Nú er fráboðað ein 10% sparing í almennu miðfyrisiting-ini, og kann hetta ikki koma h óvart á tey, ið hava fylgt orðaskiftinum seinastu árini. Tað er sjálvandi hart, tá uppsagnir liggja í luftini, men [...] men tað skerst ikki burt, at miðfyristingin er vaksin ov nógv. Tað var bara ein spurningur um tíð, nær táttað fór at verða í, nú allir flokkar hava tosað um at minka um almennu umsitingina. Tað kann heldur [...] koma heilt óvart á tey, ið starvast í miðfyrisitingini, at sparingar koma, tí hetta gav seg m.a. sjálvt, tá blokkurin var skorin við einari millión um dagin í eini tíð við methøgum skattainntøkum. Bert
Rhodos. Har var hon í eitt hálvt ár. Eftir tað gekk leiðin til Marokko. Tá enn eitt hálvt ár var farið, varð kósin sett móti Kreta, har Jórun seinni skuldi fáa sítt núverandi heim. Tað var tá, at hon møtti [...] Har var hon í fimm ár, til hon fór at arbeiða í Rethimnon, har hon hevur verið síðani. Handilin er ein av teimum stásiligastu og mest vitjaðu í allari oynni verður sagt. Jórun dámar sera væl hetta arbeiðið [...] fjallabygdini Prines stutt frá Rethimnon. DÁMAR VÆL FÓLKIÐ Tað var ongantíð ætlanin, at hon skuldi blíva verandi á Kreta. Tað var meira av óvart ? ella var tað lagnan heldur enn tilvildin? Men hon hevur ikki angrað
útdeytt um 90 ár. Fyri 10 árum síðan var ein líknandi meting gjørd, og tá var føroyskt í sama bólki sum øll hini Norðurlendsku málini. Tey vóru øll søgd at vera trygg tá. Hetta merkir altso, at UNESCO metir føroyskt [...] hava verið fyri afturgongd seinastu 10 árini, tí nú er føroyskt farið ein bólk niður, so tað nú er í bólkinum, sum eitur viðbreki. Hetta er bólkurin, sum er best fyri av málunum, sum eru í vanda. Lítið broytt [...] vísindaligum greinum, sum føroyingar hava gjørt, eru á enskum. Hetta hevur sambært málfrøðinginum við sær, at føroyskt ikki verður ment eins nógv á hesum økjum, sum hevði verið ynskiligt. Styrkirnar Hinvegin
Føroyar at spæla. - Eg havi valt at royna nakað nýtt, og eg vænti at tað verður ein góð uppliving. Eg síggi tað sum ein møguleika til at byrja av nýggjum, og eg vóni at tað kann kick-starta mína karrieru [...] fyri nøkrum árum síðani var fyrstur málmaður á øllum teimum yngru landsliðunum hjá Danmark, spælir komandi kappingarár í føroyskum fótbólti. Hann skrivaði fríggjakvøldið undir ein 1-ára sáttmála við ÍF, [...] m hjá Danmark, spælt á stórum leikvøllum runt um í Europa. Hetta hevur gjørt, at eg kanska eri blivin nakað meira ótolin, enn eg átti. Hetta hevur eisini verið við til, at Oliver Korch fyrst skifti til
málað. Hetta var ein sera góð samanrenning og heiðran av H. C. Andersen, Odense, Føroyum, Íslandi og Grønlandi, har tjóðareyðkennini høvdu góða rúmd. Klaksvík kann vera errin av gávu síni, eins og vit [...] veggjamálninginum, Svanadrotningin, sum er málað á veggin í eini av størru móttøkuhøllunum í bygninginum. Hetta er gáva frá Klaksvíkar býráð til bygningin, sum Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentarnevndini [...] Sigmundur Ísfeld, føroyski sendiharri í keypmannahavn, bar kvøðu vegna Bjørn Kalsø, landsstýrismann. Ein “erhvervsklubur” er knýttur at Norðatlantiska húsinum, sum Jørgen Peter Poulsen er formaður fyri. Hann
