Útgerðarhavn
Teir, sum ætlaðu at gera eina oljuútgerðarhavn í Suðuroynni, geva ikki skarvin yvir so lætt.
Tað var felagið Nordserv, sum ætlaði at gera eina útgerðarhavn í Suðuroy. Men hóast felagið ikki er ímillum tey trý, ið sleppa at bjóða uppá oljuhavnina, eru teir, sum standa á odda fyri felagnum, als ikki falnir í fátt.
? Vit arbeiða víðari og enn eru góðir møguleikar fyri at fáa eina oljuhavn í Suðuroynni, sigur Henrik Thomsen á Tvøroyri, sum er føroyski nevndarlimurin í Nordserv.
Annars er tað Danbor, ið er eitt dóttirfelag hjá Maersk fyritøkuni, sum er undangongufelag í Nordserv.
Halda fram
Danbor hevur drúgvar royndir á økinum og hevur havt útgerðarhavn í Esbjerg í 22 ár. So mikið størri var skelkurin, tá ið tað kom fram, at felagið ikki so mikið sum slapp at bjóða uppá seg fram at hava oljuhavn.
Men Henrik Thomsen ásannar, at tað eru oljufeløgini, sum hava sett treytirnar.
? Oljufeløgini hava vigað Nordserv og funnið okkum at vera ov lættar og tað fáa vit onki gjørt við. Men við hesum er ikki sagt, at vit eru samdir við grundgevingunum hjá oljufeløgunum fyri at vraka okkum, tí tað eru vit ikki, sigur hann.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, var tað m.a. havnaviðurskiftini á Drelnesi sum gjørdi, at Nordserv dumpaðu.
? Havnaviðurskiftini á Drelnesi eru ikki verri enn tey eru í Esbjerg, og har hevur útgerðarhavn verið í 22 ár. So tá ið umstøðurnar eru nógv góðar har, skuldu tær eisini verið nóg góðar á Drelnesi. Men alt tað fáa vit ikki brúkt til nakað nú, tí oljufeløgini seta treytirnar og teimum mugu vit fylgja, sigur Henrik Thomsen.
Men fyri tað, um hetta var ein dyggur smeitur fyri Nordserv, hava teir ikki givið skarvin yvir, tí enn heldur Henrik Thomsen, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa eina oljuhavn í Suðuroynni.
? Vit arbeiða víðari við málinum, sigur hann. Í leitiskeiðnum er virksemið heldur avmarkað. Men tá ið sjálv boringin byrjar, verður nógv meiri virksemi og tá halda vit framvegis, at vit hava møguleikan at koma upp í oljuvinnuna.
? Tí gjørdu vit beinanvegin av, at Nordserv fer at arbeiða víðari og verður ikki tikið av.
Við hesum sigur hann, at bæði Danbor og føroyingarnir eru samdir um, at Nordserv skal halda fram.
Sostatt er onki í leysasøgunum um, at Danbor hevur tikið seg úr Føroyum og at Nordserv skal leggjast niður.
? Tað er beint tvørturímóti. Enn er oljuvinnan á einum avgjørdum byrjunarstøði. Og um eitt, tvey, ella kanska try ár, kann støðan vera ein heilt onnur og vit halda framvegis, at vit eru so mikið væl fyri, at vit hava góðar møguleikar til at fáa oljuhavnina seinni, eitt nú tá ið sjálv oljuboringin byrjar, sigur Henrik Thomsen.
? Tí hava vit gjørt av at halda fram við arbeiðnum, leggur hann afturat.
Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, hittust Nordserv og Statoil á fundi í Havn mánadagin, har tvøramenn fingu at vita, hví teir ikki sluppu upp í part at bjóða upp á oljuhavnina.
? So hava vit vit í hvussu so er fingið at vita, hví vit vórðu vrakað. Og tað er fyrsta treytin fyri at koma víðari.
Henrik Thomsen sigur, at fremsta uppgávan hjá teimum hereftir, verður at gera umstøðurnar soleiðis, at oljufeløgini kunnu góðtaka Drelnesi til oljuhavn.
? Eftir teimum upplýsingum, vit hava, er Havnin á Drelnesi ímillum sjey og átta metrar. Men vit vita eisini, at á einum heilt ávísum stað framvið bryggjuni, er sandur rikin saman í ein lítlan heyggj, so at havnin beint har er bara góðar seks metrar. Men er hetta ein forðing, sum kann beinast av vegnum við at grava heyggin burtur.
?Vit eru eisini av teirri sannføring, at havnin á Drelnesi tolir meiri trýst enn fýra tons fyri hvønn fermetur.
? Okkara uppgáva hereftir, verður at prógva fyri oljufeløgunum, at havnin at Drelnesi lýkur tey krøvini, sum oljufeløgini seta.
? Men verður tað neyðugt at styrkja hana, og at gera aðrar ábøtur á hana, verður tað gjørt.
? Vit fara í hvussu so er at gera umstøðurnar soleiðis, at tær skulu ikki vera nøkur forðing fyri at fáa oljuhavnina, sigur Henrik Thomsen.










