Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hevur verið undir stórum trýsti og ágangi nú í langa tíð bæði frá politikarum og miðlunum í sambandi við játtan til sjúkrahúsverkið, her serstakliga Landssjúkrahúsið. Sjúkrahúsmálið er eitt av stórmálunum, sum landsstýrið viðger í hesum døgum og uttan iva fer tað eisini at merkja røðu løgmans á ólavsøku. Í oktober kemur útgreining av budgetstýriningi í sjúkrahúsverkinum.
Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at hann hevur fylgt væl við í tí, sum eitt nú miðlarnir hava lagt fyri dagin. –Eg eri sera fegin um fleiri oddagreinar,sum hava viðgjørt sjúkrahúsmálið, har tær hava tikið upp tað, sum er sera essentielt og sum viðgera sjúkrahúsverkið, soleiðis sum eg sakni, at tað verður viðgjørt sum stovnur í samfelagnum ístaðin fyri at viðgera sjúkrahúsverkið bara út frá einstaklingasøgum. Tað eru sjálvandi fleiri ymsir mátar at síggja hetta uppá. Tann eini er, hvussu tann einstaki upplivir tingini, men eg haldi tað eisini er neyðugt at lyfta seg uppum hetta og lýsa stovnin prinsipielt.
Hann vísir á, at sjúkrahúsverkið hevur verið á breddanum í tvey ár, men tað er sjáldan umrøtt og diskuterað prinsipielt. Hann fegnast tí um, at onkur av miðlunum viðger týðandi samfelagsstovnar á slíkan prinsipiellan hátt.
Annað fokus
-Hví nevnir arbeiðssetningurin hjá nevndini, sum nú skal kanna sjúkrahúsverkið ikki beinleiðis bygnaðin í øllum sjúkrahúsverkinum?
-Tað eru fleiri útgreiningar av tí føroyska sjúkrahúsverkinum gjørdar av donskum stovnum. Allar tær kanningar, tríggjar í tali, tóku støði í tí bygnaðarliga. Tann seinasta var Varderfrágreiðingin, sum kom í 1993 og sum m.a. viðgjørdi tær ymsu sergreinarnar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tann frágreiðingin, sum nú verður gjørd, hon hevur fokus eina heilt aðrastaðni. Hon verður nevnd budgetanalysa, og hon hyggur eftir játtanarviðurskiftunum í tí føroyska sjúkrahúsverkinum. Tað hevur eingin av hinum frágreiðingunum fingist við. Tá kjak tók seg upp í vár um sjúkrahúsverkið í fíggjarlógarviðgerðini, so hevði man frá politiskari síðu eina kenslu av, at man hevði mist tamarhaldið á tí fíggjarligu stýringini av sjúkrahúsverkinum. Tvs. at tað vóru tey fíggjarligu og ikki tey bygnaðarligu viðurskiftini, sum vóru í fokus. Tí varð gjørt av at seta ein serfrøðingabólk til at greina budgettini: hvussu man umsitur ta fíggjarjáttina man fær til tey trý sjúkrahúsini, tvs. økonimistýringini, um umsitingin av verandi fíggjarjáttan er optimal og út frá tí, um tað eisini eru viðurskifti í fíggjarstýringini, sum man kann bøta um. Síðani eisini at kanna eftir um tann fíggjarjáttan, sum okkara sjúkrahúsverk fær, tvs. um tær ressursir man fær tillutað politiskt, eru nøktandi í mun til tær uppgávur, sum tað føroyska sjúkrahúsið hevur sigur landsstýrismaðurin og heldur fram:
-Politikararnir krevja av tí føroyska sjúkrahúsverkinum, at tað skal loysa ávísar uppgávur. Spurningurin tá er, um tann játtanin, sum somu politikarar geva er nøktandi fyri at loysa tær uppgávur man ynskir politiskt. Fyri at kunna tað hava vit lagt upp til at gera nakrar samanberingar við sjúkrahúsverk í nøkrum økjum, sum minna um okkara, t.d. Íslandi, á Álandi, Gotlandi og møguliga á Bornholm. Eisini fyri at geva eina ábending um lutfallið millum játtan og ynskir frá tí politisku skipanini. Er tað eitt rímuligt forhold millum tað, sum vit forvænta av tí føroyska sjúkrahúsverkinum og tað, sum vit vilja játta árliga.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað er tað, sum eg haldi er tað mest spennandi í hesi kanningini. -Tey seinastu árini hevur tað verið ógvuliga trupult at fingið umbønirnar til sjúkrahúsverkið ígjøgnum politiskt. Man hevur lyndi til altíð at bardera av, og man hevur ógvuliga ilt við í tí politisku skipanini í Føroyum at góðtaka at brúka hesar pengarnar til sjúkrahúsverkið. Tað er sum um tað manglar eitt álit á tey, sum skipa fyri í sjúkrahúsverkinum, at tey brúka teir pengarnar tey fáa uppá tann besta mátan. Og at tey í veruleikanum ynskja og krevja tað, sum tørvur er á.
Avdúka
Landsstýrismaðurin vónar, at budgetanalysan fer at avdúka: umsita vit ta játtan vit fáa frá løgtinginum skilagott og optimalt og er fíggjarstýriningin á sjúkrahúsinum í lagi ella hevur hon stór brek. Ein yvirlækni úttalaði seg í bløðunum um, at man blakaði nógvan pening út gjøgnum vindeygað. Tað eru slíkir illgrunar, sum tað ikki ber til at hava hangandi. Og tí er ógvuliga neyðugt at fáa staðfest: umsita vit tað sjúkrahúsverkið fær tillutað forsvarliga og skilagott? Tann stóri spurningurin til politisku skipanina er: fær sjúkrahúsverkið tað, sum tað hevur brúk fyri!
