Bilaóhapp
Áki Bertholdsen
Har ið ein skriða er lopin, er onnur væntandi.
Hetta gamla orðatakið mátti bilaeigarin, Gunnleif Midjord í Vági, ásanna um vikuskiftið.
Ikki minni enn tvær ferðir hetta vikuskiftið vóru bilar hansara fyri keðiligum óhappum.
Men samstundis heldur hann seg vera ómetaliga hepnan av tí at persónsskaðin ikki gjørdist størri enn hann var, tí serliga í tí eina óhappinum kundi tað einsvæl enda rættiliga galið.
Fyrra óhappið hendi sunnukvøldið, tá ið ein bilur hjá honum var við at seta alifóður av á brúnni í Tjaldavík.
Hetta hava teir gjørt fleiri ferðir fyrr. Men hesuferð hendi tað, at vegjaðarin skrædnaði. Tí fóru stuðulsbeinini undan kranabilinum so at hann koppaði á sjógv.
Ein maður stó beint við bilin við fjarstýringini til kranan og hann mátti loypa í havið undan bilinum, tá ið hann koppaði. Ein annar maður, sum var eisini stóð ímillum bilin og sjóvarmálan, royndi at renna framum bilin og tað eydnaðist akkurát. Ella næstan akkurát, tí beinið kom í klemmu ímillum kúfangaran á bilinum og ein kassa, sum stóð á brúnni. Stoyturin var so harður, at beinið brotnaði, men tað sigur eitt sindur um, hvussu nær við tað var eini rættiligari vanlukku.
Takið verður nú at fáa lastbilin uppaftur og tað verður ikki bara sum at siga tað. Hann hongur á sjálvum krananum, hálvur niðri í sjónum og tað skal lítið til, áðrenn hann loysnar og fer heilt á sjógv. Hann er longu farin ein metur longri oman, so bjargingarroyndin skal vera við størsta varsemi.
Fyrst er at fylla út, so at kranin, sum skal hiva koppaða bilin uppaftur, fær pláss at standa, hetta arbeiðið byrjaði í gjáramorgunin. Helst má lastin eisini takast av, tí hon stendur spílað upp. Samstundis skuldi ein kranabilur koma norðaneftir at royna at hiva hann upp.
Misti pláturnar
Mánamorgunin var aftur ein lastbilur hjá sama eigara fyri óhappi. Tað hendi, tá ið hann var á veg suðureftir av Tvøroyri við fullari last av byggitilfari, mest spønplátum.
Spønplátur er ómetaliga hálar og í svinginum í Øravík, rósaði øll lastin omanav. Fýra reimar vóru krøktar í at halda plátunum, men tær hildu ikki. Tær slitnaðu ikki, men krókarnir gluppu úr, tá ið lastin fór at rósa.
Ein ørgrynna av plátum fóru sendandi eftir vegnum og bilaverjan framvið vegnum fór á einum strekki. men tíbetur var ongin bilur fyri, so í hesum óhappinum var bara talan um materiellan skaða - og eitt stórt upptak.
'