- Vit hava kuldan ímóti okkum

- Okkara ráð til bjargingarfólkini eru, at so leingi, sum holur eru, har onkur av teimum saknaðu kann vera, verður hildið fram, sigur norska løgreglan.

 

 

Í løtuni hevur norska løgreglan tíðindafund, har tey eitt nú vísa á, at kuldin, sum er í økinum, har leirskriðulopið var, ikki kemur væl við.

- Men, okkara ráð til bjargingarfólkini eru, at so leingi, sum holur eru, har onkur av teimum saknaðu kann vera, heldur arbeiðið fram. Vit mugu vera vís í, at hesi rúm eru funnin og kannað, áðrenn leitingararbeiðið verður avblást.

Seinasta samdøgnið er tað vorðið munandi kaldari í økinum enn dagarnar frammanundan. 

Sum skilst, verður serliga leitað, har hundarnir, sum eru við í bjargingararbeiðnum, hava víst á, at fólk kunnu vera. Hetta er sætti dagurin, síðan herviliga leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu, norðan fyri norska høvuðsstaðin, Oslo.

Síðan leitingin eftir teimum seinastu tíggju saknaðu byrjaði, eru sjey lík funnin, og nú verður leitað eftir teimum seinastu trimum fólkunum, sum framvegis eru saknað.