Veðrasýning
Í morgin verður árliga veðrasýningin í Hvalba. Hon verður í túninum omanfyri Roynhøllina og ætlanin er at byrja kl. 16.30.
Tað er beint aftaná avgerandi fótbóltskampin ímillum næstfremsta liðið í 3. deild, Royn, og næstaftasta liðið í 2. deild, KÍ, um rættin til at spæla í 2. deild komandi kappingarár.
Kampurin í Hvalba í dag er tann fyrri av tveimum dystum, sum skal vera ímillum hesi bæði liðini um rættin at spæla í 2. deild komandi ár. Seinni dysturin verður í Klaksvík næsta leygardag.
Í sambandi við fótbóltin og veðrasýningin verða ymisk tiltøk í Roynhøllini, eitt nú mat- og kakutombola, burturluting, umframt at tað ber til at keypa kaffi, te og okkurt afturvið.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at Eliesar Poulsen og aðrir tóku stig til at hava veðrasýning í Hvalba.
Kappingin í morgin er fyri veðrar, veturgamlar og eldri.
Seinni verður eisini sýning í Hvalba fyri brundlomb.
Allir fáa steyp
Eliesar Poulsen sigur, at fleiri steyp verða latin í kappingini.
Veðrarnir verða býttir í tveir bólkar, teir veturgomlu fyri seg og tey eldru fyri seg. Nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fáa steyp.
Dómararnir í kappingini eru enn sum áður, Petur Karl av Rana og Ásmundur Bærentsen av Tvøroyri. Óli í Hjøllum úr Porkeri og Frits Poulsen úr Sumba og tað vera teir vakrastu veðrarnir í hvørjum bólki, sum fáa steyp.
Steypini hava Suðuroyar Ullvirki í Vági, Bakkhús í Hvalba, Føroya Sparikassi og Sosialurin latið.
Eliesar Poulsen sigur, at seinni í heyst verða sýningar í øðrum bygdum í Suðuroy eisini og at enda er so ætlanin at hava eina oyggjarsýning, har teir vakrastu veðrarnir frá øllum sýningunum vera við.
Vunnið øll árini
Hesi seinastu árini er eisini eitt serligt steyp latið til tann tyngsta veðrin. Hetta steypið er nú latið í seks ár og hvørja ferð er tað sami maður, Hermund Hentze, sum hevur vunnið. Í fjør vigaði tyngstu veðrurin hjá honum 95 kilo.
Men Eliesar Poulsen sigur, at í ár eru tað fleiri, sum ætlað, at Hermund skal ikki vinna steypið sjeynda árið á rað.
?Tað ljóðar, at menn hava gjørt seg út at taka kappingina og ætla at bjóða Hermundi av í kappingini um tann tyngsta veðrin. Teir hava gjørt serliga væl við onkran veðr í ár, so tað verður spennandi at vita, hvør fær steypið í ár sigur Eliesar Poulsen.