Ótrúliga frekt av Johan Dahl

- Tað fall mær tungt fyri bróstið, tá Johan Dahl segði, at vit í Føroyum ikki hava fólk, ið eru skikkað í arbeiðinum at leggja eina strategi fyri Atlantic Airways, sigur Hans Hansen, fyrrverandi flogovasti.

Johan Dahl svaraði í vikuni fyrispurningi frá Høgna Hoydal um Atlantic Airways. Millum annað spurdi Høgni Hoydal, hví tað var ein donsk fyritøka, sum skuldi hjálpa til, nú nýggj strategi skal leggjast fyri felagið.

 

Til hetta svaraði Johan Dahl, at arbeiðið varð boðið út millum tríggjar útlendskar fyritøkur, tí mett varð ikki, at nøkur føroysk fyritøka var, sum hevði neyðugu førleikarnar til hetta.

 

Hetta er follið fleiri fyri bróstið. Ein av hesum er fyrrverandi flogovastin á Atlantic Airways, Hans Hansen, sum var við, tá felagið av fyrstan tíð fór á flog. Hans starvaðist hjá Atlantic fram til 2006 – herav 14 ár sum partur av leiðsluni. Hann fór tá frá við pensión, men tó hevur hann fram til 2011 flogið fyri felag í Suðuramerika.

 

- Hatta fall mær sera tungt fyri bróstið, og eg haldi, at hetta er ótrúliga frekt sagt av Johan Dahl.

 

- Vit eru nógv, sum í nógv ár hava lagt eitt sera stórt arbeiði við nógvari idealismu í Atlantic Airways. Felagið hevur mest sum uttan íhald havt yvirskot seinastu 20 árini, meðan flogvinnan kring okkum hevur havt serstakliga trupult við at fáa endarnar at røkka saman.

 

- Tá vit byrjaðu søgdu tey eitt nú hjá Mærsk, at hetta felagið bert fór at vera til í einar 2-3 mánaðir, men hetta hava vit so dyggiliga mótprógvað. Atlantic hevur nú verið til í meira enn 25 ár, og tað er langt síðani, at Mærsk gavst á Føroya-rutuni, so eg haldi tað vera beinleiðis niðrandi, tá Johan Dahl kemur við slíkum útsagnum, heldur Hans Hansen.

 

Sjálvur var Hans Hansen ímóti privatiseringsætlanunum, tá flogeflagið varð einskilt. Í grein í Sosialinum tann 18. november 2005 segði hann millum annað:

 

- Vit tosa um annað og meira enn eitt vanligt handilsligt felag. Atlantic Airways varð stovnað fyri at menna flogferðsluna í Føroyum, heldur enn fyri at tjena nakrar krónur her og nú, og skal sammetast við eina lívæðr í tí føroyska vegakervinum felagið er fólkaogn, hevur vaksið seg sterkt og er væl konsoliderað við kapitali og kunnskapi; tey virðir sum her eru bygd upp mugu bara ikki fara til einkis við eini skallutari avreiðing.

 

Og í dag er Hans Hansen sannførdur um, at rokið kring privatiseringina hevur skatt felagið almikið.

 

- Tú hevur havt politiskt rok um felagið, og nú verður felagið 70 mió kr. veikari, enn tað var. Tí ´nú skal felagið betala tað, sum tað kostar at fáa tað av marknaðinum. Hvør nýggja strategi’in er, veit eg einki um, men hetta fer so ikki at gera felagið sterkari. Og vit hava fyrr sæð dømi, har sterk og væl rikin feløg eru farin av knóranum, tá sonevndu “klóku” høvdini eru komi til. Ringasta dømi um hetta var væl norska Braathens, sum í hálva øld var eitt sterkt og væl rikið felag. Tá gamli Braathen legði árarnar inn, komu nýggjar kreftir til, men tað tók so bara fimm ár hjá hesum klóku høvdum at bróta alt niður. Eg vóni ikki, at hetta verður gongdin við Atlantic, men vit hava eitt orðafellið, sum sigur, at bert lúsin útlendsk er, dintil yvir høvur er.