Brekað í Suðuroy hart rakt av sparingum

Bussurin hjá varda Verkstaðnum í Vági er nú spardur burtur. Avleiðingin er, at fleiri brekað mugu halda uppat á Verkstaðnum

 

Sparing

 

 

 

Á varda Verkstaðnum í Vági er lagið í botni. Orsøkin er, at í næstu viku, mugu fimm av teimum, sum hava havt sína dagligu gongd har, halda uppat á Verkstaðnum.

 

Tað eru sparingar hjá Landsstýrinum sum gera, at tey nú mugu halda uppat á Verkstaðnum.

 

Játtanin hjá Almana- og Heilsumálastýrinum til Serstovnadeildina strekkir ikki til og tí skal sparast.

 

Og ein av sparingunum er, at vardi verkstaðurin í Vági hevur fingið boð um at niðurleggja koyringina hjá bussinum, sum er knýttur á versktaðnum.

 

Talan er um bussin, sum koyrir tey brekaðu heimanífrá í allari Suðuroynni, á Verkstaðið hvønn morgun at arbeiða og koyrir tey heim aftur um kvøldið.

 

Men nú er greitt, at bussurin koyrir bara hesa vikuna afturat, tí 1. oktober skal koyringin halda uppat.

 

Ætlanin er so, at tey brekaðu, sum brúka Verkstaðið, skulu koyra til og frá við Bygdaleiðum

 

Tað, sum Landsstýrið sparir við at niðurleggja koyringina, er 100.000 krónur um árið.

 

Hinvegin heldur bussurin fram at koyra fólk til fysioterapi, svimjing og annað -fyribils í hvussu so er.

 

 

 

Stórar avleiðingar

 

Tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri tey brekaðu, sum brúka Verkstaðið, at busskoyringin nú má halda uppat.

 

Palli Jacobsen, sum er leiðari á Verkstaðnum, sigur, at hann hevur greitt serstovnadeildini frá, at hendir tað, at bussurin má gevast, fer virksemið hjá Verkstaðnum at minkað ein triðing,

 

Hetta er tí, at fleiri av teimum, sum brúka Verkstaðið mugu halda uppat, um bussurin gevst.

 

Leiðarin á verkstaðnum sigur, at tað er púra greitt, at heldur bussurin uppat at koyra, vera tað fimm av teimum 15 brúkarunum, sum ikki longur fáa arbeitt á verkstaðnum.

 

Harafturat var ætlanin at onkur skuldi koma á Verkstaðið afturat eitt sindur seinni, men tey hava givið avboð, nú bussurin heldur uppat.

 

Talan er fyri tað mesta um fólk, sum búgva á Tvøroyri.

 

? Hetta eru brekað fólk, sum eru so illa fyri, at tey hava brúk fyri serflutningi og tí hava tey ongan sum helst møguleika at koyra aftur og fram við Bygdaleiðum soleiðis sum ætlanin nú er.

 

Hann sigur, at bussurin hjá Verkstaðnum koyrir heim eftir fólki og koyrir tey aftur til dyrnar.

 

? Tað er neyðugtfyri at hesi fólkini kunnu brúka Verkstaðið, tí tey eru so illa fyri. Men hesa tænastu veitir Bygdaleiðir ikki og tað er ongin møguleiki hjá hesum fólkum at ferðast til og frá steðgiplássunum hjá Bygdaleiðum, tí tað er ov langt.

 

Hann sigur eisini, at koyringin hjá Bygdaleiðum passar stak illa til upp- og afturlatingartíðirnar hjá Verkstaðnum.

 

Palli Jacobsen sigur, at tey hava verið í sambandi við Bygdaleiðum fyri at vita, um tey fáa Bygdaleiðir at átaka sær hendan flutningin eisini.

 

? Men haðani kom onki svar. Nú hevur leiðslan á Serstovnadeildini aftur skrivað til Bygdaleiðir at vita, um tey kunnu átaka sær flutningin.

 

Men yvirhøvur hevur Palli Jacobsen onki álit á, at tað fer at bera til at fáa Bygdaleiðir at veita teimum brekaðu somu tænastu, sum tey hava, nú Verkstaðið sjálvt hevur havt busskoyringina.

 

-Bygdaleiðir er ikki fyri fólk, sum ikki eru fullfør. Talan er í nógvum førum um serflutning og um fólk, sum skulu hjálpast í bussin og úr honum aftur og sum mugu heintast heima og koyrast aftur til dyrnar. Og tað skal vera løgið, um Bygdaleiðir kunnu átaka sær tað uppgávuna eisini uttan at tað fer at kosta nógv meiri ? í hvussu so er ikki nú Bygdaleiðir skulu á privatar hendur.

 

Palli Jacobsen heldur, at tað er stórt spell, at tað nú verður neyðugt at minka um virksemið hjá varda Verkstaðnum.

 

?Heldur áttu vit at økt um virksemið, tí tað hava vit møguleikar til til - og tað eru fólk, sum hava hug at koma á Verkstaðið.

 

 

 

 

 

 

 

?