hava havt trupult við at finnu semju um, hvussu farast skal fram. Nú eru so hesi viðurskifti komin undir land, soleiðis at strandalondini eru nærri eini skilabetri svartkjaftaveiði. Svartkjafturin minni á [...] Norðborg. - Maskinurnar umborð á Norðborg eru seks í tali. Hetta eru sonevndu VMK-maskinurnar, sum roynast væl. Maskinurnar eru av sama slagi, sum tær, ið eitt nú hava verið umborð á Nærabergi. Kristian [...] Kollafjord Pelagic. Umborð á Norðborg verður sildin skorin í butterfly-fløk, sum eru fryst og pakkað í blokk. Einir 28 mans eru umborð á Norðborg í sildatíðini, men her hevur reiðaríið skipað so fyri, at ein
tað gott, at vit endiliga eru sloppin av við hann, leggur Billy Hansen afturat. Føroya Tele verður ikki eftirbátur Andras Róin fegnast um, at ein veruligur kappingarneyti nú endiliga er komin á marknaðin [...] prísirnir hava verið nógv ov høgir. Tað haldi eg eisini, at flestu føroyingar eru á einum máli um, at vit gjalda ov nógv fyri telefoni. Vit gjalda í øllum førum nógv meira enn tey í grannalondum okkara fyri allar [...] at teir eisini eru farnir í gongd við hesa ætlanina, tí peningur er at vinna á økinum. Løgtingið hevur avtikið einkarættin á hesum økinum, og úrslitið sæst nú aftur. Fleiri feløg eru sett á stovn við
felagnum, har eini 2000 fólk eru limir. Fyri Maud er púra greitt, at námsfrøðingar ikki longur skulu vera offur í politiskum klandri um, hvussu landsbúskapurin skal rekast. - Vit vilja hava virðiligar arb [...] arbeiðsumstøður, eina hóskandi løn og eftirløn, og eina arbeiðstíð sum tekur menniskjanslig atlit til, at vit skulu vera virkin í nógv ár á arbeiðsmarknaðinum, ger Maud greitt. Fyri limirnar í felagnum er tað [...] brúk fyri okkara tænastu, slær hon fast. Hon sleppur at royna síni evni sum forkvinna beinanvegin, nú politiskar útmeldingar ynskja fimm ára lønarsteðg og fimm ára setanarsteðg. Maud Wang Hansen byrjar
ynskt at gera. Hvussu tey gera tað, tað hava tey avgjørt. - Vit sóu helst tað, at tey ikki seldu sigarettir yvirhøvur. Men so eru tey komin við tí, at tey ikki selja sigarettir í skúlatíð. Bogi Bech Jensen [...] uttan fyri økið hjá skúlanum. - Eftir áheitan frá Glasi hava vit gjørt av ikki at selja sigarettir og tubakk í Bónus við Marknagilsvegin, frá tí vit lata upp á morgni, til skúladagurin á Glasi endar , er Niels [...] ikki blanda seg uppí, hvat myndig fólk gera uttan fyri skúlans øki. - Vit hava ikki heitt á Bónus um at taka burtur sigarettirnar, men vit hava spurt tey, um tey vilja stuðla hesum átakinum, og tað hava tey
- Kate og eg eru sannførd um, at Madeleine bleiv burturflutt úr íbúðini, og at hon er á lívi, segði Gerry McCann vi sjónvarpið Sky í gjárkvøldið. - Hvat hendi henni, vita vit ikki, og vit vita heldur ikki [...] ikki, hvar hon er. Men vit hava ikki dripið hana, segði hann við sjónvarpið. Fleiri portugisisk bløð siga frá keldum innan løgregluna, at tað tykist rættiliga vist, at eitt ella annað hendi Madeleine McCann [...] hon lá og svav um kvøldið tann 3. mai. Blóðblettirnir, sum løgreglan hevur funnið í kamarinum, verða nú DNA-kannaðir fyri at fáa staðfest, um teir stava frá bretsku gentuni. Sambært portugisisku bløðunum
