Amerada Hess í Føroyum til veitsludøgurða á hotellinum, har sum manningin búði, og seinni á kvøldi stevndu tey ?ungu? á beachparty, har hildið varð á til út á náttina. Tíðliga um morgunin varð so loyst [...] enda komin. Av teimum sjey kvinnunum, sum vóru við á ferðini, er tað nevniliga bara Anna Mohr, sum heldur fram at rógva. Hon tekur eitt tørn afturat við Páll Fanga. Kertin Rasmussen og Petra Hansen, ið róðu [...] Gongurólvi í fjør, verða ikki við í ár, tí manningin er avfarin, og Rannvá Madsdóttir á Riddaranum setst heldur ikki á bekk aftur, tí miðvágsmanningin er somuleiðis givin. Jarnbardur við kvinnum, sum saman
hjá Høgna Hoydal, um at fjølmiðlarnir fokusera uppá persónsmál í samband við atburðin hjá Pálli á Reynatúgvu, ljóðar heldur tómligt, eftir at ikki bara eitt, men tvey landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum [...] hann sigur, at avrik og ikki persónsmál eiga at verða tað, ið ein flokkur skal dømast eftir. Avrik á sjálvstýrisleið hava ikki verið nógv, hóast gangur hevur verið nógvur. Tað má hinvegin sigast at verða [...] er tað merkisvert í sær sjálvum, at man tvíheldur um tey, ið hava framt mistøk, men tveitti Signar á Brúnni, ið einki skeivt hevði gjørt, til hús. Tjóðveldisfólk eru ikki øll líka fegin um landsstýrisfólkið
og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann. Ósemjan kom rættiliga fram í ljósið, fríggjadagin, tá ið Finnur Helmsdal ikki vildi atkvøða fyri at avtaka stuðulin til uppihaldspening. Endin var, at Páll á Reynatúgvu [...] at á ein hátt skilji eg Finn Helmsdal. Heini O. Heinesen er formaður tjóðveldisfloksins á tingi. Og hann vil sum so ikki leggja seg út í stríðið ímillum Finn Helmsdal, sum hevur sitið eina tíð á tingi [...] avtalan varð gjørd. Heini O. Heinesen sigur, at hetta er ein partur av eini semju, sum landsstýrið gjørt á Viðareiði, tá ið fíggjarlógin skuldi gerast. ? Og eg havi í hvussu so er ikki verið við til at gera
og segði, hvussu væl honum hevði dámt framførsluna. Seinni bar so á, at Vár B. Jacobsen (dóttir Steinbjørn B. Jacobsen, red.) og Páll Danielsen skuldu gera barnasendingar, og tey vildu hava okkurt gamalt [...] vera ógvuliga trupult, tí ketturnar taka tað altíð niður aftur. Tá vit fara, setist hon aftur á krakkin á trappuni. Sólin skínur í Dali í dag, men kalt er úti hóast alt, men hetta tykist ikki at nerva [...] bjóðar okkum vælkomin til Dals, er ein illur gásasteggi, sum blakar seg upp ímóti síðuni av bilinum. Á trappuni í einum brúnum húsum situr Vilhelmina saman við manninum Hilmar, og veittrar til okkara. ?
