Avtofting Mikudagin fingu tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen á Tvøroyri, eini ring boð frá leiðsluni í Havn: Boðini vóru, at á nýggjárinum gevst Poul Hansen við heilsølu í Suðuoy. Tey 10 fólkini [...] upp. Tey hava fingið at vita, at tað er tann harða kappingin, sum ger, at Poul Hansen nú ge4vst á Tvøroyri. Fleiri handlar eru lætnir aftur í Suðuroy seinastu árini og samstundis eru tað fleiri og fleiri
Næsta mánaðin sýnir listakvinnan Astri Luihn fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Á framsýningini, sum lat upp hósdagin, eru 30 verk, ið øll eru gjørd seinasta árið. Astri Luihn hoyrir til tað nýggja rákið [...] fuglaberg, har ein fuglur situr einsamallur á eini rók, kagandi yvir á hinar. Hvørki litir ella figurar eru hetjukendir. - Eg tosi eitt friðarligt mál, sum fólk skulu hava á vegginum leingi fyri at koma inní og [...] Luihn harmast um, at so lítið av list verður selt nú á døgum. - Í áttatiárunum varð nógv meiri selt, og tá gingu bankarnir á odda við at stuðla. Á Várframsýningum verður lítið selt. Niðurgongdin byrjaði
sigur ein fegin Magni Petersen, sum er liðskipari og ein av teimum royndu spælarunum á liðnum. - Í fjør vóru vit á odda, tá tað manglaðu fimm dystir, og vit kiksaðu fullkomiliga. Í ár var støðan akkurát [...] fekk keðiliga byrjan upp á landskappingina. Tá seks dystir vóru spældir av kappingini, lá TB í botninum við fimm stigum, og triði venjarin tók við. Ein dani og ein norðmaður stóðu á odda fyri liðnum, men [...] Mancic hevur verið so gott, at Zoran heldur fram sum venjari í TB komandi kappingarár. Eitt mál á muni Dysturin á Krossinum leygardagin var tættur, og bæði sumbingar og tvørámenn høvdu møguleikar at gera mál
hevur býráðið nú sagt sáttmálan um Almannastovuna í Suðuroy, upp. Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað var í 1976, at sáttmáli varð gjørdur ímillum landsstýrið og allar kommunurnar í [...] 1995 kom eisini Vágs Kommuna upp í avtaluna. Eftir avtaluni betalir landið lønirnar til starvsfólkið á Almannastovuni, men kommurnar betala allar hinar rakstrarútreiðslurnar, eitt nú hølisútreiðslur, ljós [...] Harafturat hevur mannagongdin verið tann, at upphæddin fyri alt árið er tikin beinanvegin, fyrst í januar á hvørjum ári. Harafturat eru útreiðslurnar ógvuliga nógv hækkaðar í seinastuni. Í fjør var parturin hjá
ætlanin at onkur skuldi koma á Verkstaðið afturat eitt sindur seinni, men tey hava givið avboð, nú bussurin heldur uppat. Talan er fyri tað mesta um fólk, sum búgva á Tvøroyri. ? Hetta eru brekað fólk, sum [...] Sparing Á varda Verkstaðnum í Vági er lagið í botni. Orsøkin er, at í næstu viku, mugu fimm av teimum, sum hava havt sína dagligu gongd har, halda uppat á Verkstaðnum. Tað eru sparingar hjá Landsstýrinum [...] at niðurleggja koyringina hjá bussinum, sum er knýttur á versktaðnum. Talan er um bussin, sum koyrir tey brekaðu heimanífrá í allari Suðuroynni, á Verkstaðið hvønn morgun at arbeiða og koyrir tey heim aftur
Finnleif Guttesen Tvøroyri ????????????????? Hetta heiti mugu teir ráðandi í verandi samgongu fáa, tí starvslýsingarnar í bløðunum í dag 26. september 2001 kunnu ikki verða meira avdúkandi viðvíkjandi [...] ál, kann bert verða fyri at tøla suðringar. Við slíkum framferðarhátti er ógvuliga ilt at fáa eyga á økismenningina, sum samgongan tosar um, men lítið ger við og harafturat ber til at siga, at ávísir
Sparing Páll Luid á Tvøroyri er ein vónbrotin maður. Síðani í oktober í fjør hevur hann havt sína dagligu gongd á Varda Verkstaðnum í Vági. Men nú noyðist hann at gevast á Verkstaðnum. Í morgin heldur [...] sleppa til og frá. Hevur ongan møguleika Ein av teimum, sum nú noyðast at gevast á Verkstaðnum, er Páll Luid á Tvøroyri. Hann er elektrikari, men hevur verið avlamin, síðani hann í 1988 datt niður úr einum [...] gevst, havi eg ongan sum helst møguleika at brúka Verkstaðið longur, sigur hann. Hann býr uttarliga á Tvøroyri, nakrar hundrað metrar frá steðgiplássinum hjá Bygdaleiðum og fær ikki gingið teinin heimaífrá
helvt av oynni, og síðani hina helvtina av árinum í norðaru helvt av oynni. Tað vil siga í Vági og á Tvøroyri. - Eg havi tikið stig til hetta av egnum áhuga og eg vóni, at undirtøkan verður góð, sigur Jens [...] nýtt fyri hann, tí í lestararárunum í Danmark setti hann á stovn eitt gospelkór í Nyborg. Hetta kór telur í dag heilar 40 sangarar. Jens leggur dent á, at øll kunnu koma við, tí ongar treytir ella fyritreytir [...] nóg mikið. Hann hevur av egnum áhuga tikið stig til eitt gospelkór í Suðuroynni. Og hann leggur dent á, at tað er fyri alla oynna. Tí hevur hann sett sær fyri, at venjingar fara fram helvtina av árinum í
eisini eitt heiðursbræv. Tikin á bóli Sjálvur varð Virgar Djurhuus fullkomiliga tikin á bóli. Hann visti av ongum, men varð boðsendur oman í ítróttarhøllina á Tvøroyri týskvøldið á flogbóltsfund. Fundur var [...] heiðursgávu fyri hansara ótroyttiliga sosiala arbeiði á Tvøroyri. Tað er nevniliga Virgar Djurhuus, sum hevur hevur verið undangongumaður í flogbóltin á Tvøroyri, heilt síðani hann tók seg upp fyri næstan 20 árum [...] árum síðani. Tey, sum hava við flogbólt á Tvøroyri at gera, siga, at hann hevur verið hjartað og sálin í flogbóltinum á Tvøroyri, síðani hann byrjaði, og uttan at taka nakað frá øllum hinum, er tað fyrst
fáa steyp. Dómararnir í kappingini eru enn sum áður, Petur Karl av Rana og Ásmundur Bærentsen av Tvøroyri. Óli í Hjøllum úr Porkeri og Frits Poulsen úr Sumba og tað vera teir vakrastu veðrarnir í hvørjum [...] Eliesar Poulsen sigur, at í ár eru tað fleiri, sum ætlað, at Hermund skal ikki vinna steypið sjeynda árið á rað. ?Tað ljóðar, at menn hava gjørt seg út at taka kappingina og ætla at bjóða Hermundi av í kappingini