fíggingarstovnurin hevur tikið. Tí arbeiða vit við øðrum "modellum" um, hvussu vit kunnu varðveita skipið og fáa tað í vinnu aftur, nú útlitini í rækjuvinnuni hóast alt eru betur, enn tey hava verið leingi, sigur [...] Rækjuvinna Nú rækjuskipið Napoleon er lýst at fara á tvingsilssølu um nakrar vikur, sigur reiðarin, Tórbjørn Jacobsen, at teir als ikki hava givið skarvin yvir. - Vit hava einar sjey vikur at loysa málið [...] málið í, og eg vóni, at vit hava eina loysn, áðrenn skipið verður selt. Ymiskir møguleikar Tórbjørn Jacobsen sigur, at felagið nú kannar ymiskar møguleikar, bæði føroyskar og útlendskar, og hann endurtekur
síðan 1968. - Nú, hálva øld seinni, stendur illa til við hølunum hjá læraraútbúgvingini. Gamli Læraraskúlin, ið Námsvísindadeildin húsast í, er ikki hildin viðlíka. Undirvísingarhølini eru slitin, og s [...] skrivstovurnar til umsiting og undirvísarar eru fluttar undan blámusoppi í Nóatún. Tað skapar einki lestrarumhvørvi, tá ið lesandi og undirvísarar eru á hvør sínum matrikli, skrivar formaðurin. Harumframt [...] kemur til at seta undirvísarar í fast starv. Undirvísarar eru farnir úr starvi á Námsvísindadeildini, uttan at nakar er settur í staðin. Og tað eru fleiri fakøki, har Námsvísindadeildin ikki hevur starvsfólk
Vitan - Sjálvsagt kundi vit tikið meira inn, men tað vita vit ikki, sigur Kjartan Hoydal, sum hevur lisið uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum Bjørn Kalsø nú leggur fyri løgtingið [...] eg meti ikki, at hatta sum heild er ein trupulleiki. Er nógv at fáa, so eru nógvir úti, og er minni at fáa, so eru færri úti. Nú er nóg mikið av virksemið í samfelagnum annars, so eg meti ikki, at hetta [...] sjálvan niðurskurðin og prosentini er ilt at hava nakra viðmerking. Tað er nakað, ið vit mugu hyggja nærri at, tí vit hava snøgt sagt ikki vitanina, og tí verður ráðgevingin heldur ikki neyv, sigur Kjartan
mál, eru skandinavar, norðmenn, danir og sviar. Hon ásannar, at tað eru nógv ferðafólk, sum ringja og spyrja seg fyri, hvussu støðan er, og tað eru eisini tey, sum spyrja, hvat hendir, um tey nú avlýsa [...] í hesum sambandi. Hetta er galdandi bæði fyri starvsfólk og ferðafólk. Vit hava altíð havt stórt fokus á reinhald, men nú hava vit langt enn størri dent á hetta, og hetta er galdandi um alt skipið, sigur [...] í útgangsstøðinum er alt, sum tað plagar at vera umborð á Norrønu, nú corona-virus herjar - og eisini er staðfest í Føroyum. - Men, vit gera eyka nógv burtur úr at upplýsa um, hvussu umráðandi tað er at
tíðindafund, har tey eitt nú vísa á, at kuldin, sum er í økinum, har leirskriðulopið var, ikki kemur væl við. - Men, okkara ráð til bjargingarfólkini eru, at so leingi, sum holur eru, har onkur av teimum saknaðu [...] leitingin eftir teimum seinastu tíggju saknaðu byrjaði, eru sjey lík funnin, og nú verður leitað eftir teimum seinastu trimum fólkunum, sum framvegis eru saknað. [...] saknaðu kann vera, heldur arbeiðið fram. Vit mugu vera vís í, at hesi rúm eru funnin og kannað, áðrenn leitingararbeiðið verður avblást. Seinasta samdøgnið er tað vorðið munandi kaldari í økinum enn dagarnar