tóktust teir vita á Toftum. B68 vann, men tað var alla tíðina spennandi. So tepur leiðsla er lítið at halda um, og hóast EB/Streymur ikki var so málsøkjandi í 2. hálvleiki, so lúrdi møguleikin alla tíðina [...] miðskeiðis í 2. hálvleiki, og talan var um eitt sera vakurt mál. Heimaliðið royndi alla tíðina at spæla tolið og at toga spælið heilt út í síðurnar. Tað eydnaðist við hvørt, men trupulleikin var, at ofta [...] Magnussen er snúðin. Í staðin fyri at gera, sum tað varð roknað við, so var EB/Streymur framrættað og ágangandi fyrstu løtuna. Og tá var tað, at teir vóru næst við at fáa mál. Sorin Anghel er ein fínur
meira enn eina ferð runt, so høvdu teir eisini lagt seg á odda. Tór-Ingar Akselsen var kvikari enn nakar B36?ari, tá bólturin varð lyftur inn um verjuna, og eftir at hann hevði lyft bóltin upp um Trónd [...] mest uppøstir um útvísingina av John Petersen, men slíkt vil so altíð vera ein spurningur um, hvussu dómarar og hjálpardómarar síggja støðuna. Nakað annað - og tað er av alstórum týdningi ? er, at tað als [...] gjørt. Nú var talan um ein ungan dómara, sum ikki hevur tær stóru royndirnar við døming í bestu deildini, so møguliga er hetta nakað, sum kemur við tíðini, ella var talan kanska bert um ein ringan dag hesa
Bertholdsen Har ið ein skriða er lopin, er onnur væntandi. Hetta gamla orðatakið mátti bilaeigarin, Gunnleif Midjord í Vági, ásanna um vikuskiftið. Ikki minni enn tvær ferðir hetta vikuskiftið vóru bilar hansara [...] Hann er longu farin ein metur longri oman, so bjargingarroyndin skal vera við størsta varsemi. Fyrst er at fylla út, so at kranin, sum skal hiva koppaða bilin uppaftur, fær pláss at standa, hetta arbeiðið [...] Men samstundis heldur hann seg vera ómetaliga hepnan av tí at persónsskaðin ikki gjørdist størri enn hann var, tí serliga í tí eina óhappinum kundi tað einsvæl enda rættiliga galið. Fyrra óhappið hendi
eftir hetta, og teir gjørdust vandamiklir. Útjavnandi málið kom, tá Ransin Djurhuus og Eyðun Samuelsen spældu bandaspæl, og Ransin sendi í málið umvegis stólpan. Løtu seinni legði HB seg fram um eftir [...] heimaliðið fekk opnar kjansir. Tað eydnaðist eisini KÍ at skora, tá Olgar Danielsen prikaði Erling Fles leysan. Erling skjeyt flatt, og bólturin streyk í málið. Eftir hetta høvdu bæði liðni kjansir. Olgar [...] og innskifti klaksvíkingurin hjá HB, Johan Lutzen, var um at skora, men verjuspælari fekk sparka burtur. HB javnaði KÍ-leiðsluna, tá okkurt um 10 minuttir vóru eftir at spæla. KÍ-verjumaður spældi upp
verður uppaftur størri. Um úrslitið fer at bera nakrar broytingar við sær í muninum á styrkislistanum, er ilt at siga nakað um. Úrslit í øðrum dystum fara eisini at ávirka hetta. Men eitt eru altjóða hagtøl [...] lítlan mun um fótbóltsspæl. Tað ráddi um at halda bóltin burtur frá egnum máli, og at fáa hann so tætt at mótstøðumálinum, sum tað á nakran hátt bar til. Fyrri parturin av setninginum eydnaðist so at siga [...] meiri vandamiklir, sjálvt um umstøðurnar høvdu verið lagaligari, enn tær vóru leygardagin. Føroysku spælararnir vóru betri fyri kropsliga og í fótbóltsskili, og eingin ábending var um, at bóltførleikin hjá