eiga húsini, tey búgva í. Og ein skal hvørki vera frøðingur ella nakað annað fyri at skilja, at um fólk ikki eiga ríkiligt av peningi, tá pensjónin avloysir lønina, so er bara ein spurningur um tíð, til tey [...] Hetta er fyri at síðustilla leigarar og eigarar, og eisini fyri at fanga teir stóru DIS, NIS og FAS-fiskarnar, ið óhindraðir svimja gjøgnum meskarnar í skattatrolinum. Vælsignaði hugsandi fólk, at gerið [...] hús. Øll vilja eiga hesi somu hús. Bankarnir lata fígging, tá hús skulu byggjast ella keypast, og hetta lán verður afturgoldið ígjøgnum eitt drúgt áramál, - við skattaðum pengum, rímiligvís. So hevur verið
sum Heidi skal taka lut í, eitur British Trials, og er hetta ein kvalifikatiónskapping til Paralympics, ið verða seinni í ár. British Trials er ein ógvuliga stór og umfatandi kapping, har kappast verður [...] og tá var úrtøkan ikki at kimsa at. Tá kom Heidi aftur av flatlondum við fimm gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki í skjáttuni, og spennandi verður at frætta, um umrtøkan fer at verða eins góð [...] hendan kappingin er seinasta freist hjá bretsku íðkarunum at tryggja sær luttøku í Paralympics, men hetta er ikki nakað, ið Heidi noyðist at hugsa um, tí hon hevur langt síðani vunnið sær rætt til at taka
skuldi vunnið, og har við komið ájavnt VÍF í stigum, so hevur VÍF í løtuni ein málmun, sum er góð 50 mál betri enn Neistin. Ein málmunur, sum í seinasta enda kann vísa seg at verða gull verdur. [...] greiðir favorittar Eftir ætlan skuldi dysturin millum Tjaldur og StÍF spælast fyri viku síðani, men hetta var av ongum, tá klokkan í høllini ikki vildi rigga. Eftir skipanini áttu bæði liðini at hava frí í [...] ir eru enn partur av gullstríðnum, og skulu teir framhaldandi vera tað, er kravið ein sigur í kvøld. Neistin skal eins og StÍF royna seg móti einum botnliðið, og her er heldur einki at ivast í, at Neistin
sum hava gjørt hetta betri enn uppflytararnir. Munur á uppflytarum Er støðan góð í Silkeborg, so er hon munandi øðrvísi hjá hinum uppflytaraliðnum Køge. Teir hava einans vunnið ein dyst. Eins og Silkeborg [...] Silkeborg hevur Køge hálað fimm javnleikir í hús, men ósigurin fyri Holst og hinum í gjár, var nummar 13 hetta kappingarárið. Leingi varð tó ivast í, um dysturin millum HB Køge og Silkeborg IF skuldi spælast í [...] mudder og vandpytter var fordelt ud over noget, der bedst kan betegnes som en pløjemark«, skrivaði danska heimasíðan spn.dk eftir dystin. – Ja, vit ivaðust leingi í, um tað yvirhøvur var ráðiligt at spæla
og tí var natúrligt, at fólk fluttu til tær bygdirnar, har landbúnaðurin hevði bestu gróðrarlíkindini. Seinni kom slupptíðin, og tá blómaðu bygdir, har millum annað atløguviðurskiftini vóru góð. Fólkið [...] sjálvandi eisini í bygdunum sum liggja uppat hesum økinum), og her verður Skálafjarðartunnilin ein týðandi partur. Hetta fer at henda, líkamikið hvussu ofta vit brúka orðini miðspjaðing, útjaðarastuðul og bygdamenning [...] Sjálvandi er tað harmiligt, hvørja ferð ein smábygd doyr út. Tað munnu øll vera samd um. Men hava vit nakað val? Liva ikki av hugna Øll munnu vera samd um, at ein vissur hugni er í sluppum, torvskurði og