Fótbóltspengar
Veðrið og týdningarmiklir fótbóltsdystir í Føroyum hava ikki verið vinir í ár. Tá finalan um løgmanssteypið var á skránni ólavsøkudag, varð frammanundan roknað við, at tað fóru í hvussu so er at møta trý túsund áskoðarar upp. Seinnapartin ólavsøkudag var sovorðið illveður, sum tað ikki hevur verið á sumrinum. Tað hevði við sær, at áskoðaratalið var kanska bara ein sætti partur at tí, sum frammanundan var roknað við. Hvussu nógvir áskoðarar heilt nett vóru var ikki almannakunngjørt.
Leygardagin var aftur týdningarmikil dystur á skránni. Eftir døgurða var veðrið so vánaligt, sum tað ikki hevur verið síðani á ólavsøku. At 1.470 áskoðarar møttu upp í sovornum líkindum kann boða frá øðrum, enn at føroyingar framvegis eru áhugaðir í at síggja føroyska liðið spæla, tá tað er møguleiki fyri, at Føroyar kunnu vinna.
Út frá hesum og út frá undanfarnu dystunum er einki at ivast í, at áskoðaratalið hevði verið tríggjar og kanska fýra ferðir so stórt, sum tað var, um veðrið hevði skikkað sær hampuliga.
? Tað tykist sum um fólk fylgja væl við, hvat hann sigur um veðrið. Hesa ferð vóru bara fýra hundrað atgongumerki seld í forsølu. Tað er væl minni, enn tað plagar at verða selt frammanundan. Longu mánadagin segði veðurforsøgnin, at tað fóru at vera vánalig líkindi seinnapartin leygardagin. Tíverri vísti tað seg, at hetta gjørdist veruleiki. Tað høvdu møguligu áskoðararnir tikið til eftirtektar, og tí er væl hugsandi, at vit um døgurðatíð leygardagin kanska mistu fleiri túsund áskoðarar, heldur Ísak Mikladal, aðaðskrivari í Fótbóltssambandinum.
Miðal atgongugjaldið hjá teimum 1.470 áskoðarunum, sum treiskaðust í út av lagi vánaligu líkindunum, var 110 krónur.
Verður roknað við, at trý túsund fleiri høvdu verið og hugt at, um veðrið hevði verið, sum tað var fríggjadagin og sunnudagin, so ber tað eina mista inntøku upp á 330 túsund krónur.
175 túsund í bonus
Allir føroyingar fegnast um, at tað eydnaðist landsliðnum at vinna 1?0 á Luksemborg. Men sigurin kostaði Fótbóltssambandinum ikki so lítið av pengum. Sambært avtaluna millum FSF og spælararnar, so eiga spælararnir átta túsund krónur í part fyri hvønn sigurin. Venjararnir eiga eisini lut í bonus pengum. Tað verður roknað við, at FSF skal rinda 175 túsund krónur í bonus pengum fyri hvønn sigurin.
? Vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna, men tað hevði sjálvandi verið uppaftur hugaligari hjá okkum at rinda bonus pengarnar, um onkur hevði viljað sponsorerað útgjaldið. Tað hevur ikki eydnast at finna nakran stuðul til hetta endamálið. Tað vil við øðrum orðum siga, at pengarnir fara beinleiðis av kontoini hjá Fótbóltssambandinum, staðfestir Ísak Mikladal.










