Foreldrini hjá Jónu vóru Pavla og Jens Guttesen, sum bæði vóru havnarfólk. Tey bygdu úti í Grønlandi, og Jóna vaks upp í Torfinsgøtu. Børnini hjá Pavlu og Jens eru Jóna (1946), Katrin (1947), Gunrið (1950) og Jens Christian (1955).
Jóna var ein av ellivu málsligum studentum í Hoydølum í 1966 átta dreingir og tríggjar gentur. Síðani lærdi hon til laborant á Landssjúkrahúsinum og í Keypmannahavn. Jóna arbeiddi eitt skifti sum laborantur. Men nógvu tey seinastu árini hevur tað serliga verið listin, sum hon hevur verið upptikin av.
Jóna hevur gjørt skulpturar, teknað og málað við olju. Serliga hevur hon fingist við grafikk. Heima við hús hevur hon væl útgjørdan verkstað, og hon fylgir væl við í nýggju tøknfrøðisligu møguleikunum, sum alla tíðina taka seg upp innan grafikkin.
Í Myndlist í Føroyum, sum kom út í 2000, sigur Bárður Jákupsson um Jónu, at hon er tann í Føroyum, sum hevur fingist eina mest við grafisku listina og serliga metal grafikkin. Fyri seks árum síðani varð hon í hesi bókini søgd at vera fjølbroytin og leitandi.
Hóast Jóna so at siga altíð hevur verið upptikin av listini, og hevur teknað og málað, so var tað lutfalsliga seint, at hon fór at sýna fram alment. Tey seinnu árini hevur hon verið rættuliga virkin.
Síðani 1990 hevur hon sýnt fram á ólavsøkuframsýningini og várframsýningini, hon hevur havt og verið við í framsýningum í smiðjuni í Lítluvík, Norðurlandahúsinum og í Listarskálanum, har hon í 1999 einsamøll hevði stóra framsýning. Uttanlands hevur Jóna saman við øðrum sýnt fram á fleiri støðum í Keypmannahavn, Helsingør, Hirtshals, í Sønderjyske Kulturcenter sum var í Vojens, í Kolding, í Arendal, í Baltikum og í Reykjavík.
Jóna undirvísir í grafikki í kvøldskúlanum, hon er nevndarlimur í LISA, og hon hevur fleiri ferðir verið í upptøkunevndini í sambandi við várframsýningarnar.
Jóna giftist í 1970 við Ingolfi Rasmussen úr Søldarfirði. Hann er sjómaður, og í mong ár var hann nógv avhildin trolaraskipari í Grønlandi. Í 1971 fluttu Jóna og Ingolf til Pamiut ella Frederikshåb, sum tað áður varð nevnt, at búgva, og har vóru tey í eini sjey ár. Síðani hava tey búð í Torfinsgøtu. Ingolf hevur siglt, og at hann umframt at fáa fisk eisini hevur góðar gávur at hugna um sæst bæði uttandura og innandura í snotuliga heimi teirra.
Jóna og Ingolf eiga tvey børn. Jens Pauli er føddur í 1971, og Sigrið er fødd í 1975.
Jóna er runnin av musikalskari rót. Hon hevur altíð spælt upp á guitar og onnur streingjatól. Nógvu tey seinastu árini hevur hon serliga havt tokka til tvørfloytuna, sum hon eisini hevur spælt upp á í Føroya Symfoniorkestri. Hon syngur í sangkórinum í Ebenezer og í trible trioini. Í morgun var vakur sangur at hoyra uttanfyri hjá Jónu og Inglofi. Tá ið hon fyrstu ferð sá dagsins ljós fyri seksti árum síðani, var stórkavi, og aftur í morgun var foldin hvít.
Í kvøld er opið hús í Torfinsgøtu 42.