Heidi á veg til Bretlands

Eitt av okkara fremstu ítróttarfólkum, svimjarin Heidi Andreasen, fer í dag til Onglands, har hon um vikuskifti skal royna seg í stórari kapping

Fáur føroyingur hevur vunnið so nógv heiðursmerkir í altjóða ítróttarkappingum, sum svimjarin av Eiði, Heidi Andreasen. Ferð aftaná ferð er hon komin heim aftur á klettarnar við hópin av medaljum um hálsin, eftir at hon hevur luttikið í kappingum uttanlands.

Fyrst og fremst venjing
Heidi fer í dag til Onglands saman við venjara sínum, Remi Lamhauge, og leiðin gongur til Sheffield, har kappingin verður um vikuskiftið. Byrjað verður fríggjamorgunin, og kappingin endar sunnudagin.
Kappingin, sum Heidi skal taka lut í, eitur British Trials, og er hetta ein kvalifikatiónskapping til Paralympics, ið verða seinni í ár. British Trials er ein ógvuliga stór og umfatandi kapping, har kappast verður í øllum ítróttargreinunum, sum verða við á Paralympics í Athen seinni í ár. Remi Lamhauge sigur, at hendan kappingin er seinasta freist hjá bretsku íðkarunum at tryggja sær luttøku í Paralympics, men hetta er ikki nakað, ið Heidi noyðist at hugsa um, tí hon hevur langt síðani vunnið sær rætt til at taka lut í stóru kappingini.
Endamálið hjá Heidi við at taka lut í hesi stóru kappingini er fyrst og fremst at venja seg við at svimja í 50 metra hyljum, sigur Remi Lamhauge. Harafturat er tað eisini ein kærkomin møguleiki hjá ungu eiðisgentuni at kappast móti øðrum íðkarum í hennara bólki, sigur venjarin Remi Lamhauge.

Skal svimja í seks kappingum
Meðan Heidi er í Sheffield, skal hon taka lut í seks ymiskum kappingargreinum í British Trials. Hon skal svimja 50, 100 og 400 metrar frísvimjing, 200 metrar blandað, 100 metrar firvaldarsvimjing og 100 metrar ryggsvimjing.
Tá ið Heidi Andreasen herfyri tók lut í stórari altjóðari kapping í Esbjerg í Danmar, tók hon eisini lut í júst hesum seks kappingargreinum, og tá var úrtøkan ikki at kimsa at. Tá kom Heidi aftur av flatlondum við fimm gullheiðursmerkjum og einum silvurheiðursmerki í skjáttuni, og spennandi verður at frætta, um umrtøkan fer at verða eins góð, tá ið hon kemur heim aftur úr Sheffield mánadagin saman við venjara sínum.