- Vit hava goldið ov nógv

Billy Hansen, stjóri í nýggja telefonfelagnum TeleF, heldur, at prísirnir hava verið ov høgir seinastu árini, og telefonrokningarnar hava tískil verið hareftir. Hann væntar eina javna lækking á telefonprísunum komandi tíðina

 

Stefan í Skorini


Týsdagin skrivaðu føroyska felagið TeleTænastan og Íslandssími undir sáttmála sínámillum um at fara undir at veita føroyskum brúkarum tænastur á telefonøkinum. TeleTænastan og Íslandssími hava í felag stovnað felagið TeleF. Samstundis varð sáttmáli eisini undirskrivaður við Ericsson, sum skal veita nýggja felagnum ta neyðugu útgerðina. Talan er um útgerð innan fjarskifti og samskiftiskerv.

Hetta er fyrstu ferð, síðan einkarrætturin varð avtikin í Føroyum, at Føroya Tele fær veruliga kapping. Onnur smærri feløg eru á marknaðinum. Hetta fer sjálvsagt at merkjast á pengapunginum hjá føroyingum.


Lækkingin verður jøvn men munandi

- Lækkingin verður væntandi jøvn, frá tí at kappingin veruliga byrjar, til prísurin er komin niður á eitt støði, har hann burdi verið, sigur Billy Hansen, stjóri í TeleF.

Tað er fyrst og fremst á uttanlandstelefoni, at prísirnir væntandi fara at lækka munandi. Billy Hansen væntar, at lækkingin verður eini 30% á uttanlandssamrøðum.

Innanlands verður lækkingin ikki eins stór, men tað verður framvegis ein lækking

- Vit leggja okkum allatíðina eftir at vera bíligari enn kappingarneytin, sigur Billy Hansen.

Nú prísirnir væntandi fara at lækka er sjálvsagt upplagt at spyrja, um vanligi brúkarin hevur goldið ov nógv seinastu árini.

- Tað er eingin ivi um, at prísirnir hava verið nógv ov høgir. Tað haldi eg eisini, at flestu føroyingar eru á einum máli um, at vit gjalda ov nógv fyri telefoni. Vit gjalda í øllum førum nógv meira enn tey í grannalondum okkara fyri allar slíkar tænastur, sigur Billy Hansen.

Billy Hansen sigur eisini, at ein av orsøkunum, til at hann fór í gongd við TeleTænastuna í 1994, var, at hann legði merki til, at prísirnir vóru nakað høgir í mun til í grannalondunum. TeleTænastan hevur síðani ment seg til tað, hon er í dag. Tað skerst tó ikki burtur, at teir eisini eru farnir í gongd við hesa ætlanina, tí peningur er at vinna á økinum.

Løgtingið hevur avtikið einkarættin á hesum økinum, og úrslitið sæst nú aftur. Fleiri feløg eru sett á stovn við tí endamáli at bjóða tænastur innan telefoni. Hetta hevur eisini við sær, at prísurin lækkar.

- Persónliga havi eg ta áskoðan, at einkarætturin ikki tænir nøkrum endamáli, og tí er tað gott, at vit endiliga eru sloppin av við hann, leggur Billy Hansen afturat.


Føroya Tele verður ikki eftirbátur

Andras Róin fegnast um, at ein veruligur kappingarneyti nú endiliga er komin á marknaðin, sum Føroya Tele enn hevur 100% av. Hann er tó ikki samdur í, at føroyski brúkarin hevur fingið eina ov stóra telefonrokning seinastu árini.

- Eg haldi ikki, at brúkarin hevur goldið ov nógv, tí um hugt verður at ársroknskapunum hjá Føroya Tele, so hava vit jú seinastu trý árini skorið prísirnar niður í ein helming á øllum økjum, men hóast tað hevur úrslitið verið hækkandi, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.

Síðan uttanlandssamskiftið varð yvirtikið 1998 frá Danmark, er tað vorðið nógv bíligari hjá Føroya Tele at bjóða tænastur.

- Tað er vert at nevna í hesum sambandi, at vit hava lækkað prísirnar seinastu trý árini. Vit fara eisini at halda áfram við at lækka prísirnar framyvir, sigur Andras Róin, stjóri í Føroya Tele.

Hann dylur tó ikki fyri, at nýggja kappingin er við til at skunda undir príslækkingarnar. Føroya Tele hevur í umbúna at lækka prísirnar á uttanlandssamskifti munandi í næstum.

TeleF verður tó ikki bara kappingarneyti, men kann eisini gerast ein samstarvsfelagi. Føroya Tele og TeleF vóru mikumorgunin á fundi, og Andras Róin væntar, at partarnir kunnu samstarva á onkrum økjum, t.d. við at gera felags íløgur í dýra útgerð.


Byrja í næsta mánaða

Nýggja fel-agið fer væntandi í næsta mánaða undir at bjóða føroyingum innan- og uttanlands telefonsamskifti, internettænastur og data-trans-missión bæði til vinnu-lívið og vanliga brúkaran. Seinni verður eisini farið inn á fartlelefonmarknaðin.

Billy Hansen sigur, at orsøkin, til at sáttmáli varð gjørdur við íslendskt felag, var, at felagið frammanundan hevur holla vitan á økinum, og hetta kemur TeleF til góðar. Kapitalurin kundi verið fingin til vega her í Føroyum, men torført hevði verið at fingið sama know-how.

Íslandssími og TeleTænastan eiga hvør sín helming av TeleF. Av teimum fimm limunum í nevndini, eru tríggir úr Føroyum. Micheal Jackson, formaður, og Ari Johansson eru úr Íslandssíma. Billy Hansen, Bjørn á Heygum og Kristian Kristiansson eru føroysku umboðini. Kristian Kristiansson er eigari av íslendska felagnum Radiomiðum, sum eigur helvtina av TeleTænastuni, meðan Billy Hansen eigur hina helvtina.

TeleF sigur seg kunna hava fingið 10-20% av føroyska marknaðinum innan eitt ár. Í TeleF fara væntandi eini 12 fólk at starvast. Til samanberingar kann nevnast, at í Føroya Tele eru 220 ársverk og 250 starvsfólk.