Jákup Mørk
Eri liðugur við tær 182 síðurnar, sum tilsamans skapa bókina, Dreingirnir í Waffen SS. Ein bók, sum eg veruliga hevði sæð fram til við stórum spenningi. Ikki minst tí lesnaður um hetta óhugnaliga tíðarskeiðið í heimssøguni í nógvar mátar er nakað fongslandi. Tí hvussu stórir ræðuleikarnir enn vóru, so vil tað altíð vera ein kveikjan til forvitni at finna út av, hvussu alt hetta bar til. Og tá talan í hesum førinum var um føroyskar limir í ófrættakenda SS-herliðnum hjá Føraranum sjálvum, so gjørdist forvitnið sjálvsagt ikki minni av teirri grund.
Kanska er hetta eisini júst eitt dømi um, hvussu dugnaligur Grækaris D. Magnussen er at finna sær evni, sum nærum av sær sjálvum vinna upp móti tindunum. Nakað sum enn einaferð longu er prógvað av sølutølunum nú til jóla.
Trúgv móti endamálinum
Sjálvur sigur høvundurin, at endamálið við bókini er at hyggja eftir, hvørjir hesir menninir vóru. Hví teir valdu at fara í kríggj saman við nasistunum og hvør lagna teirra varð.
Sum so kann á ein hátt sigast, at bókin partvíst livir upp til endamálið. Roynt verður at siga frá, hvørjir hesir menninir vóru. Í summum førum eru lýsingarnar drúgvari enn í øðrum førum, men hetta veldst sjálvandi eisini um keldutilfarið, sum hevur verið til taks. Men samstundis er fatanin, at tíðin her er farin at renna undan hjá høvundanum. At hann er komin til ta niðurstøðu, at nú skal skrivast, heldur enn kannast, og so má tað bíða, sum ikki náddi evstamark.
Mest áhugaverdi parturin av bókini er helst eisini, tá sagt verður frá, hvørji viðurskifti helst vóru atvoldin til, at teir valdu at fara í kríggj við nasistunum. Støðan, sum danir - og sum so eisini føroyingar - vóru í. Hvussu hugburðurin til týskarar var árini beint fyri kríggið og fyrstu krígsárini. Ivaleyst er hetta best frágingni parturin í bókini. Og størsta styrkin er kanska júst her, tí hesin parturin gevur avgjørt bókini sín samleika í nútíðini. Soleiðis at vit í dag betri kunnu fatað, hví fólk valdu soleiðis, sum tey gjørdu.
Og eisini seinasta partin av endamálinum. Hetta við at lýsa, hvat varð av hesum monnum, verður rokkið, tá høvundurin í seinastu pørtunum tekur saman um lagnurnar hjá teimum átta føroyingunum, sum skrivað verður um.
Ógreið
Í so máta er bókin kanska trúgv móti tí, sum hon hevur lovað, men kortini skerst ikki burtur, at eg eftir at hava lisið bókina sat við eini heldur innantómari kenslu. Eini »var hatta alt« kenslu.
Ein av starvsfeløgunum helt fyri nú ein dagin, at »ert tú farin ein biltúr við einum Mazda, er tað lítið uppbyggjandi at blíva við at grenja um, at hann ikki ljóðar, sum ein Mercedes«. Haldi hon við hesum meinti við, at ein ummælari altíð skal fyrihalda seg til bókina, soleiðis sum hon nú einaferð er skrivað.
Men í hesum førinum er til tíðir sera trupult at gera av, hvat tað er fyri bilur, sum eg eri farin ein túr við. Onkursvegna tykist bókin sum eitt slag av bastardi millum eina dokumentar, fiktión, søguskriving og aktion-skaldsøgu. Ein samanblanding, sum ger, at lesarin líka sum ikki fær frið at venja seg við, hvat tað er fyri nakað, ið lisið verður.
Ikki minst er logikkurin heldur trupul at fylgja í tí stóra partinum, sum snýr seg beinleiðis um kríggið. Her skiftir bókin millum ein føroyskan og ein altjóða vinkul, sum báðir á hvør sín hátt fylgja við søgugongdini. Hvussu Stalin og Churchill samskiftu sínamillum í royndunum at basa Hitler og hansara herliðum á eysturmótinum, har føroyingar so eisini taldust millum hermenninar. Ivaleyst er hetta gjørt sum ein roynd at lýsa, hvørjar kreftir tað vóru, sum hesir menn vóru uppi ímóti, og hvussu korini hjá týsku herliðunum vóru, og tað kann sum so tæna sínum endamáli. Men tá tað so samstundis verður gjørt á ein hátt, har greinarskrivarin í fleiri førum roynir at føra lesaran inn í aktuellu støðurnar, uttan at hetta verður gjørt nóg sannførandi, og uttan at bygnaðurin er nóg greiður, gerst stórur partur av hesum til eina av handahógvi merkta gjøgnumgongd av krígsgongdini á týska eysturmótinum.
Ov nógv er offrað
Og tað er serliga hetta seinasta, sum er stórt spell. Ikki tí Grækaris D. Magnussen ikki dugir at skriva, men kanska serliga tí, at eingin er farin undir eina slíka útgávu fyrr enn nú. Millum allar tær milliónir av hermonnum, sum vóru við í týsku herliðunum er sjálvandi avmarkað, hvat ber til at finna av tilfari um føroyingarnar.
Lýsingarnar av støðuni hjá hermonnunum sjálvum gerast heldur ikki meira enn næstbestar, tá talan í stóran mun er um triðjahonds upplýsingar, ella ein hálvgum plagiering av øðrum høvundum, sum hava skrivað um sama evni.
Hetta hevur líka sum við sær, at bókin ikki verður tað íkastið til tann partin av føroysku søguni, sum hon annars kundi verið. Kundi verið, at hetta var betri, um bókin var skrivað fyri 15 árum síðani, men tað eigur Grækaris so ikki at lastast fyri, og kanska hevur tíðin heldur ikki verið búgvin til tað, fyrr enn nú.
Og kanska er tíðin framvegis ikki búgvin til tað. Tí tað skerst ikki burtur, at bókin í støðum tykist vera nakað mjúk mótvegis føroyska vinklinum í henni. Tað verður líka sum farið nakað lætt um, at hetta í veruleikanum snýr seg um kanska størstu brotsgerðina móti mannaættini. Men hetta er kanska eisini sjálvsøgd læra hjá lesaranum, og høvundurin staðfestir eisini í fororðunum, at hann er rithøvundur og ikki søgufrøðingur.
Men onkursvegna situr ummælarin við eini kenslu av, at bókin kundi verið betri frágingin. Ógreiði bygnaðurin og vantandi keldutilfar ? ella kanska research ? geva eina fatan av, at hetta var ein bók, sum skuldi náa jólasøluna. Og tað er spell. Tað krevur dirvi, tá nertast skal við eitt so viðkvæmt og ónortið evni, men tað dirvi átti eisini at rokkið framvið vónunum um eina góða jólasølu. Jól eru jú aftur næsta ár. Men til ta tíð hevur Grækaris helst enn eina bók av slagnum, sum hava lyndi til at toga seg heilt móti tindunum á best-seller listanum.