Doretha er dóttir Malenu og Hans Martin Eliasen í Heimustovu við Gjógvará í
Fuglafirði. Hon vaks upp og traðkaði sínar barnaskógvar í Gjógvarátúni saman
við yngru systrini Jonu og fosturbeiggjanum Ingvard Eliasen. Tey høvdu eitt gott
og trygt heim. Jona fór til Danmarkar í 1954, har hon sum sjúkrasystranæmingur kom til
Nykøbing S og bleiv gift við Sigvaldi Andersen pleygara, og saman fingu
tey trý børn, Hans Olaf, og tvíburarnar Lenu og Niels. Jona býr enn í Danmark.
Ingvard kom í húsið at vera sum 14 ára gamal frá ommu og abbanum í
Heimistovu, sum hann hevði búð hjá.
Doretha fór sum flestu ungar gentur tá í tíðini út at tæna í fleiri húsum og at
passa konur upp. Í 1943, 44 og 45 var hon á Tvøroyri og tænti hjá Emilju
og Albert á Sentralinum. Tað hava verið góðir dagar hjá henni, hon tosar
altíð so nógv um tað.
18. desember 1948 giftist Doretha við Palma, ið var sonur Hansinu og Jóhannes
Jacobsen í Geilini í Leirvík. Tey giftust inn í barnaheimið hjá henni og fingu
seks børn: Hans Martin, Hansina, Sigrun, Elibert, Lena og Tordis.
Doretha var heimagangandi meðan børnini vóru smá. Í 1960 bleiv hon sjúk
av tuberklum og lá í 10 mánaðar á Sanatoriinum í Hoydølum.
Palmi var sjómaður. Meðan tey eldru børnini vóru smá seinru árini koyrdi
hann olju hjá Shell fyri pf. Haraldsen til hann gjørdist álvarsliga sjúkur
og eftir bert tveimum mánaðum doyði bara 51 ára gamal 28. mars 1975.
Hetta var ein álvarsligur smeitur. Tá var Tordis bert 4 ára gomul.
Doretha noyddist at fara út at arbeiða, hon fór á Ísvirkið hjá Haraldsen og
hennara partur lá ikki eftir, røsk og arbeiðssom sum fáur. Hvør kennir ikki
rullupylsurnar, kjøtpylsurnar og knettini sum hon saman við øðrum gjørdi
í nógv ár og í flakavinnuni til tað steðgaði fyrst í 90-unum.
Hon hevur ikki lagt stilt, nei minni enn so. Hon ger knettini heima við hús.
Tað fer maður av húsi hvønn mánamorgun til Haraldsen at keypa knettir.
Aktiv er hon í Pensionistafelagnum, gongur til Dagtilhaldið í Luffustovu
hvørja ferð og í Felagslonina til sjavskappingar, bingo, møtir væl upp og sera
tíðliga.
Í september 1948 tóku foreldrini hjá Dorethu, Lenu, sum tá var 61 ára gomul,
og Hans Martin, tveir mánaðar gomlu Birgit til fostur, tí mamman, Kristina,
sum var gift við Hans Øre, doyði so brádliga frá fýra smáum børnum,
Johnny, Eyðbjørn, Helgi og Birgit. Birgit kom at kalla Lenu fyri mammu, hon var ommusystur hennara. Birgit var ein góð stórasystur fyri tey seks systkini sum vuksu upp í Gjógvará. Doretha og Palmi tóku hana sum sítt barn.
Sera hart tók tað henni og okkum øllum, tá ið Birgit so brádliga 8. apríl gjørdist
álvarsliga sjúk og bert eina viku seinri doyði frá okkum. So hon hevur ikki bara fingið viðrák, nei minni enn so. Doretha býr í dag einsamøll í húsi, men har hava mangan verið mong í gjøgnum árini.
Til seinast vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 80 ára degnum og gleða okkum
at vera saman við tær, familju, vinum og kenningum 22. desember kl. 19.00 í
Felagslonini. Gleðilig Jól.
M.E.J.