Lumpan og lirkan

Sagt av einum kendum tjóðveldismanni

 

Finnleif Guttesen

Tvøroyri

?????????????????



Hetta heiti mugu teir ráðandi í verandi samgongu fáa, tí starvslýsingarnar í bløðunum í dag 26. september 2001 kunnu ikki verða meira avdúkandi viðvíkjandi, at siga eitt, men meina nakað heilt annað, fyri at tøla (lumpa) útjaðaran.


Størv í kolvetnisumsitingi eru leys at søkja:

Í Klaksvík, leiðari við útbúgving frá hægri lærustovni til deildina, sum skal skipa fyri hvørjir aðrir partar skulu liggja í Suðuroy.

Eg meini tað.

Í Klaksvík, tveir løgfrøðingar cand.jur og tveimun roknskaparfrøðingum.

Í Suðuroy, tvey størv har viðkomandi skal hava skrivstovuútbúgving, verða arbeiðssom og eru arbeiðsuppgávurnar m.a.: barsilsskipanin, fríðtíðarløn og frítíðargrunnur, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur og allernådigst skráseting av persónstølum í samband við oljuvinnuna.

At hetta kemur undir yvirskriftina kolvetnismál, kann bert verða fyri at tøla suðringar.

Við slíkum framferðarhátti er ógvuliga ilt at fáa eyga á økismenningina, sum samgongan tosar um, men lítið ger við og harafturat ber til at siga, at ávísir politikarar mugu kallast orðloysingar um hatta er at deila størvini millum Klaksvík og Suðuroy.

Livst so spyrst.