tað hjálpir lítið at avtofta verandi fyri at byggja upp ein nýggjan. Tað minnir ikki so lítið um »Medens græsset grod, dør horsemor«. Landsstýrismaðurin heldur fyri, at hetta sum hann nú ætlar, kemur at [...] tann stuðul, sum skal til, so vilja vit fremja tiltøk fyri at varðveita verandi búskaparmynstur, soleiðis at tað eisini verður liviligt uttan fyri miðstaðarøkið. Bogi Mortensen, stjóri í Vági, er ein maður [...] hava skilt vanda. Avleiðingarnar av ætlan samgongunnar verða ein avtoftan av útjaðaranum til fyrimuns fyri miðstaðarøkið, tí tað er greitt, at mynstrið er, at alt skal samskipast á einum øki, ja, eisini f
Hinvegin hækkaði gjaldið fyri stormtrygging tann 1. apríl 1993, og ein sjálvábyrgd varð áløgd fyri stormskaðar fyri at avmarka hækkingina. Henda hækking var eitt úrslit av teimum sera nógvu stormskaðunum [...] fylgjandi skaðaorsøkum: eldi, vatni, stormi, omanlopi, glopraregni og frostspreinging, var gjaldið fyri hesa trygging 4,5 o/oo av tí tryggjaða virðinum. Sama trygging kostar í dag 2,25 o/oo av tí tryggjaða [...] 1980, og eisini kann nú teknast ein pakkatrygging, ið veitir besta dekningin. M.a. er eingin vandi fyri undirtrygging, um tygum velja eina pakkatrygging. Lækkingin í hesum tíðarskeiðnum skal síggjast í
Hesar rembingar síggjast fyri ein part á tryggingar- og uppsparingarmarknaðinum, eftirsum tað eru alt fleiri, ið tekna privatar skipanir at hava aftrat almennu eftirlønini. Og fyri ein part síggjast hesar [...] samdur við landsstýrismannin í hesum, at tað almenna ikki framyvir verður ført fyri at figgja eina nøktandi eftirløn fyri allar samfelagsborgarar. - Hóast almenna fólkaeftirlønin í rúma tíð enn verður [...] arbeiðsmarknaðareftirløn fyri sínar limir; ætlandi verður inngjaldið átta prosent, tá ið tær endaliga eru komnar í fasta legu. Hendan gongdin, at fakfeløg gera eftirlønarskipanir fyri sínar limir, hevur eisini
av tí at hetta orðið ikki er at finna í áðurnevndu bók, men orðið stovnur stendur fyri seg, og orðið fæ stendur fyri seg. Orðið fæ verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi [...] vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi samanfløktum orðavavstri, serliga hjá teimum, ið ikki [...] ikki hava tann stóra skúlagangin at heinta hjálp frá, fyri at tey kunnu fylgja við, hvat ið gongur fyri seg í egnum landi! Vit byrjaðu við føroyskum, fløktu okkum inn í eitt danskt, og mín sann, um ikki
lag. Sostatt er meginfelagið hjá føroysku handverkarunum viknað við tí størsta lokalfelagnum við teimum flestu limunum. Formliga verða teir gott 400 limirnir í Havnar Handverkarafelag meldaðir úr meginfelagnum [...] í vár. Havnar Handverarafelag helt sín 48. ársaðalfund mikukvøldið, og hann var samstundis ein av teimum fjølmentastu, sum verið hava. Næstan 120 limir vóru á fundi og tað er av tí mesta. Men tað vóru eisini [...] undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag. Og tað fekk nevndin dygga undirtøku fyri. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at næstan allur aðalfundurin tók undir
kappingina, tí tað er oyðileggjandi fyri bátar, sum ongan stuðul fáa, um henda milliónin t.d. verður brúkt til at keypa fiskidagar fyri. Annars heldur hann, at tað er nógv fyri at hoyra somu, gomlu 3serfrøðingar3 [...] fara fyri skeytið, hava ávaringarnar ljóðað. Hinvegin eru ikki nógvir reiðarar, sum vilja siga, at teir eru púra samdir við John Petersen í, at stuðlin eigur at verða tikin av. Men ein av teimum er hó [...] skjótt. Hann beinleiðis eggjar honum at halda fram og ikki at geva eftir fyri tí ómetaliga trýsti, sum liggur á honum frá teimum, sum ikki vilja missa stuðulin. Tí hann er púra sannførdur um, at hann er
vil gera alt fyri at fáa genturnar í ónáði, og filmsleikstjórin Piers (Alan Cumming) er alla tíðina í vegin fyri øllum. Tann valdsmikli maðurin Chief (Roger Moore), sum stendur aftan fyri sukseina hjá [...] Managarin hjá teimum, Clifford (Richard E. Grant) er upp undir hendur í arbeiði. Tað er fyrstu fer, at Spice Girls skulu á pallin framman fyri einum so stórum publikumi, og nervarnir eru við at breiða [...] forstáilsi fyri ynski teirra um, bert at halda frí onkuntíð. Men mitt í øllum rokinum og fyrireikingunum er besta veninda hjá gentunum, Nicola (Naoko Mori) við at eiga, og einki skal tarna teimum í at vera
fiskivinnustjórin í Tinganesi Kjartan Hoydal. Men so fór hann í farloyvi, og fyri kortum var hann valdur formaður í nevndina fyri fyrsta føroyska, privata, oljufelagið Atlantic Petroleum, sum ? um tað mesta [...] neyðugt Nevndarformaðurin í føroyska oljufelagnum dylir tó ikki fyri, at neyðugt verður hjá felagnum at fara í samstarv við okkurt av teimum stóru útlendsku oljufeløgunum, sum hava áhuga at bora eftir olju [...] verður rikið eftir reint handilsligum treytum. Hann er heldur ikki bangin fyri, at hetta privata oljufelagið fer at leggja fót fyri einum almennum føroyskum oljufelag. Hann vísir til frágreiðingina hjá O
Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika. Av tí sama er áhugin fyri júst hesum endaspælinum nógv størri enn [...] úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar bílagt atgongumerki. Av tí at FSF er eitt av teimum heilt smáu sersambondunum undir FIFA, hevur tað fyrr ikki staðið á hjá fótbóltssambandinum at fáa
Komandi vikuskifti skipar B36 fyri óalmennari FM-kapping í innandurafótbólti fyri børn og ung í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Sigfríður Clementsen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tey hava valt [...] valt at kalla kappingina fyri eina óalmenna FM-kapping, so tað eru feløgini, ið melda lið til, í staðin fyri tað vanliga, har øll kunnu vera við. ? Tað vísir seg ofta í innandurakappingum, at tað eru ov [...] ov fá góð lið. Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til tað, men vit hava so valt at kalla aðra av teimum báðum innandurakappingunum, B36 hevur hvørt ár, soleiðis, sigur Sigfríður Clementsen. Byrja klokkan