Tað er so javnan, at tað prutlar undir lokinum í Íslandi, og tað er ikki so langt síðani, at landið seinast varð mint á veldugu kreftirnar, sum lúra og viðhvørt av álvara gera um seg.
Í hesum døgum prutlar tað av álvara undir lokinum í Íslandi, men nú er tað ikki vulkanir og eldur og øska og heitar keldur og jarðskjálvtar, sum eru ovast á dagsskrá. Nú er tað spenningurin, um tað man fara at eydnast íslendska fótbóltslandsliðnum at spæla seg í HM endaspælið, sum í juni og juli næsta ár verður í Brasil. Fyrri parturin av tí svarinum fæst í kvøld, tá ið Ísland og Kroatia bresta saman í Reykjavík, har fyrsta bríkslið verður klokkan 8 i kvøld.
Tað er ikki bara í Íslandi og millum íslendingar, at áhugin fyri tí, sum nú er á skránni, er stórur. Sambært heimasíðuni hjá íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, fara ikki færri enn átjan útlendskar sjónvarpsrásir at senda av Laugardalsvøllinum í kvøld.
Kroatia skal venda gongdini
Einasti snávingarsteinurin, sum er á vegnum ímóti Suðuramerika, er Kroatia. Landsliðið av Balkan er komið til Reykjavíkar, og Niko Kovac, venjarin, sigur seg vera sannførdan um, at tað fer at eydnast hansara monnum at spæla seg í HM endaspælið:
– Lagið er gott, og spælararnir, sum nú bíða eftir at spæla ímóti Íslandi, eru sera fokuseraðir á avbjóðingina, sum bíðar. Eg síggi í eygunum á teimum, at teir so fegnir vilja vísa, at teir eru betri, enn úrslitini seinastu mánaðirnar hava bent á, sigur venjarin, sum hevur ikki frítt av ampa av, at onkrir spælarar eru ivasamir, og at møguleiki er fyri, at aðrir verða leikbannaðir týskvøldið, tá ið liðini hittast í Kroatia.
Dysturin á Laugardalsvøllinum í kvøld er tann fyrsti, har fyrrverandi kroatiski stórspælarin, Niko Kovac, hevur ábyrgdina av liðnum. Um miðjan oktober varð Igor Stimac sagdur úr venjarastarvinum. Tað var hann, tí Kroatia ikki megnaði at kvalifisera seg beinleiðis í HM endaspælið. Tað var stórt vónbrot í Kroatia, tí eftir fyrstu umførini í undankappingini sá tað heilt gott út, og Kroatia tóktist hava beina kós ímóti Brasil. Men so fór at ganga illa, og úrslitini í 2013 hava ikki verið góð. Í mars vann Kroatia tveir teir fyrstu dystirnar – 2-0 ímóti Serbia og 2-1 ímóti Wales, men síðani hevur tað ikki roynst væl: 1-0 og 2-0 tap ímóti Skotlandi, 1-1 ímóti Serbia og 2-1 tap á heimavølli ímóti Belgia.
Jarðbundnir íslendingar
Í Reykjavík og kring alt Ísland er spenningurin øgiligur undan finaluni, sum fer at gera av, um Ísland fyri fyrstu ferð skal luttaka í HM endaspæli. Í OL í 2008 var íslenska hondbóltslandsliðið í finaluni. Tá var spenningurin í Íslandi so stórur, sum hann ongantíð áður hevur verið, og í hesum døgum er spenningurin soleiðis, sum hann var tað í døgunum upp undir OL finaluna fyri gott og væl fimm árum síðani.
Á Laugardalsvøllinum er pláss fyri umleið tíggju túsund áskoðarum. Nú úrslitini eru vorðin støðugt betri, er áhugin fyri at síggja landsliðið øktur munandi. Eftir trimum tímum vórðu atgongumerkini rivin burtur, og tað hevði einki verið fyri at selt tvífalda talið og fleiri enn so.
