skerst ikki burtur, at eg eftir at hava lisið bókina sat við eini heldur innantómari kenslu. Eini »var hatta alt« kenslu. Ein av starvsfeløgunum helt fyri nú ein dagin, at »ert tú farin ein biltúr við einum [...] einum Mazda, er tað lítið uppbyggjandi at blíva við at grenja um, at hann ikki ljóðar, sum ein Mercedes«. Haldi hon við hesum meinti við, at ein ummælari altíð skal fyrihalda seg til bókina, soleiðis sum hon [...] endamálið við bókini er at hyggja eftir, hvørjir hesir menninir vóru. Hví teir valdu at fara í kríggj saman við nasistunum og hvør lagna teirra varð. Sum so kann á ein hátt sigast, at bókin partvíst livir upp
stinga meg, rendi eg fótin móti onkrum og datt. Eg var komin nær eini stórari á, so í staðin fyri at reisa meg upp, rullaði eg meg frameftir vegnum og í ánna. Ikki dugdi eg at svimja, so eg fór til botns [...] Tá bað eg til Jesus undir vatninum: “Jesus, eg eri ein syndari, tak meg til tín.” Nú var ein bugur í ánni, og eg varð slongdur fram móti áarbakkanum. Eg kom uppundan og fekk tikið í grasið. Eg hugdi rundan [...] gjørdist mær greitt, at nú var plássið at vera heima hjá mammu. Eg var eisini blivin 64 ár. Eg havi verið tvær ferðir í Etopia og ferðast, síðan eg gavst. Tá hevur tað verið hugaligt at hitta allar teir góðu
arvastreinginum ein ávís sjúka er, sum øll kortini síggja og vita at ein hevur? spyr Pál Weihe. ?Heldur enn at ræðast tað, átti ein tvørturímóti at fegnast um, at ein kann verða við til at loysa gátuna um [...] So eg dugi ikki at síggja nakran sum helst mótsetning í tí. Okkara vælsignilsi og byrða Ein atfinnging ímóti ætlaðu arvagranskingini er, at samfelagið er so lítið, at tað fer at bera til at fáa at vita [...] hava vit lært at liva við. ? Men hví er tað avdúkandi fyri nakran at vit fáa at vita, hvat á arvastreinginum ein ávís sjúka er? ? Hví er tað so ringt, ella eyðmýkjandi fyri nakran at vit fáa at vita, hvar
Tað er ein feit umbering at siga, at Føroyar eru so smáar, og at tað tí má koma fyri, at eisini fólk úr pressuni koma at sita á fleiri ymiskum valdspostum. Tað er eingin acceptabel grund til, at stjórin [...] politisku flokkunum, og at tey taka til sín public service frymilin við at vraka gamla flokspolitiska hugsunarháttin. Ein máti kundi verið, at tað almenna ger sítt íkast til, at blaðframleiðslan gerst bíligari [...] hvussu kanna vit, at redaksjón og meðarbeiðarar ikki bogna undir tigandi sjálvsensuri, tí tey vita, at tað kann hava avleiðingar at kritisera høvuðseigaran á forsíðuni? Eg má kortini vísa á, at tað er ikki nóg
Tað er neyuðugt nú at siga, at tað ber ikki longur til, at man hevur tríggjar sjálvstøðugar høvdingar. Nú skulu teir inn undir ein samlaðan sjúkrahúsmyndugleika. Tað fer at merkja, at møguliga verður bygnaðurin [...] ístaðin fyri at viðgera sjúkrahúsverkið bara út frá einstaklingasøgum. Tað eru sjálvandi fleiri ymsir mátar at síggja hetta uppá. Tann eini er, hvussu tann einstaki upplivir tingini, men eg haldi tað eisini [...] játta árliga. Hans Pauli Strøm sigur, at tað er tað, sum eg haldi er tað mest spennandi í hesi kanningini. -Tey seinastu árini hevur tað verið ógvuliga trupult at fingið umbønirnar til sjúkrahúsverkið
