Steðgur merkir afturstig

Vørumessan 2001

 

Nógv er hent, síðani Jón Hestoy byrjaði Hestprent í leigaðum hølum á Tvøroyri fyri 17 árum síðani. Fyritøkan er farin úr 50 fermetrum á Tvøroyri, til at húsast í 600 fermetrum í Havn. Eisini er prentvinnan ein vinna, ið hevur verið og er fyri sera stórum tøkniligum broytingum


Søgan um fyritøkuna Hestprent byrjar afturi í 1976, tá ein unglingi á Tvøroyri, nevndur Jon Hestoy, fór til Danmarkar at fylgja sínum dreymi. Dreymurin var at læra til myndamann, fotograf. Fyri at koma so langt, skuldi ein tá fyrst ganga EFG ? grafisku linju. Eftir heilar 45 vikur skuldi ein so velja, júst hvørja leið, ið útbúgvingin skuldi ganga innan grafiska heimin.

Jon valdi at læra til prentara. Í summarfrítíðum var hann heima og starvaðist á Sosialinum.

Prentsmiðja og blað

Í 1983 vendi Jon Hestoy heimaftur at arbeiða. Hestprent sá seinni dagsins ljós á Tvøroyri. Talan var um prent og blaðútgávu, nevniliga lokalblaðið Suðuroyartíðindi.

So við og við gjørdist virkið líka so nógv eitt satsvirkið innan prent. Fyritøkan helt til í leigaðum hølum á Tanganum á Tvøroyri og tá tað var mest, var eitt hálvt starv afturat Jon sjálvum á teimum 50 fermetrunum.

Í 1987 flutti Jon virkið til Havnar.

- Síðani er fyritøkan spakuliga vaksin. Fólk var sett í starv í 1987 og í 1988 eisini ein lærlingur.Í 1999 fluttu vit so í hølini, har vit nú halda til, greiðir Jon Hestoy frá.

Í 2001 yvitók Hestprent eisini tøkniliga partin av framleiðsluni hjá Sosialinum.

- Hetta var sjálvsagt ein avbjóðing, men tað hevur gingið væl. Og eg haldi báðar fyritøkurnar hava styrki og fyrimun av samstarvinum, sigur Jon Hestoy.

Álitið bjargaði okkum

Í nítiárunum herjaði kreppa í Føroyum og hugsast kann, at eitt prentvirki merkir eina slíka væl.

- Frá 1985 gjørdu vit tað, at vit løgdu stóran dent á bøkur. Hetta bjargaði okkum ígjøgnum kreppuna, tí allir aðrir prentlutir nærum hvurvu og vóru burtur, sigur Jon Hestoy.

- Vit royndu at gera arbeiðið bíligt og gott. Vit hava eisini havt prentframleiðslu um nærum allan heim, sigur Jon og leggur dent á, at hóast hetta kann ljóða sum reyp, so er nakað í hesum.

- Vit hava havt ein sera stabilan kundaskara. Har eru størri og smærri kundar. Fleiri teirra eru í dag góðir vinir og fleiri prenta ? kanska fleiri ferðir ? hjá okkum árliga. Álitið var eisini nakað, ið hjálpti okkum ígjøgnum kreppuna, sigur Jon Hestoy.

- Vit hava eisini havt góð og stabil starvsfólk, sigur Jon og tekur til slagorðið um, at nýggj tøkni og gott, gamalt hondverk, gevur bestu loysnina.

Steðgur merkir afturstig

Tað er royndur lutur, at innan prentyrkið er sera nógv farið fram innan tøknina. Satsur, off-set og onnur heiti eru komin og farin, síðani tíðina, tá sett var við hond í blýggi. Í dag er nærum alt á teldu.

Jon viðgongur eisini, at ein má vera við uppá tað, ið hendir tøkniliga innan prentyrkið, hóast okkurt vísir seg at halda, annað kanska ikki.

- Steðgur merkir afturstig, staðfestir Jon Hestoy.

- Nógv hendir á økinum. Eisini, um ein bara hugsar um tey 17 árini, ið eru liðin, síðani eg byrjaði í leigaðum hølum á Tvøroyri. Tá var eitt hálvt starv og 50 fermetrar. Í dag húsast vit á 600 fermetrum og 18 fólk eru í starvi, sigur Jon Hestoy.

Jon sigur, at ongar ávísar ætlanir eru um nakað kollveltandi júst nú, men meira snýr tað seg um at styrkja tað, ið er, og at fáa støðuga framleiðslu.