var, um veðrið hevði skikkað sær hampuliga. ? Tað tykist sum um fólk fylgja væl við, hvat hann sigur um veðrið. Hesa ferð vóru bara fýra hundrað atgongumerki seld í forsølu. Tað er væl minni, enn tað plagar [...] boða frá øðrum, enn at føroyingar framvegis eru áhugaðir í at síggja føroyska liðið spæla, tá tað er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu vinna. Út frá hesum og út frá undanfarnu dystunum er einki at ivast [...] seinnapartin leygardagin. Tíverri vísti tað seg, at hetta gjørdist veruleiki. Tað høvdu møguligu áskoðararnir tikið til eftirtektar, og tí er væl hugsandi, at vit um døgurðatíð leygardagin kanska mistu fleiri túsund
verið stuttligt, um hann eisini kundi komið á talvuna, soleiðis at hann saman við soninum kundi bjarga gøtumonnum. Tað eydnaðist tó fuglfirðingum at sláa sigurin fastan, tá Heini Heinason enn eina ferð gjørdist [...] 2. deild Hóast venjarin hjá ÍF, Pauli Jarnskor, er gøtumaður, og í nógv ár var partur av sigursvanda GÍ liðnum, so hevði hann ongar ætlanir um at hjálpa illa sperdu bygdafeløgunum, tá hann við fuglfirðingum [...] Rógvi Róin, sum nú aftur er at síggja í reyðu troyggjuni, dróg upp á tvørs uttan fyri brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og hóast mótvindur var, so smoygdi bólturin sær inn um samankomingina til 1-0
og runavíkingarnir høvdu tí fáar trupulleikar av at halda fast um leiðsluna. Móti endanum av dystinum eydnaðist tað teimum enn tá at økja um munin, tá Mortan Hansen varð feldur í brotsteiginum, og Bergur [...] verið tos um heiðursmerki, sum hevur eyðkent prátið seinastu umførini, men hetta prátið man nú vera lagt til viks eina løtu. Enn kunnu teir væl blanda seg upp í stríðið í so máta, men hetta fer helst at [...] B36 í Runavíkini, og hóast talan her var um eitt av oddaliðunum, so lótu runavíkingar ongan iva vera um, hvat av liðnum var hitt betra. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, áðrenn Sverri Justinussen varð
eru nógvar. Ein teirra er, at tað, sum eyðkennir eitt veruligt oddalið, er, at teir eisini megna at vinna dystir, hóast spælið ikki altíð er so framúrskarandi. Mett út frá hesum, er lítið at ivast í, at [...] liggjandi langt afturi á vøllinum tóktust teir hugsa meira um at verja javnleikin heldur enn at fara eftir sigrinum, og fyrstu løtuna gav hetta B36 nakrar møguleikar, tá spælið varð trýst oman móti bro [...] fleiri rokna fyri kappingarneytar hansara í stríðnum um sessirnar í landsliðshópinum. Ikki minst var hetta áhugavert, nú Fróði saman við Julian Johnsson er leikbannaður til komandi landsliðsuppgávuna, og Allan
tað fyrsta í bestu deildini. Tað er einki at ivast í, at m. a. orsaka av hesum veruleikanum, er hugurin og motivatiónin hjá teimum í EB/Streymi størri, enn hann er hjá KÍ spælarunum, nú kappingin fer [...] aftur hesa ferð eydnaðist tað EB/Streymi at skora fýra mál ímóti klaksvíkingum. Munur í hugi Nógvir av spælarunum hjá KÍ hava roynt eitt sindur av hvørjum. Hjá teimum í EB/Streymi er hetta kappingarárið [...] ellan var kiksað frammarlaga á vøllinum. Hesa løtuna tóktist tað sum um møguleikin var fyri, at KÍ skuldi koma upp í part aftur, um teir skoraðu fyrst. Men tað var heimaliðið, sum skoraði og harvið staðfesti