Fótbóltur
B36 er størsti favorittur á árinum, skrivaðu vit í leygardagsútgávu okkara undan dystinum millum FS Vágar og B36.
Hóast omanfyri standandi útsøgn, og hóast B36 í allar mátar má roknast sum eitt sterkari lið enn FS Vágar, so skuldi B36 hava eina stóra hjálpandi hánd frá frúnni Fortunu, áðrenn tað sunnudagin eydnaðist teimum at fáa trý týdningarmikil stig við í førningin á heimferðini.
Málið gav ein skelk
Vágamenn løgdu bragdliga fyri í dystinum, og minutt vísarin hevði heldur ikki verið meira enn eina ferð runt, so høvdu teir eisini lagt seg á odda. Tór-Ingar Akselsen var kvikari enn nakar B36?ari, tá bólturin varð lyftur inn um verjuna, og eftir at hann hevði lyft bóltin upp um Trónd Vatnhamar, kom Sonni Johansen við fullari ferð og smekkaði bóltin seinastu leiðina í kassan.
Sjálvt tað, at FS Vágar legði seg á odda, var sjálvandi heldur óvæntað, men hinvegin mundu tey flestu framvegis rokna við, at B36 fór at koppa dystinum á, tí framvegis restaðu 89 minuttir av fótbólti.
Tað, sum veruliga var merkisvert, var, at tað veruliga kom panikkur í oddaliðið eftir málið. Heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið og koyra sítt egna spæl, hildu teir áhaldandi fram við at oysa bóltarnar niðan á vágahálvuna. Fyri tað mesta varð siktað eftir John Petersen, men hann var sera væl ansaður alla tíðina, og fekk tí ikki gjørt stórvegis við bóltarnar.
At kalla ongan tíð varð nøkur roynd gjørd at nýta skjótleikan hjá Heðini, ella at fáa tann vanliga so vælspælandi miðvøllin við í álopspartinum. Heldur ikki gjørdu teir stórvegis fyri at fáa sett leikferðina uppeftir, og tá vágamenn so eisini gjørdu sítt, fyri at seinka spælinum, megnaðu teir alla tíðina at varveita skipanina á liðnum.
Hetta gjørdi eisini, at heimaliðið so at siga fekk stongt brotsteigin. Onkra einstaka ferð slapp B36 ígjøgnum í síðunum, men neyvleikin á innleggunum var ongan tíð nóg góður, og tí hevði Arturas Ramoska sín helst stillisligasta hálvleik, síðani hann kom til Føroya í vár.
John sá reytt
Móti endanum av hálvleikinum kom veruligt rok í. Dysturin hevði fram til tá verið rættiliga hart spældur, og fleiri rættiliga grov fríspørk høvdu verið, umframt at tað ofta líktist veruligum tvídysti millum summar av mótstøðumonnunum.
Ikki minst hevði John Petersen verið offur fyri nógvum fríspørkum, og í seinasta minuttinum undan setðginum kókaði yvir. Hann og Jákup Joensen høvdu gjøgnum allan fyrra hálvleik verið í hornatøkum, og ikki bert meðan bólturin var hjástaddur. Brádliga lá John á vøllinum og kikaði eftir ondini, tí hann var sligin. Dómarin hevði tó einki sæð, og kundi tí ikki gera nakað, men linjuverjin sá so, hvat fór fram, tá John var komin á føtur aftur. Meðan hann stóð og trætaðist við Hannus Olsen, hálvgum stútaði hann ímóti liðskiparanum hjá FS Vágum, og dómurin var harður. Ostaskorpan kom úr reyvalummanum, og so sá av álvara svart út hjá havnarmonnunum.
Høvdu allar møguleikar
Neyvan hava orðini frá B36 venjaranum verið blíð í hálvleikinum, og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktist eisini, sum um tað nú var ein sjónlig ætlan við spælinum hjá árstalsfelagnum.
Heldur enn bara at lossa niðan í høvdið á vágaverjuni, royndu teir nú at senda út í borðini, har Heðin á Lakjuni og Bjarni Prior so skuldi senda innfyri, men tað var tó so sum so við møguleikunum, sum spurdust burtur úr hesum. Ein heilur tími var liðin av dystinum, áðrenn B36 spældi seg fram til fyrsta veruliga málmøguleikan, men í tveimum royndum eydnaðist tað ikki Klæminti Matras at senda fram við Arturas Ramoskas.
Í hinum endanum gjørdust vágamenn alt meira vandamiklir í mótálopunum, so hvørt sum B36 flutti fólkið longur niðan á vøllin.
Tór-Ingar Akselsen var eina ferð púra leysur eftir misskiljing í B36-verjuni, men skeyt við síðuna av. Sonni Johansen, Elfinn Ørvarodd og endurrisni Torkil Nielsen høvdu eisini sínar stóru møguleikar, tá teir sluppu leysir av miðjum vølli, men antin fekk Trónduir Vatnhamar vart fyri, ella var skotroyndin ov óneyv, soleiðis at bólturin streyk beint fram við málinum.
Kostaði nógv
At vágamenn ikki megnaðu at umseta hesar møguleikar til mál, skuldi vísast seg at gerast sera kostnaðarmikið, tí sum kunnugt, so megnaði B36 tvær ferðir seinastu tíggju minuttirnar at senda bóltin inn um mál-linjuna.
Teir høvdu ligið fram við fleiri ferðir, og ikki minst eftir at Bjarni Prior varð skiftur út við Niels Joensen, kom ferð á uppspælið í síðunum.
