"Saga bílsins á Íslandi 1904-2004" er heitið á bókini, ið er í stórum formati og úti við 400 blaðsíður við hópin av góðum og forvitnisligum myndum og gomlum lýsingum. Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum hevur ognað sær eitt eintak av bókini, sum vit her sýna myndir frá.
Á myndunum sæst, at tað eru fleiri bilmerkir, sum hava verið í Íslandi, men ongantíð eru komin hendan vegin. Eisini hava teir altíð havt meira av amerikanskum bilum enn vit.
Fyrsti bilurin sum kom til Íslands í 1904 varð innfluttur úr Danmark, og longu í 1908 bleiv hann sendur aftur til Danmarkar. Tað gekk ógvuliga smátt við innflutningi av bilum tey fyrstu árini.
Tað er Sigurður H. Hreiðarsson, sum hevur skrivað bókina. Hann er føddur í 1938 og hevur m.a. arbeitt sum blaðmaður og skrivað um bilar í íslendskum bløðum.
Nú hava íslendingar hava so megnað at givið út eina áhugaverda bók, sum lýsir teirra bilasøgu í 100 ár. Føroya Ellisakfør hava í meira enn tíggju ár havt ætlanir um at geva út bók um bilasøguna í Føroyum.
Tað var í 1995 at samtykt varð í felagnum, at fara undir eina verkætlan til tess savna inn tilfar um bilasøguna í Føroyum, og geva út bók um evni.
Ein arbeiðsbólkur bleiv settur, og hesi árini síðan er nógv áhugavert tilfar savnað. Talan er um eina almenna søga um hópin av fólki og fyritøkum, heilt frá fyrst í 20. øld.
Føroyska bilasøgan er ein stórur og týðandi partur av siðsøgu okkara og eitt virðiligt minni um tey, sum løgdu lunnar undir eina vinnugrein, sum eftirtíðin hevur notið gott av.
Ætlanin var, at ein bók skuldi koma út í sambandi við at 80 ár vóru liðin síðan fyrsti bilurin kom higar til lands tann 6. mai 1922. Vónandi verður tað áðrenn 2022, tá vit kunnu hátíðarhalda at føroyska bilasøgan verður hundrað ár. Føroyska bilasøgan er ikki minni áhugaverd enn tann íslendska.