Føroyum og uttanlanda sum hava notið gott av teirra gestablídni.
80 ára føðingardagin vóru Andrew og Frida saman við børnum/svigarsynum og barnabørnum.
Mynd
Andrew saman við konuni Fridu










