Føroyum. Hetta er tó ikki ein vanlig konsertferð, men í roynd og veru ein utgávurøð við nýggjari fløgu. Saman við Hjørleif Gaard í Kollafirði, hava teir tríggir sett seg saman, og úrslitið er ein nýggj fløga [...] hevur hann yrkt ein hóp av teimum. So seint sum týsdagin í farnu viku yrkti hann enn ein. - Ja, eg havi yrkt omanfyri 400 sangir, men eg minnist ikki reiðiliga hvør mín fyrsti sangur var, greiðir Kjartan [...] sungin. - Jamen, góðan dag. Havnarmenn her?, siga teir tríggir við ein munn. - Gott at síggja kend andlit her norðuri. Kjartan hevur havt ein lítlan steðg í máltíðini, men nú fær hann sær tann seinasta bitan
Viborg. Var so heppin at búgva beint við flottu svimjihøllina. So har stóð eg uttan fyri hvønn morgun, tá tey lótu upp. Sum í Havn, so vóru tað somu fólkini, sum møttu um somu tíð. Men ein munur var: Minnist [...] føroyingar – at tosa danskt. Eg havi tó ein eitt sindur serligan accent, tað má eg viðganga. Man tað vera hann, sum hevur gjørt, at tað ongantíð bleiv nakað prát? Var tað eg, sum helt meg aftur, ella vóru [...] Mær dámar so væl at svimja nakrar hundrað metrar, áðrenn eg fari til arbeiðis. Umframt at svimja, so verður sauna, gosboð og ísakaldi potturin dúgliga brúkt. Vit eru nokk so nógv, sum vitja í svimjihøllini
sjúkrasystrar lidnar, og teirra millum var Per Johannessen. Hann hevur tikið trý ár av útbúgvingini í Danmark, men valdi at taka síðsta árið í Føroyum. Hvussu riggar so, tá ein er einsamallur millum 16 konufólk [...] Helt røðuna Saman við sekstan øðrum sjúkrasystrum fekk Per Johannessen prógvið handað 30. juni. Hetta var á eini samkomu í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hildur við Høgadalsá, leiðari á skúlanum, [...] konufólk. Tað er eingin trupulleiki. Tær hava allar verið óføra fittar og hava tikið sera væl ímóti mær. Og tær vilja meira enn fegnar hava fleiri mannfólk at taka útbúgvingina, sigur Per. Hann starvast á
at búgva, bert 9 ára gomul. Í Kálgarði var nógv at takast við. Tað var jú bóndahús, og so høvdu tey eisini telefonstøð har. Serliga hetta við telefonstøðini var orsøkin til, at Kala kom suður at búgva [...] Eisini var tað mangan soleiðis, at fólk komu til hennara, og bóðu hana ringja til lækna fyri seg. Hon tosaði so við læknan fyri viðkomandi, og segði, hvat var áfatt. Oftast var læknin dani, so hetta mátti [...] telefonboðum, og alt sum hartil hoyrdi. Tey vóru ógvuliga góð við hana í Kálgarði. Serliga minnist hon, hvussu góður Tummas í Kálgarði var við seg. Hann var ungur drongur, eini 18 - 20 ára, tá hon kom suður.