Tað var eisini júst Niels, sum átti seinasta fótin á, tá B36 vann seg upp á javnt. Vágamenn vóru ikki nóg ansnir við at dekka upp, tá B36 átti innkast. Bólturin endaði hjá Heðini á Lakjuni, sum annars var ein stór hóttan allan seinna hálvleik. Hann smekkaði bóltin hart og flatt innfyri, og tá verjan ikki fekk ruddað burtur, var Niels skjótur á staðnum og smekkaði bóltin upp undir nettakið, soleiðis at FM vónin hjá felagnum varð endursstovnað.
Málið setti veruliga ferð á B36-leikararnar, sum nú veruliga fóru at trúgva uppá, at tað skuldi eydnast at venda einum dysti, sum langt síðani átti at verið avgjørdur. Teir trýstu enn meira á, og bert fýra minuttir seinni var bólturin aftur í málinum. Heini í Skorini vann eitt fríspark í vinstra miðvallarborði, og tá Heðin sendi diagonalt móti handaru stong, var Klæmint Matras fyrstur á bóltinum í dysti við fleiri viðleikarar, og sendi í málið til 2-1.
Seinastu løtuna av dystinum tóku B36?arnir seg nakað aftur á vøllin. Verjan, sum størsta partin av seinna hálvleiki hevði verið sum ein opnahjallur, varð tett, og vágamenn høvdu onga veruliga atsókn á málið seinastu løtuna.
Lagnan hjá botnliðum
Í nógvar mátar var dysturin rættiliga symptomatiskur fyri ein dyst, har toppur og botnur møtast.
B36 var stórfavorittur at vinna, og hóast tað neyvan hevur verið tilvitað, so hava teir helst onkursvegna undirmett mótstøðumenninar. At hesir so løgdu seg á odda alt fyri eitt, ørkymlaði teir svørt/hvítu somikið nógv, at teir ongan tíð funnið vanliga spæl sítt fram.
At teir so kortini megnaðu at vinna, var helst júst orsakað av, at eydnan ofta hevur tað við at fylgja oddaliðunum, meðan hon ikki leggur so nógv í botnliðini. Vágamenn høvdu allar møguleikar at avgera dystin til egnan fyrimun, og mett eftir dystargongdini, høvdu teir so sanniliga eisini uppiborið trý stig.
Tað fingu teir ikki, og tá B36 megnar at fáa trý stig burtur úr einum slíkum avriki, sum teir sýndu sunnudagin, so er ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu bera seg at, fyri at missa stig.
Dómarin
Tað er ikki ofta, at hesar síður verða nýttar til at viðgera avrikið hjá dómaranum í dysti, men allar reglur hava síni undantøk.
At tað so verður gjørt hesaferð, er bert út frá teirri sannroynd, at avrikið hjá dómaranum sunnudagin var so langt ífrá á tí støðnum, sum bæði leikarar og áskoðarar rokna við til ein fótbóltsdyst í bestu deildini.
B36 leikararnir vóru kanska mest uppøstir um útvísingina av John Petersen, men slíkt vil so altíð vera ein spurningur um, hvussu dómarar og hjálpardómarar síggja støðuna.
Nakað annað - og tað er av alstórum týdningi ? er, at tað als ikki var nøkur linja at hóma í dømingini. Til tíðir sluppu spælarar nærum ótarnaðir at jarðleggja hvønn annan, uttan at nøkur onnur avleiðing enn fríspark fylgdi við. Nakað sum viðførdi, at spæli til tíðir gjørdist rættiliga ófantaligt fyri ikki at rátt. Eina løtu í seinna hálvleiki valdi dómarin so brádliga at geva trimum vágamonnum gult kort, men tá ein B36-leikari stutt eftir gjørdi eina sera ljóta eftirtakling ímóti Tór-Ingari, hendi einki. Akkurát hvar linjan hjá dómaranum verður løgd, er sjálvandi ymiskt frá dysti til dyst, men tað er sera týdningarmikið, at leikararnir á ymsum liðunum greitt fáa at vita, hvar markið gongur.
Uppgávan hjá dómaranum er annars at leiða dystir, men til hetta krevst ein ávísur autoritetur av dómaranum, og tað var sera torført at fáa eyga á sunnudagin. Tað var ongan tíð soleiðis, at dómarin gav til kennar, at »her er tað eg, sum geri av«, og tí høvdu leikararnir onga sum helst virðing fyri honum. Ein virðing, sum annars eigur at vera ein sjálvsagdur partur av spælinum. Harafturat er tað so avgjørt ikki við til at gera ein fótbóltsdyst áskoðaravinarligan, at eitt lið í nærum samfullar 90 minuttir sleppur at nýta út við hálvan minutt um hvørt málspark, og annars dríggjar sær allar deyðbóltsstøður. Hetta seinasta verður ikki sagt fyri at niðurgera vágamenn, tí sjálvandi arbeiddi tíðin fyri teir, tá teir vóru á odda, men tað er dómarans uppgáva at syrgja fyri, at hetta ikki verður gjørt.
Nú var talan um ein ungan dómara, sum ikki hevur tær stóru royndirnar við døming í bestu deildini, so møguliga er hetta nakað, sum kemur við tíðini, ella var talan kanska bert um ein ringan dag hesa ferð. Vónandi var bara talan um tað seinasta, tí nóg gott var avrikið so undir ongum umstøðum.
FS Vágar-B36 1-2 (1-0)
1-0: Tór-Ingar Akselsen 1
1-1: Niels Joensen 80
1-2: Klæmint Matras 84
Dómari: Páll Augustinussen (VB)
Dysturin í tølum
FS Vágar: Arturas Ramoskas - Ruslan Screlea, Vlad Osipov, Jákup Joensen - Per Joensen, Tór-Ingar Akselsen, Jón Nielsen, Hannus Olsen, Elfinn Ørvarodd - Birgir Joensen, Sonni Johansen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen ? Bjarni Prior, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen, Magni á Lakjuni ? John Petersen, Heðin á Lakjuni