Fiskivinna
Nú oljan er vorðin so dýr, og svartkjafturin hevur so lítlan prís, er svartkjafturin ikki so áhugaverdur longur hjá teimum stóru nótaskipunum. Skipini brúka nógva olju, og tað er ikki so langt síðan, at Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, nevndi í samrøðu í Sosialinum, at tað helst verður OPEC, sum fer at tálma veiðini eftir svartkjafti. Tað, hann sipaði til, var ósemjan millum strandalondini um kvotuna og býtið av svartkjaftinum.
Fiskifrøðingar halda, at veiðan seinastu árini hevur verið alt ov stór, samstundis sum londini hava havt trupult við at finnu semju um, hvussu farast skal fram. Nú eru so hesi viðurskifti komin undir land, soleiðis at strandalondini eru nærri eini skilabetri svartkjaftaveiði.
Svartkjafturin minni áhugaverdur
Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg, sigur, at svartkjafturin ikki longur er so áhugaverdur, sum hann hevur verið.
- Oljan er vorðin so dýr, og hetta er eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag. Tað skulu stórar nøgdir til, áðrenn tað loysir seg at fiska svartkjaft, leggur hann aftrat.
Í greinini niðanfyri vísir reiðarin á, at veiðan, sum russisku skipini hava eystanfyri í løtuni, er ikki nóg mikið til lønandi vinnu hjá teimum stóru føroysku nótaskipunum.
- Tað, sum ger, at árið í ár hóast alt hevur hildnast so væl, sum tað hevur gjørt, er sildin og makrelurin. Vit hava gjørt tað rímiliga gott við sildini, og makrelurin eydnaðist eisini væl, tí prísirnir vóru so góðir. Hinvegin hevur svartkjafturin givið lítið til hesi skipini í ár.
Kristian Martin vísir á, at tað hevur verið heldur minni av svartkjafti at fingið í ár, og haraftrat hava prísirnir verið heldur lægri.
- Hetta saman við øktu oljuútreiðslunum ger, at svartkjafturin í løtuni er munandi minni áhugaverdur, enn hann hevur verið.
Lítið fiskamjøl á m arknaðinum
Reiðarin hevur kortini vónir um, at prísirnir á svartkjafti fara at kvinka uppeftir komandi ár, tí trot er á fiskamjøli, og soleiðis sum hann hevur skilt, hevur lítil framleiðsla verið á Havsbrún í seinastuni.
- Eg havi skilt, at virkið í Fuglafirði hevur innflutt mjøl, og tað kundi bent á, at prísirnir helst fara at kvinka rætta vegin, tá ið saman um kemur, og svartkjaftur aftur verður at fáa.
Spurdur, um raksturin hongur saman í ár hjá Christiani í Grótinum og Norðborg, sum felagið eigur, sigur Kristian Martin, at gongdin samanlagt hevur verið nøktandi.
- Nei, vit skulu ikki klaga, men hevði tað ikki havt gingið so væl við sildini og makrelinum, sum tað hevur gjørt, hevði úrslitið ikki verið so gott, sigur hann.
Skera flak
Reiðarin vísir á, at teir í heyst skóru tilsamans 6.500 tons av sildaflaki umborð á Norðborg, og prísurin á sildaflaki, sum verður selt til Póllands og eystursjóvarlondini, hevur verið lutfalsliga góður í ár.
- Prísirnir hava verið misjavnir seinastu árini. Í fjør var prísurin einki serligur, men árið fyri var hann eisini góður.
Hann vísir á, at Norðborg og Christian í Grótinum hava arbeitt saman um sildina.
- Skipini hava partrolað, og síðan er sildin skorin umborð á Norðborg. Ein partur av veiðini er førdur feskur til lands og er pakkaður á Kollafjord Pelagic.
Umborð á Norðborg verður sildin skorin í butterfly-fløk, sum eru fryst og pakkað í blokk.
Einir 28 mans eru umborð á Norðborg í sildatíðini, men her hevur reiðaríið skipað so fyri, at ein partur av manniningini, sum hoyrir til Christian í Grótinum, hevur verið umborð á Norðborg.
- Maskinurnar umborð á Norðborg eru seks í tali. Hetta eru sonevndu VMK-maskinurnar, sum roynast væl. Maskinurnar eru av sama slagi, sum tær, ið eitt nú hava verið umborð á Nærabergi.
Kristian Martin sigur, at reiðaríið hjá skipunum nú hevur sett ein mann av taka sær av søluni, og hesin er Palli Ziskason, sum hevur verið í reiðarínum í fleiri ár.
- Vit samstarva framvegis við norska felagið, sum hevur tikið sær av søluni, men nú hava vit meira enn áður fingurin á "pulsinum" við søluni, sigur hann.
Spara fólk
Hetta er fimta árið, at sild er skorin umborð á Norðborg, og soleiðis sum Kristian Martin málber seg, hevur hetta loyst seg væl summi ár, eitt nú í ár og fyrraári, men onnur ár hevur minni lønsemi verið í framleiðsluni í mun til at landa sildina óvirkaða.
Hann sigur, at ein maður hevur staðið við hvørja av teimum seks maskinunum umborð á Norðborg, men til næstu vertíð, verður íleggingin í maskinurnar gjørd meira sjálvvirkandi við einum "komputara" ella einum "kamera", sum syrgir fyri, at sildirnar liggja upp á pláss, tá ið tær fara í knívarnar í maskinunum.
- Tá ið vit fara aftur á sild, kemur bert ein maður at standa við tær seks maskinurnar, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen.
Skiparar á Christiani í Grótinum og Norðborg eru brøðurnir og synirnir hjá Kristian Martini, Jón og Bogi Rasmussen.