Og landsstýrismaðurin setir spurningurin: -Eru vit politikarar okkara uppgávu vaksnir við at játta tað, sum veruliga krevst fyri, at sjúkrahúsverkið kann loysa tær uppgávur, sum vit krevja.
-Hví er hetta við samlaða bygnaðinum ikki nevnt ítøkiliga í arbeiðssetninginum?
-Tað at tað ikki er nevnt burturav er tí, at henda útgreiningin fyrst og fremst snýr seg um fíggjarstýringina av sjúkrahúsverkinum. Men um so er at kanningarbólkurin finnur út av í sínum arbeiði, at tað er neyðugt at inndraga tey bygnaðarligu viðurskiftini, so ger hann tað. Men tað verður ikki sagt, at man beinleiðis skal gera tað, tí vit hava frágreiðingar, sum ikki eru kolldømdar. Frágreiðingin frá 93 er ein ógvuliga kvalifiserað kanning, sum sigur, hvussu man eigur at fokusera uppá at uppbyggja serlæknatænastuna í Føroyum við at uppbyggja tað fakliga umhvørvið á Landssjúkrahúsinum.
Broytingar
-Men tað eru hendar so nógvar broytingar í samfelagnum síðani tá. Gera tær ikki, at tann frágreiðing er ikki nóg tíðarhóskandi?
-Samfelagsgongdin síðani tá stuðlar uppundir niðurstøðurnar í teimum frágreiðingunum. Við at fáa undirsjóvartunnil og betri samband til Norðoyggjar hevur man skapt eina fyritreyt fyri, at bæði Norðoyggjar og Landssjúkrahúsið kann blíva eitt sjúkrahúsøki. Tað er tað, sum liggur í eini frágreiðing tingið hevði til viðgerðar í fjør, álit um framtíðar sjúkrahúsloysnir. Tá tók man hædd fyri, at við at fáa betri samferðsluviðurskifti so kann man realisera intentiónina um at samanbinda alt tað føroyska sjúrkahúsverkið uppá ein heilt annan hátt enn man hevur gjørt fyrr og ikki líkasum útbyggja trý ymisk sjálvstøðug sjúkrahús men at byggja eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk.
Heilsuverksstjóri
Vit hava tikið fyrsta stig út frá tí álitinum. Samtíðis sum budgetanalysan fer at koma fram í oktober, tá fara vit at lýsa eftir einum heilsuverksstjóra fyri at samla uppgávuna, sum hevur verið sundurpettað, soleiðis at vit fáa ein myndugleika fyri tað føroyska sjúkrahúsverkið og ikki tríggjar, men eina stýrandi leiðslu. Viðkomandi fær myndugleika yvir teimum trimum sjúkrahússtjórunum til at gera broytingar í bygnaðinum, sum viðkomandi myndugleiki er komin fram til er gagnligt. Orsøkin til at vit velja tann mátan at arbeiða uppá er tí man fyrr hevur fingið eina frágreiðing um at niðurleggja og flyta hetta og hatta uttan at teir partar, sum tað snýr seg um hava verið við í arbeiðinum. Tað er vorðið til politiska orrustu.
Allir tingmenn vóru positivir tá viðgerðin um framtíðar sjúkrahúsverkið varð viðgjørt, tí man hevði arbeitt við eini uppgávu í eina tíð. Mátin við at effektivisera og rationalisera sjúkrahúsverkið er ikki, at ein nevnd sigur, hvat skal henda. Men at vit sjálvi taka støðu í nøkrum frágreiðingum og gera okkara egnu niðurstøður. Tað er tað næsta stigið aftaná at henda budgetanalysan er gjørd. Tá fara vit eftir tí bygnaðarliga. Tá er uppgávan hjá tí stýrandi leiðsluni, sum verður sett í oktober at koma við tilmælum og við myndugleika til at gera broytingar.
Verandi leiðarar á sjúkrahúsunum blíva tá eitt slag av deildarstjórum. Heilsustjórin stingur so út í kortið, hvussu vit skipa okkara sjúkrahúsverk, soleiðis at vit effektivisera tær ressursir, sum vit hava at ráða yvir, og soleiðis at tað ikki blívur soleiðis, sum onkur oddagrein hevur skrivað, at man leypir yvir garðin, har hann er lægstur. Tað er neyuðugt nú at siga, at tað ber ikki longur til, at man hevur tríggjar sjálvstøðugar høvdingar. Nú skulu teir inn undir ein samlaðan sjúkrahúsmyndugleika. Tað fer at merkja, at møguliga verður bygnaðurin broyttur internt á sjúkrahúsunum. Tað er ikki vist, at vit skulu halda fram við verandi bygnaði. Tað skal vera eitt fakligt professionelt útspæl um, hvussu vit gera tingini frameftir. Tað er ikki ein uppgáva fyri ein landsstýrismann at siga, hvussu tann professionella leiðslan skal síggja út. Tú skal hava professionell fakfólk til at koma við ráðum. Út frá tí tekur man so eina politiska niðurstøðu sigur Hans Pauli Strøm.