Komandi vikuskifti skipar B36 fyri óalmennari FM-kapping í innandurafótbólti fyri børn og ung í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Sigfríður Clementsen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at tey hava valt at kalla kappingina fyri eina óalmenna FM-kapping, so tað eru feløgini, ið melda lið til, í staðin fyri tað vanliga, har øll kunnu vera við.
? Tað vísir seg ofta í innandurakappingum, at tað eru ov fá góð lið. Tað skal sjálvandi eisini vera pláss til tað, men vit hava so valt at kalla aðra av teimum báðum innandurakappingunum, B36 hevur hvørt ár, soleiðis, sigur Sigfríður Clementsen.
Byrja klokkan níggju
Spælt verður í seks aldursbólkum: Smápiltar, piltar, smádreingir, dreingir, gentur 10-12 ár og gentur 12-14 ár.
Í mesta lagi tvey lið frá hvørjum felag sleppa við í kappingina. Byrjað verður leygardagin klokkan 9.00 við smápiltum, klokkan 12.00 byrja piltarnir, klokkan 15.00 smádreingirnir og klokkan 19.00 eru tað dreingirnir.
Genturnar byrja ikki fyrr enn sunnudagin klokkan 13.00 (10-12 ár), og klokkan 14.00 byrja gentur 12-14 ár. Síðani verða finalubólkarnir í hesi røð: Gentur 10-12 ár, gentur 12-14 ár, smápiltar, piltar, smádreingir og at enda dreingir.
Shell letur heiðursmerki til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum, og besti leikari og besti málskjútti fáa eisini okkurt