Svenski Lars Lagerbäck hevur við hepnari hond havt ábyrgdina av íslendska liðnum, sum við manning, ið hevur royndir í europeisku landskappingunum og í europeisku liðkappingunum, fyri fyrtu ferð hevur strítt og spælt seg fram til at standa á gáttini til HM endaspælið.
Svenski venjarin veit, hvat tað snýr seg um. Tá ið hann var venjari hjá svenska landsliðnum, megnaði liðið at spæla seg í fimm HM og EM endaspæl á rað.
– Eg havi ongan ampa av hugburðinum hjá spælarunum. Hann hevur altíð verið góður, men tað er neyðugt hjá okkum at hava bæði beinini á jørðini. Hetta verður avgjjørt í tvær ferðir 90 minuttir. Átta av okkara spælarum eru eitt gult kort frá leikbanni í Zagreb týsdagin, so tað ræður um ikki at leypa framav í kvøld, sigur íslendski venjarin, sum fegnast um, at tað tær seinastu ferðirnar hevur verið longri millum gulu kortini, enn tað var fyrstu umførini.
Íslendski venjarin sigur seg vera sannførdan um, at tað ber til hjá honum og hansara monnum at spæla seg í HM endaspælið. Um tað eydnast, so fer Ísland næsta summar at skriva søgu í Brasil. Tað búgva 321.857 í Íslandi. Fólkafátækasta tjóðin, sum higartil hevur luttikið í HM endaspælinum er Trinidad og Tobago, har íbúgvaratalið er 1,3 milliónir!
Umstøðurnar einki at siga
Hetta er ikki besta ársins tíðin at spæla fótbólt uttandura í Íslandi. Tað eru tveir mánaðir síðani, at landskappingin var liðug, men tað bilar ikki so nógv fyri dystarvenjingina hjá íslendsku spælarunum. Tað eru bara tríggir – millm teirra tveir av teimum trimum málverjunum - sum spæla í íslendskum feløgum. Hinir umboða feløg, sum hvørja viku spæla landskappingardystir.
Í Reykjavík hava teir upp undir týdningarmiklasta fótbóltsdystin nakrantíð í Íslandi lagt nógva orku í at syrgja fyri, at Laugardalsvøllurin er í so góðum standi, sum tað á nakran hátt ber til.
Hvussu veðrið verður í kvøld kunnu íslendingar ikki gera nakað við, og Lars Lagerbäck sigur seg ikki ganga so høgt upp í, um tað verður vindur ella regn ell kavi:
– Um líkindini verða vánalig, so verða tey vánalig fyri báðar partar. Flestu spælararnir kenna til at dystast á vetrartíð, tá ið tað er møguleiki fyri kava og vátaslettingi og vindi. Báðir partar mugu fyrihalda seg til veruleikan, sum hann verður í kvøld, sigur íslendski venjarin.
- - -
Íslendska liðið:
Málverjar
Hannes Þór Halldórsson, KR
Gunnleifur Gunnleifsson, Breiðablik
Haraldur Björnsson, Fredrikstad
Verja
Birkir Már Sævarsson, Brann
Ragnar Sigurðsson, FCK
Kári Árnason, Rotthermam United
Eggert GunnÞór Jónsson, Belenenses
Ari Freyr Skúlason, OB
Hallgrímur Jónasson, Sönderjyske
Kristinn Jónsson, Breiðablik
Sölvi Geir Ottesen, Ural
Miðja
Emil Hallfreðsson, Hellas Verona
Aron Einar Gunnarsson, Cardiff City
Helgi Valur Daníelsson, Belenenses
Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar
Birkir Bjarnason, Sampdoria
Rúrik Gíslason, FCK
Ólafur Ingi Skúlason, Zulte Waregem
Gylfi Þór Sigurðsson, Tottenham Hotspur
Guðlaugur Victor Pálsson, NEC
Álop
Eiður Smári Guðjohnsen, Club Brügge
Kolbeinn SigÞórsson, Ajax
Arnór Smárason, Helsingborg
Alfreð Finnbogason, Heerenveen