2. deild
Tá farið varð í summarfrí, taldust runavíkingar millum fremstu liðini í 2. deild, men síðani tá hevur at kalla bert gingið niðurá. Tap oman á tap hava viðført, at liðið er dottið alsamt longur oman í stigarøðini, men eftir at støðan brádliga gjørdist heilt álvarslig, tykist liðið nú aftur at hava ment seg nakað.
Leygardagin vitjaðu teri næst bestu hjá B36 í Runavíkini, og hóast talan her var um eitt av oddaliðunum, so lótu runavíkingar ongan iva vera um, hvat av liðnum var hitt betra.
Dysturin var ikki meira enn byrjaður, áðrenn Sverri Justinussen varð sendur avstað fyrstu ferð, og einsamallur við málverjanum var hann ósvikaligur, tá møguleikin beyðst.
Hetta gjørdi sjálvandi útgangsstøðið truplari hjá gestunum. Teir høvdu kanska hampuliga gott tak á sjálvum spælinum, men málmøguleikarnir vórðu ikki teir nógvu í tali, og úrtøkan av hesum var púrt eingin.
Hinvegin megnaði NSÍ at enda hálvleikin á sama hátt, sum teir byrjaðu. Í seinasta minuttinum undan steðgin varð Sverri aftur leiktur leysur, og úrslitið var nett hitt sama.
Dovnaðu
Í seinna hálvleiki mundu teir hvítu og svørtu ásanna, at tað ikki fór at eydnast teimum, at venda dystinum. Í øllum førum vóru teir nú nógv tamari, og runavíkingarnir høvdu tí fáar trupulleikar av at halda fast um leiðsluna. Móti endanum av dystinum eydnaðist tað teimum enn tá at økja um munin, tá Mortan Hansen varð feldur í brotsteiginum, og Bergur Hansen eftirfylgjandi legði bóltin í málið úr ellivu metrum.
Fyri runavíkingar merkti sigurin ivaleyst, at teir endaliga sluppu leysir av niðurflytingarvandanum, sum annars hevur fylgt liðnum í skjótt fleiri umfør.
Hjá havnarmonnunum hevur tað hinvegin verið tos um heiðursmerki, sum hevur eyðkent prátið seinastu umførini, men hetta prátið man nú vera lagt til viks eina løtu. Enn kunnu teir væl blanda seg upp í stríðið í so máta, men hetta fer helst at krevja sigrar teir báðar komandi dystirnar, umframt at liðini, sum stríðast fyri uppflytan samstundis skulu missa stig.
NSÍ-B36 3-0 (2-0)
1-0: Sverri Justinussen
2-0: Sverri Justinussen
3-0: Bergur Hansen