síðan maskinmeistari við trolaranum "Nólsoyar Páll". Í 1958 varð Johan settur í starv sum eftirlitsmaður á Statens Skibstilsyn. Ansa tók við sum fyristøðukvinna á hvíldarheiminum NAINA í 1965 og var í hesum [...] uppi við Lágargarð; tá hon ikki var før fyri at halda hús longur, kom hon á Lágargarð. Í 1933 fór Ansa í læru sum sjúkrasystir á Dronning Alexandrines Hospital. Í 1936 fór hon niður, og starvaðist sum [...] Ansa var fødd á Stykkinum 13. juni 1913. Tey vóru átta systkin í barnaflokkinum hjá Elisabeth og Ludvig Christiansen, fimm brøður og tríggjar systrar. Ansa giftist við Johan Djurhuus úr Porkeri. Tá hann
Føðingar 25. apríl fingu Gunnvør á Norði, Miðvági, og Jóhan P. Poulsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 28. apríl fingu Annbritt Brynjolvsdóttir, Hoyvík, og Jan Thomsen, Klaksvík [...] Absalonsen, Vági, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3800 gr. 2. mai fingu Jacobina Thomsen og Páll Magnar Kjærbæk, Sumba, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4350 gr. 2. mai fingu Sigrun Davidsen [...] Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 5. mai fingu Sóley Einarsson, Lamba, og Jóhan á Lava Sundskarð, Klaksvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3450 gr. 6. mai fingu Eyðbritt Højgaard
tað tveir, sum higartil í ár ikki hava verið á vøllinum. Teir eru Bjarni Justinussen, sum er sonur gamla stórspælaran hjá GÍ, Símun Petur Justinussen, og Páll Rói Poulsen. At GÍ eigur nógvar ungar og evnaríkar [...] arar, sæst aftur á avrikunum í unglingadeildini. Har hevur liðið spælt seg í finaluna ímóti EB/Streymi. Finalan verður spæld mikudagin 18. juni. Í hálvfinaluni vann GÍ samanlagt 8?4 á NSÍ. Hvussu tað verður [...] ÆTTARLIÐSSKIFTI Vit arbeiða við at mynda nýtt FM lið. Tað er GÍ formaðurin, Jógvan Gregersen, sum vit hava á tráðnum. Hóast liðið hjá honum sunnudagin telvaði seg í góða støðu at røkka steypafinaluni, so heldur
kringin fingu høvi at uppliva tónleik og sjónleik á høgum listarligum stigi saman við vágafólki í Vágum. Leygardagin byrjaði Vágakórið við várkonsert á Giljanesi. Um kvøldið framførdi Havnar Sjónleikarfelag [...] verður tað bert stórur vinningur. Á Giljanesi hava vágafólk eina sera góða konserthøll, sum ætlanir eru um at pussa upp og gera hugnaliga til alføroyskar konsertir á høgum musikalskum stigi. Orfeus konsertin [...] tónarnir úr Partititu nr. 3 E-dur hjá Bach á violinini hjá Sámali Petersen fylti rúmið. Teir tríggir partarnir hóskaðu júst til tær tríggjar kvinnurnar, Ingálvur setti á løriftið fyri góðum tríati árum síðan
virkið hjá Jóhan Páll Joensen eisini er kundi hansara. Í kæruni, siga feløgini, at Jóhan Páll Joensen, sum er nevndarformaður í Føroya Banka og Leivur Michelsen, sum er fíggjarstjóri á Føroya Fiskavirking [...] varasemingsmaðurin er í. - Tí meta vit tað vera rætt at boða frá, at vit ikki hava álit á varasemingsmanninum. Feløgini heita á Vinnumálaráðið um at taka hetta mál upp. Tey halda tað vera átaluvert, um Suni Schwarts [...] at feløgini meta mannin ógegnigan og vísa til hansara tilknýti til arbeiðsgevararnar gjøgnum starvið á grannskoðarafyritøkuni, KPMG. Í fyrsta lagi vísa feløgini til tað, tey kalla, "løgnu mannagongdina,
Hon varð fødd á Eiði, haðani mamman Lovisa var. Páin Jógvan Páll Fjallsbak varð føddur á Skarði. Tey giftust í 1936 og búsettust á Eiði, men fluttu síðan til Klaksvíkar at búgva og at enda til Havnar. [...] realprógv í 1960. Hon fór at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Norðlýsinum, har Símun Hansen var stjóri og blaðstjóri. Hon var eisini á háskúla í Helsingør, arbeiddi í handlinum á Stongunum og skrivstovuni hjá Kjølbro [...] Lovisa og Jógvan Páll fingu 6 børn. Odd og Hans Eliesar búgva í Klaksvík. Poul Erik í Miðvági. Snorri býr í Havn og Herbein í Keypmannahavn. Jógvan Páll átti farmaskipið Elsu F, kallað upp eftir einastu