Bretski fiskimálaráðharrin, Richard Benyon, er nú farin at ótolnast eftir, at ES skal steðga øllum innflutningi av makreli úr Føroyum og Íslandi orsakað av trætuni um makrelbýtið.
Richard Benyon (myndin) sigur, at innflutningsbannið er seinkað í pappírsarbeiðinum hjá ES, og at nú verður bíðað eftir, at ES-tingið skal avgreiða málið. Hann fýlist á, at arbeiðið tekur alt ov langa tíð og sigur, at í málum av hesum slagnum ræður um at bera skjótt at.
Við blaðið Shetland Times sigur bretski fiskimálaráðharrin, at hann brúkti alla sína orku til at fáa Føroyar og Ísland aftur til samráðingarborðið, men til fánýtis.