Karl Jákup Sigvardsen 102 ár

Í gjár, 27.februar, fylti Karl Jákup Sigvardsen frá Gjógv 102 ár.

Hetta er ein kempualdur. Hóast nokk so nógv fólk gerast 100 ár nú á døgum, eru tey fá, sum røkka upp um hendan aldurin. Men Karl Jákup er so ein. Tað sama gjørdi mamma hansara Drikka á Fløtti, sum gjørdist ikki minni enn 105 ár.
 
Pápi Karl Jákup var Petur Jákup á Fløtti. Hann var giftur tvær ferðir, og Karl Jákup er sonur í tí seinni giftu.
 
Karl Jákup kom tíðliga at gera nakað til nyttu. Undir 1. heimsbardaga var nógvur fiskur at fáa, og tá var brúk fyri hvørjari hond. Tískil fór Karl Jákup longu sum 11 ára gamal at arbeiða fisk hjá Sofus Debes. Hann fekk her góðar royndir at hagreiða fisk, og kom hetta honum til góðar, tá hann seinni fór til skips.
 
Fyrsta skipið, Karl Jákup var við, var  ”Star of Hope”, sum var deyðsiglari, og sum Kristian á Fløtti við Gjógv førdi. Her var hann við í 1921 og 1922. Í 1923-25 var hann við ”William Stephansson”, og her var hann saman við Hans Jacob Højgaard, sum seinni gjørdist kendur tónasmiður. Karl Jákup hevði eitt drúgt lív á sjónum, og hann sigldi heilt fram til 1958. Tá fór hann at arbeiða veg, fyrst á vegnum millum Funning og Gjógv og síðan á Oyggjarvegnum, til hann náddi pensjónsaldur. Aftaná róði hann út, tá tað lá fyri, og hann var annars virkin upp í ellisár.
 
Karl Jákup hevur upplivað so nógv, sum kann upplivast í einum lívi. Stórt sæð alla menning hevur hann sæð. Men ikki minst hevur hann upplivað lívsins álvara, og hvussu nógv tilveran er broytt hjá fiskimonnum og fólki yvirhøvur.


Soleiðis vildi lagnan tað, at stóð tað til hann sjálvan hevði hann gingið burtur 15 ára gamal. Í desember 1919 hevði hálvbeiggi Karl Jákup saman við Kjølbro keypt sluppina ”Kristinu”. Teir fóru avstað á vári 1920, og við vóru pápi, beiggi og hálvbeiggi Karl Jákups. Sjálvur var hann eisini altráður at sleppa við, men pápin fekk tosað hann frá tí. Skipið hvarv við mann og mús og eftir sat mamman sjálv sjeynda í húsi.
 
Tað, sum nú ráddi um, var at halda húsinum uppi, og her kom álitið at liggja á Karl Jákupi, sum nú gjørdist maðurin í húsinum og mátti gera alt tað arbeiðið, sum annars hevði ligið á pápanum.  Hetta er alt umstøður, sum tað er ringt at ímynda sær í dag.
 
Í 1928 fór Karl Jákup at læra til motorpassara. Hetta hevði pápin mælt honum til, áðrenn hann fór sín seinasta túr, og hesum vildi hann fylgja.
 
Karl Jákup giftist í 1931 við Elisabeth, dóttir Poul Johannes í Bø. Tey fingu tríggjar dreingir, ið allir gjørdust lærarar.  Í næstu ættarliðunum er væl komið burtur úr. Í 2004 gjørdist hann innan 3 vikur langabbi at 5 børnum, tvíburðum og trýburðum.
 
Karl Jákup búði heima til hann var 99 ár. Síðan tá hevur hann búð á røktarheiminum í Runavík, har Malfrid og  Andrias í Tarti nú eisini búgva.
 
Karl Jákup hevur sítt fulla skil, og tað hevur verið undirritaða ein fragd at hitta henda fróðarmann.
 
Tað ber til at lesa meira um Karl Jákup á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo
www.fiskimannafelag.fo, blað nr. 336.
 
Ynskt verður hjartaliga tillukku við teimum 102 árunum!
 
ó.