Tað vóru fá, sum væntaðu nakað serligt av venjingardystinum millum Føroyar og Ísland í Kópavági í gjár. Heili fýra leikarar góvu avboð til landsliðið, áðrenn tað fór avstað, og kavin í Føroyum seinastu tíðina hevur eisini avmarkað fyrireikingarnar til hendan dystin, sum føroyingar hóast alt vunnu í fjør, tá tað var órógv í hópinum, og Heðin Askham brádliga var a-landsliðsvenjari eina løtu.
Sjálvt ikki miðlarnir fingu mannað seg upp at gera nakað serligt burtur úr dystinum, og venjarin, Brian Kerr, legði longu fríggjadagin eftir føroysku feløgunum, sum brúktu landsliðsleikarar í venjingardystum bæði hósdagin og fríggjadagin.
Úrslitið gjørdist eitt – mann freistast at siga – vanligt 2-0 tap, so har var heldur onki, sum kom óvart á.
Byrjaðu væl
Men um tað var eldgosið í Íslandi sunnumorgunin, sum órógvaði íslendsku leikararnar meira enn teir føroysku, skal vera ósagt, men fyrstu løtuna vóru føroyingar omaná í høllini. Longu áðrenn tíggju minuttir vóru leiktir, høvdu føroyingar tríggjar ferðir spælt seg inn um íslendsku verjuna, og hóast seinasta avleveringin ikki ordiliga sat, so vísti hetta, at føroyingar vildu okkurt.
Men íslendingar vóru ikki veruliga órógvaðir í meira enn tíggju minuttir, tí tá kom Ísland til ein møguleika, sum onkur vildi kallað hepnan, men hvussu er og ikki, so megnaði Matthías Vilhjálmsson at skalla bóltin upp í høgra málhorn, uttan at Gunnar Nielsen – sum eisini vardi málið fyri júst einum ári síðan – hevði nakran møguleika.
Spælið javnaði seg út gjøgnum hálvleikin, og kanska hevði føroyska liðið bóltin meira, enn tað plagar at hava í sínum dystum. Hetta hevði millum annað við sær, at føroyingar fingu fleiri hornaspørk, men føroyingarnir fingu ongantíð ordiliga hótt íslendska málið.
Áðrenn føroyingar vardu, vóru íslendingarnir aftur upp á spæl. Tí í 37. minutti gjørdist støðan 2-0 til Ísland, tá Kolbeinn SigÞórsson fær bóltin úr høgru síðu og skorar úr stuttari frástøðu.
Føroyingar hildu á fram at royna at spæla bólt, men teir veruligu møguleikarnir komu ongantíð. Kanska eisini orsakað av, at Súni Olsen sat á bonkinum.
Dysturin varð upplatin
Longu frá byrjan í seinna hálvleiki byrjaðu útskiftingar, sum ofta oyðileggja ein venjingardyst at vera gjørdar.
Hetta merkti tó ikki, at færri møguleikar komu í dystinum. Tá liðini byrjaðu at skifta út, vísti tað seg nevniliga, at bæði liðini royndu meira fram eftir vøllinum, og hetta lat upp í báðum endum.
Íslendingar skutu nakrar ferðir á føroyska málið, og føroyingar skutu nakrar ferðir við síðurnar av íslendska málinum.
Størsti møguleikin hjá Føroyum kom helst í 68. minutti, tá fyrrverandi spælarin hjá Keflavík, Símun Samuelsen, enntá kom fram við íslendska málverjanum, áðrenn hann setti bóltin í síðunetið. So tað var ikki tað, at føroyingar vóru púra spældir av vøllinum.
Men føroyingarnir vóru ikki nakað serliga neyvir. Bara ein roynd rakti málið, og tað var tá Bogi Løkin skeyt bóltin úr høgru ímóti málinum hjá íslendingum, men tí tók málverjin sær av.
Fleiri skiftingar vórðu gjørdar í seinna hálvleiki, og tá komu millum aðrar, Súni Olsen og Atli Gregersen, sum annars hava verið fastir menn hjá Brian Kerr, inn á vøllin.
Eitt vanligt tap
Hóast Føroyar í hesum dystinum inni í høllini í Kópavági høvdu bóltin rættiliga fitt, og eisini megnaðu at gera fleiri ting, so var hetta skerda føroyska landsliðið ikki ført fyri at gera meira, enn vit ofta uppliva við landsliðinum. At tapa 2-0 ímóti Íslandi er sjálvandi ikki nøkur katastrofa, og tí verður hetta helst ein dystur, sum vit gloyma rættiliga skjótt, hóast teir tríggir Rógvi Poulsen, Jóan Símun Edmundsson og Høgni Zachariasen fingu sín fyrsta dyst frá byrjan í einum landsdysti nakrantíð.









