Òlavur í Beiti
·····
Meta fólkafloks- og miðflokkapolitikarar, at vit menniskju eru ein fiskastovnur sum krevur stovnsrøkt ella hvat?
Nú hoyrdi eg tíverri ikki alt, Útvarpið nevndi viðvíkjandi einligum forsyrgjarum í kvøld í tíðindasendingini, men eg hoyrdi Anfinn Kallsberg, tingmann hjá Fólkaflokkinum, og eg hoyrdi hvussu nógv betri einligir forsyrgjarar hava tað í londunum uttan um okkum og sum vit javnan sammeta okkum við.
Eg veit tað, tí eg havi sjálvur búð niðri í nøkur ár, so eg veit júst, hvussu nógv betri umstøðurnar eru eitt nú í Danmark.
Pengar halda hjúnum saman
At vit mugu ikki gera umstøðurnar betri hjá einligum forsyrgjarum í Føroyum eitt nú við barnafadráttinum, tí vit vilja verja hjúnarbandið, nakað soleiðis hoyrdi eg at Miðflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu sagt! Hetta var teirra argumentatión, at barnafrádrátturin for at syndra eitt hjúnarband!
Tað kemur spekulatión í hetta, um vit gera umstøðurnar betri hjá einligum forsyrgjarum!
Altso tað sum Fólkaflokkurin og Miðflokkurin óttast er, at gera vit umstøðurnar hjá einligum forsyrgjarum betri við eitt nú barnafrádráttinum, so verður talið av hjúnaðarskilnaðum hægri enn tað er í dag!
Tað vil siga talan er um eitt slag av stovnsrøkt, sum hesir báðir flokkar vilja hava!
Og tað eru pengarnir sum gera, at Miðflokkamenn og Fólkafloksmenn eru giftir menn í dag!
Hugstoytt
Tað er ótrúliga hugstoytt og so ómenniskjansligt at hoyra slíkt frá politikarum sum siga seg verða kristnir menn og sum siga seg at liva í einum kristnum landi og aftur og aftur hevja seg í hesum kristiliga, at alt sum ikki hevur sama inntøkugrundarlag og sama familjumynsur sum teir sjálvir hava er spekulatión og súgving av tí almenna júgrinum, og slíkt illgresið skal hungrast og pínast, tí tað er ikki annað enn til fortreð!
Ella er tað gamla og sanna orðatakið sum vit eiga: Tjóvur trýr øll stjala!
Vit liva í einum framkomnum landi, og vit hava júst í dag sett kósina móti, at Føroyar skulu verða eitt av bestu londunum at búgva í um ikki so mong ár, og vit eru sámiligir borgarar her, sum royna at fáa alt at hanga saman bæði á ein og annan hátt, eisini vit sum eru einligir forsyrgjarar, so tað átti ikki at verið eitt sovorðið orðalag á so fjákutun støði og við so tápuligari argumentatión!
Tí eru tað pengarnir sum gera allan munin, jamen so høvdu tey einligu ikki verið einlig men høvdu livað saman við einum sum hevði eitt gott og vællønt starv!
Og halda tit, at tað eru pengarnir sum halda einum hjúnalagi saman, hvussu ber tað so til at tað eru hjún sum skiljast í dag nú meðan umstøðurnar hjá einligum forsyrgjarum eru sum tær eru!
Kristin fundamentalisma
Tað er ikki torført at finna fram til, hvussu nógv ein einligur forsyrgjari fær! Tað er heldur ikki torført at finna fram til, hvussu viðkomandi býr her í Føroyum! Eftirlitið er so gott, samfelagið er so lítið og øll vita alt um øll, so at vit fáa dansk-muslimskar tilstandir her, tað er púra óhugsandi!
Men slík agrumentatión sigur mær sjálvandi eisini, at tá ikki skott er millum kristindóm og politikk so verður orðalagið ein vavgreytur kristin fundamentalisma ílatin politiskan ham!
Vónandi er nýggja føroyska samfelagið eftir 2015 ikki bara eitt samfelag við fólkafloksmonnum og miðflokkamonnum, men eitt samfelag sum er eitt rikt samfelag og sum eisini tolir at hava einligar forsyrgjarar, sum av eini ella aðari orsøk komu út í hesa støðu.
Og lat meg eisini skunda mær at siga og geva tí ein social politiskan dám, sum bæði Fólkaflokkurin og Miðflokkurin kundu tikið meiri av í teirra politisku skrá, at vónandi verða tað heldur ikki so nógvir pengar í at verða einligur forsyrgjari, at hetta verður familjan anno 2015!
Tað er ikki tað eg hugsi um!