Ansa Djurhuus deyð

30. apríl andaðist Ansa Djurhuus, fyrrverandi fyristøðukvinna á hvíldarheiminum Naina, 89 ára gomul.

Ansa var fødd á Stykkinum 13. juni 1913. Tey vóru átta systkin í barnaflokkinum hjá Elisabeth og Ludvig Christiansen, fimm brøður og tríggjar systrar.
Ansa giftist við Johan Djurhuus úr Porkeri. Tá hann doyði í 1992, seldi Ansa húsini í Varðabú í Havn, og flutti í varda íbúð uppi við Lágargarð; tá hon ikki var før fyri at halda hús longur, kom hon á Lágargarð.
Í 1933 fór Ansa í læru sum sjúkrasystir á Dronning Alexandrines Hospital. Í 1936 fór hon niður, og starvaðist sum sjúkrasystir í Keypmannahavn.
Heim aftur komin eftir kríggið búsettust tey í Havn. Tá Christian Holm Jacobsen, útgerðarmaður, í 1947 bygdi nýggjan trolara í Onglandi, hevði Johan eftirlit við byggingingini, og varð síðan maskinmeistari við trolaranum "Nólsoyar Páll". Í 1958 varð Johan settur í starv sum eftirlitsmaður á Statens Skibstilsyn.
Ansa tók við sum fyristøðukvinna á hvíldarheiminum NAINA í 1965 og var í hesum starvi, til hon legði frá sær fyri aldur í 1983. Ansa hevði góð evni sum fyriskipari, og tey árini hon var fyristøðukvinna, varð hvíldarheimið munandi víðkað og nútímansgjørt.

jl