inn um íslendsku verjuna, og hóast seinasta avleveringin ikki ordiliga sat, so vísti hetta, at føroyingar vildu okkurt. Men íslendingar vóru ikki veruliga órógvaðir í meira enn tíggju minuttir, tí tá kom [...] at Súni Olsen sat á bonkinum. Dysturin varð upplatin Longu frá byrjan í seinna hálvleiki byrjaðu útskiftingar, sum ofta oyðileggja ein venjingardyst at vera gjørdar. Hetta merkti tó ikki, at færri møguleikar [...] málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í síðunetið. So tað var ikki tað, at føroyingar vóru púra spældir av vøllinum. Men føroyingarnir vóru ikki nakað serliga neyvir. Bara ein roynd rakti málið, og tað var
síðan er nógv áhugavert tilfar savnað. Talan er um eina almenna søga um hópin av fólki og fyritøkum, heilt frá fyrst í 20. øld. Føroyska bilasøgan er ein stórur og týðandi partur av siðsøgu okkara og eitt [...] áðrenn 2022, tá vit kunnu hátíðarhalda at føroyska bilasøgan verður hundrað ár. Føroyska bilasøgan er ikki minni áhugaverd enn tann íslendska.
Megnaði ikki trýstið Og júst hetta er nakað, íslendingar spyrja seg sjálvar í dag. Hvussu ber tað til, at fíggjareftirlitið ikki hevur havt betri eftirlit við bankunum. Hetta er kortini ikki ein serligur [...] lítil og opin búskapur við einari so veikari íslendskari krónu, sum ikki var tengd at nøkrum øðrum sterkari gjaldoyra, kláraði ikki at standa ímóti trýstinum, tá børsirnir byrjaðu at krakka, fyrst í USA [...] og at teir nú vilja venda heilt upp og niður upp á teirra mátar at gera tað upp á. So talan er í veruleikanum um eina virðisbroyting, sum fer fram í samfelagnum. Men tað er ikki alt negativt við gongdini
av tí, sum hent er, er støðan í løtuni so ógreið, at mann als ikki er komin hartil. - Nei, tað eru vit slett ikki komin til enn. Tað var ikki fyrr enn í gjár, at okkara løgmálaráðharri boðaði frá, at nú [...] Men eg haldi ikki, at vanligi borgarin, sum situr heima og hyggur í sjónvarpið ella lesur bløðini fáa tað fatan, at talan bert er um svartskygd tíðindi, men tey hava tað sjálvandi ikki gott í løtuni, [...] politiskar fylgjur Men hon væntar ikki, at ein kanning fer at avdúka nakað ólógligt, tí sum hon sigur, at tey sum hava gjørt hetta hava gjørt tað, tí tey kundu, og ikki fyri at bróta nakra lóg. - Men vit
at hava funnið sín egna stíl. Hennara fortíð í jazzi fornoktar seg ikki, og tað ger tíðin sum progressivur rockari bestemt heldur ikki. Sjálv framførslan av løgunum er tann berandi kraftin heldur enn løgini [...] og syngur íslenskt sum ein innfødd, hevur Eivør varðveitt alt, sum er føroyskt við henni, og hevur ikki latið seg í nakran íslendskan ham. Og tað er júst hetta, ið íslendingar tykjast at dáma við føroysku [...] s fólk komin at hoyra Eivør tulka føroysk skjaldur og syngja sínar egnu, føroysku, sangir. At tey ikki skiltu orðini, legði eftir øllum at døma eingin nakað í, tí sum fleiri søgdu aftaná konsertina, so
útlandið Finnur hevur tó ikki heilt slept dreyminum um at koma uttanlands at spæla. - Um eitt tilboð kom við góðum treytum, hevði eg møguliga tikið av og farið einsamallur. Men eg hevði ikki spælt í meira enn [...] Joensen, og tey eru flutt í hús í Miðvági. Finnur vil ikki enn siga, hvar hann fer at spæla næsta ár. - Tað eru 3 feløg, sum hava vent sær til mín. Eg vil ikki siga nakað enn um, hvar eg fari at spæla, sigur [...] illa fyri. Tá misti eg áhugan, og eg hugsaði, at hondbóltur er ikki nakað fyri meg. Sæð í bakspegilinum dugi eg tó at síggja, at eg gjørdi ikki nóg nógv við tað. Í 2001 kom Finnur aftur til Føroya til H71
8 i kvøld. Tað er ikki bara í Íslandi og millum íslendingar, at áhugin fyri tí, sum nú er á skránni, er stórur. Sambært heimasíðuni hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, fara ikki færri enn átjan ú [...] Tað var hann, tí Kroatia ikki megnaði at kvalifisera seg beinleiðis í HM endaspælið. Tað var stórt vónbrot í Kroatia, tí eftir fyrstu umførini í undankappingini sá tað heilt gott út, og Kroatia tóktist [...] ganga illa, og úrslitini í 2013 hava ikki verið góð. Í mars vann Kroatia tveir teir fyrstu dystirnar – 2-0 ímóti Serbia og 2-1 ímóti Wales, men síðani hevur tað ikki roynst væl: 1-0 og 2-0 tap ímóti Skotlandi
tosaðu teir ofta um seg sjálvar sum eitt slag av nýmótans víkingum. Og kanska var samanberingin ikki heilt av leið, heldur Kristján Jóhann Jónsson, docentur í íslendskum bókmentum, sum í morgin heldur [...] liberalisma er tætt tengd at ídnaðarkollveltingini, sum ikki náddi Ísland fyrr enn í 20. øld. Tí fekk liberalistiska frælsishugtakið heldur ikki sama kjølfesti hjá íslendska fólkinum. - Eitt sigandi dømi [...] yrkjara sum Grímur Thomsen og hansara liberalistisku tankum. Ikki so løgið kanska, tí hann umboðaði jú eina menning, sum íslendska samfelagið ikki hevði upplivað, minnir Jónsson á . Hjá Grími Thomsen síggja
veita tænastu, heldur Rúni Hentze. ?Ikki tað, at føroyingar ikki eru blíðir og fyrikomandi, men við hvørt noyðist ein kortini tíverri at ásanna, at tænastan er ikki tann optimala, tá ein hevur við fre [...] annar hevur. Men hann heldur kortini, at tað, vit hava at bjóða í Føroyum, verður ikki nóg væl gagnnýtt. ?Tað er heilt vist, at kóparnir vestantil undir Sandoynni og fyri tann skuld kring allar oyggjarnar [...] duga heldur ikki alt til tað fullkomna, sigur hann. Tak nú hesar bóndagarðarnar, har fólk eru farin undir at taka í móti ferðafólki. Tey selja mjókakvoturnar og byggja summarhús. Duga ikki eitt orð av
vónirnar góðar um at virkið klárar skerini og kemur at venda verandi halli til vinning. »Alt hetta er ikki heilt ókomplicerað,« staðfesti Hans Johannes á Brúgv og vísti til at rækjuprísirnir í stóran mun liggja [...] fjør. »Roknskapirnir fyri í fjør eru ikki rættiliga lidnir enn, men tað er rætt at vit høvdu eitt stórt undirskot,« ásannaði Hans Johannes á Brúgv. »Hetta er ikki gott, men 2002 og 2003 vóru tvey ógvuliga [...] vissuliga enn ikki komin burtur úr hesari hørðu tíð við lækkandi marknaðarprísum og hækkandi kostnaðarstigi men O.C. Joensen er eitt væl konsoliderað virki og útlitini fyri framman eru hóast alt ikki so galin