fyrrverandi stjórin í Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr. Eitt av stóru ynskjunum hjá honum í mong ár hevur verið nettupp at fáa ein slíkan sáttmála. Nú hevur tað loksins eydnast soninum í stjórasessinum at [...] at fáa ein stóran sáttmála í hús. -Eg ynski bæði Skipasmiðjuni og Thor alt tað besta og vóni, at hetta fer at hepnast. Tað hevur nógvan týdning fyri skipasmiðjuarbeiði í Føroyum sum heild, at slíkur sáttmáli
einskilt. Í grein í Sosialinum tann 18. november 2005 segði hann millum annað: - Vit tosa um annað og meira enn eitt vanligt handilsligt felag. Atlantic Airways varð stovnað fyri at menna flogferðsluna í Føroyum [...] fram til 2011 flogið fyri felag í Suðuramerika. - Hatta fall mær sera tungt fyri bróstið, og eg haldi, at hetta er ótrúliga frekt sagt av Johan Dahl. - Vit eru nógv, sum í nógv ár hava lagt eitt sera stórt [...] eitt nú hjá Mærsk, at hetta felagið bert fór at vera til í einar 2-3 mánaðir, men hetta hava vit so dyggiliga mótprógvað. Atlantic hevur nú verið til í meira enn 25 ár, og tað er langt síðani, at Mærsk gavst
hendi til dømis tá danska matstovan Noma í 2017 lat aftur. Hon hevði tá tvær Michelin-stjørnur, sum matstovan misti. Men hon fekk báðar aftur í 2019 og ta triðju í 2021. Tí mundu tey flestu vænta, at Koks [...] Hon er ikki bara stongd. Hon er flutt úr Føroyum og til Illimanaq í Grønlandi og hevur nú grønlendskar rávørur sum sítt vørumerki. Kortin eyndaðist tað Koks í gjár at varðveita báðar stjørnurnar, tá Michelin [...] Michelin býtti út stjørnur til matstovur í Norðurlondum á tiltaki í Stavanger í Noreg. – Hetta var ófatuliga flott og yvirraskandi, sigur Gutti Winther, kokkur. Hann vísir á, at er sera óvanligt, at ein
búð niðri í nøkur ár, so eg veit júst, hvussu nógv betri umstøðurnar eru eitt nú í Danmark. Pengar halda hjúnum saman At vit mugu ikki gera umstøðurnar betri hjá einligum forsyrgjarum í Føroyum eitt nú [...] einligum forsyrgjarum í kvøld í tíðindasendingini, men eg hoyrdi Anfinn Kallsberg, tingmann hjá Fólkaflokkinum, og eg hoyrdi hvussu nógv betri einligir forsyrgjarar hava tað í londunum uttan um okkum og [...] eiga: Tjóvur trýr øll stjala! Vit liva í einum framkomnum landi, og vit hava júst í dag sett kósina móti, at Føroyar skulu verða eitt av bestu londunum at búgva í um ikki so mong ár, og vit eru sámiligir
útlendingar eru sera virknir aðrastaðni í føroyskum vinnulívi, eitt nú í alivinnuni, eins og føroyingar eisini eru nógv virknir í vinnulívinum uttan fyri Føroya. Eg eri samdur í, at vit eiga at hava ræði á okkara [...] broytingarnar í sjófeingislógini fara at gera fiskivinnuna til ein lønsama og samfelagsgagnliga vinnu. Grundleggjandi verða feløg, sum í dag tjena pengar og geva stórt íkast til føroyska búskapin, skerd í sínum [...] norður og eystur Føroyum, sum verða meint rakt. Hetta er hugsoytt. Serliga tá hugsað verður um, at hesi feløg – í tráð við politiska viljan – hava arbeitt í tráð við og innan fyri lógina, sum hevur verið galdandi
samfelagið. Meðan 2 prosent ganga í kirkju og á møti fast í Danmark og Svøríki, er talið 25 prosent í Føroyum. Hetta vísir greitt, at átrúnaðurin hevur sterka støðu í Føroyum, og at bondini millum fólk gjøgnum [...] onnur. Í Føroyum hava vit tí ongantíð tikið fólkaræðiliga støðu til, hvussu tætt átrúnaður og fólkastýri skulu hanga saman. Men í uppskotinum um nýggja føroyska stjórnarskipan stendur, at í Føroyum hevur [...] so varð ikki. Í USA hendi júst tað øvugta, tí átrúnaður hevur altíð havt eina sterka støðu í samfelagnum. Í Danmark er átrúnaðurin veikur og hevur so at siga onki annað eyðsýnt pláss í samfelagnum enn
hava felags skrivstovu í hugnaligu amtslæknahúsunum við Rættará í Havn. 37 ára gamla Maria Skaalum Petersen granskar serliga í genetiskum orsøkum til Parkinsons sjúku í Føroyum. Lutfalsliga nógvir føroyingar [...] frástøður o.s.fr. Tað er sera áhugavert og spennandi at granska í Føroyum. Vit hava eitt gott granskingarumhvørvi á deildini, og at búgva í Føroyum er tað, eg helst vil, sigur Maria Skaalum Petersen. - Pol [...] gransking koma í stóra mun aðra staðir frá – og tá er tað í stóran mun uttan úr heimi. Maria Skaalum Petersen, sum granskar í orsøkum til parkinsonsjúkuna, og Jónrit Halling, sum granskar í autismu og
ótrygg, tí tey meta seg vita alt ov lítið og verða ov illa kunnað. MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, hevur tí tikið stig til at skipa fyri almennum fundi, har endamálið er at lýsa málið frá so nógvum [...] sum hava serligan tørv og sum bæði stýrini varða av í felag. Hin spurningurin er, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til børn undir skúlaaldri, børn í skúlaaldri og børn við talu- og hoyritrupulleikum. [...] dur, og við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, Óluva Vilhelmsen, umboð fyri foreldur,
steðga øllum innflutningi av makreli úr Føroyum og Íslandi orsakað av trætuni um makrelbýtið. Richard Benyon (myndin) sigur, at innflutningsbannið er seinkað í pappírsarbeiðinum hjá ES, og at nú verður [...] eftir, at ES-tingið skal avgreiða málið. Hann fýlist á, at arbeiðið tekur alt ov langa tíð og sigur, at í málum av hesum slagnum ræður um at bera skjótt at. Við blaðið Shetland Times sigur bretski fiskimál
loknar til ta tíð, ein slík løggilding ætlandi skal setast í verk? Í viðmerking til spurningin vísir Hanna Jensen á, at nógv byggivirksemi er í Føroyum og hevur verið tað leingi. Ikki minst verður av øllum [...] Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur sett fram spurningin í einum grein 52a fyrispurningi til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í vinnumálum. Ítøkiliga spyr Hanna Jensen soleiðis: 1. Hvussu gongur [...] stu málunum í okkara samfelagi. – Tá so er, kemur til sjóndar, hvussu stórur tørvur er á eitt nú meistaraútbúgving og løggilding innan byggivinnuna, bæði fyri at tryggja góðsku og trygd í arbeiðinum hjá