frammi um hetta. Eg havi tosað við allar flokkar á tingi og fingið tey signal, at tað er í lagi at eg leggi hetta fram, tí flokkarnir fáa sum so ikki gjørt tað. Eg havi eisini avstemmað hetta við løgmann [...] fram. Ikki samgongumál -Men nú hetta kemur so tvørt fyri í samgonguni, er tú so ikki við til at seta ein kíla inn í eina samgongu tú er partur av? -Tað er júst ætlanin, at hetta skal ikki vera eitt samgongumál [...] rimmar fast við. Eisini vísti hann á, at hetta ikki er eitt mál av slíkum slag, at tað nýtist øðrvísi og eyka viðgerð enn onnur mál. –Marius Dam vil forpurra hetta málið, men tað sleppur hann ikki. Málið
annað enn ein má rokna við, heldur búskaparfrøðingurin. Missa 300 mió. árliga Kári Petersen ivast ikki í, at landskassin árliga kundi fingið minst 300 mió. krónur um árið fyri veiðiloyvini. Hetta hevur hann [...] áður ført fram í almenna kjakinum. - Sjálvt um spurnartekin alment hava verið sett við hetta roknistykkið hjá mær, ivist eg ikki í, at fiskiloyvini kundu givið 300 mió. kr. í árligari inntøku til landskassan [...] valt gera tað fyri ein annan flokk, er rikni politikkurin hjá vernadi samgongu á fiskivinnuøkinum. Kári Petersern, sum fyrr hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin og til fyri kortum var limur har, stillar
at dysturin verður fluttur, var tað ein ikki sørt skakkur Petur Mohr, sum fingu orðið á. - Eg fyrireiki meg so í øllum førum til, at vit skulu spæla ein dyst sunnudagin. At ein blaðmaður ringir til mín og [...] flyting, og mær vitandi er eingin í felagnum tikin upp á ráð í viðgerðini av spurninginum, sigur ein sera skakkur NSÍ venjari. Gevur trupulleikar Víðari sigur hann, at hetta eisini gevur honum ein annan t [...] blaðnum í gjár, so var upp á tal at flyta landskappingardystin millum HB og NSÍ. Hóskvøldið staðfesti kappingarstjórin hjá FSF flytingina fyri Sosialinum, og grundgevingin fyri hesum var, at tað fór at gerast
eru stak væl nøgdir nú. Hetta hevur givið okkum tað skotbráið, vit hava biðið um alla tíðina, sigur Johannes Klein, bygdaráðsformaður í Miðvági. Hann sigur, at hetta hetta er eitt úrslit av tolni, treiskni [...] í Miðvági aftur. Hetta loypti øgiligan kvøkk á vágafólk, tí talan er um eitt stórt arbeiðspláss, sum hevur avgerandi týdning, báði fyri einstaklignar, og fyri kommunurnar. Tá mest var at gera, arbeiddu [...] krøvini lúkast frá fyrsta degi. Hetta beindi fyri øllum ætlanum at keypa virkið aftur, tí tað verður mett at kosta einar tríggjar miljónir at seta virkið í ES stand. Tí var ikki hugsingur um at keypa virkið
fylgja sínum dreymi. Dreymurin var at læra til myndamann, fotograf. Fyri at koma so langt, skuldi ein tá fyrst ganga EFG ? grafisku linju. Eftir heilar 45 vikur skuldi ein so velja, júst hvørja leið, ið [...] Tvøroyri og tá tað var mest, var eitt hálvt starv afturat Jon sjálvum á teimum 50 fermetrunum. Í 1987 flutti Jon virkið til Havnar. - Síðani er fyritøkan spakuliga vaksin. Fólk var sett í starv í 1987 [...] 1988 eisini ein lærlingur.Í 1999 fluttu vit so í hølini, har vit nú halda til, greiðir Jon Hestoy frá. Í 2001 yvitók Hestprent eisini tøkniliga partin av framleiðsluni hjá Sosialinum. - Hetta var sjálvsagt
avgjørdu fyrimunir. Flokkurin hjá henni var fyrimyndarligur, og samanhaldið var sera gott. Ongantíð merkti hon nakað til, at tað varð gjørdur munur á, tí hon var konufólk, og tað heldur hon er deiligt. [...] hennara avrik á Sjómansskúlanum, men sum í sama andadrátti hava sagt, at teir høvdu farið av, um ein kvinna var skipari, tí tað heilt einfalt ikki kann lata seg gera at sigla undir einum kvinnuligum skipara [...] ng umborð á Tjaldrinum. Hon legðist við sjóverki, og hon minnist ilt aftur á, hvussu ringt tað var. Hetta gjørdi, at hon sló tankan um at gerast skipari út úr høvdinum í eina tíð. Men eftir at hon hevði