sum koma at arbeiða á mentunarøkinum. Støðin er so mikið lítil, at vit eiga at varðveita ein ávísan fleksibilitet, soleiðis at fólk kunnu flyta ímillum, sigur Ivan Niclasen. Hvussu hyggjarin fer at merkja [...] dugi eg ikki at siga, men tað er í øllum førum væl meir enn inntøkurnar eru í dag. Ein upphædd sum 35 miljónir hevur verið nevnd. Fáa vit høvi til at vinna inntøkur so ella so, eri eg vissur í, at tað sæst [...] orka og tíð til at menna báðar partar. Sum mentunarstjóri fái eg til uppgávu at menna allar sendingarnar, ið ikki eru tíðindi og ítrótt. Fyri at kunna menna - konseptmenna - er neyðugt at fáa eina heila
granskað somikið í altjóða oljuprísum, at hann við vissu kann siga, at oljan fer at vera munandi dýrari at keypa. Tí er eftir hansara tykki alneyðugt at føroyska samfelagið ger seg so leyst av oljuni sum yvirhøvur [...] hevur hann mælt Magna Laksáfoss til at byrja í smáum. - Eg haldi at Jarðfeingi hevur gjørt nakað fyri at stuðla undir verkætlanini hjá VITorku. Men okkara tilmæli er, at tey byrja við eini minni royndarætlan [...] samstundis til kennar, at hann setir spurnartekin við tann háttin, ið VITorka ætlar at brúka til at hita bygningar. Eftir hansara tykki eru hitapumpur framvegis ein betri loysn. Tó so at hitapumpurnar kunnu
mær er ein sosialisering, sum eg seti prís uppá. Eg trívist ikki við at sita heima einsamallur. Eg vil vera í gongd og vera saman við fólki. - Eg haldi fram so leingi, eg havi hug og orku. Men um eg finni [...] ongar ætlanir um at leggja frá sær. - Eg havi ikki brúk fyri pengum, tí eg fái pensjón. Men mær dámar at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg vil gera, so eg síggi onga orsøk til at gevast, sigur hann [...] trojanskur hestur hjá honum, sjálvt um eg havi lagt mær nær at siga honum frá, at eg eri ikki í hansara báti. Eg havi eisini roynt at greitt honum frá, at um hann vil grindini væl, so skal hann heldur venda
eigasørt eg fekk svar, líkamikið hvønn eg vendi mær til. Eg var komin í andaligt tómrúm… frægasta loysnin var, at biðja løgmann at loysa meg úr embætinum.” - Tað varð gjørt 1. november. 1991. Eg ynski Hera [...] soleiðis tykist hon at vera skrivað. Heri Mohr er samansettur av at vera familjumaður, havnamaður og embætismaður í einum og sama persóni. Tí meini eg, at bókin kann lesast sum ein tíðarmynd ella fólkalívsmynd [...] 150 síður í einum. Nógvar familjumyndir eru í bókini, eins kopiir av áhugaverdum skjølum. Tað, sum eg her havi roynt at festa á blað, er bert ein evarska lítil partur av tí tilfari, teim hendingum og
gerst fjølbroyttari. Ein bingja er ein bingja er ein bingja... Tey tvey monumentalu verkini, ið hanga í Klingruni, staðfesta minst tvey ting, harav annað er, at Tróndur Patursson er ein av okkara bestu l [...] Men í hesum báðum nýggju myndunum megnar hann at sameina tað stórbæra við ein nýggjan lættleika, sum at síggja til hurlar hesi stóru verk upp, frá eins og í einum náttúrunar veldigum stoffskifti av brimi [...] tøkni, meðan innihaldið ofta snýr seg um tilveruligt einsemi. Tað haldi eg eisini, nýggja installatiónin hjá honum ger, hóast hon ikki er eins konkret ekspressiv og klaustrofobiski málningurin, sum Tummas