Landskassin gevur milliardir burtur

Politikarar geva veiðiloyvir, sum eru verd milliardir, burtur fyri einki. Hetta sigur búskaparfrøðingur, sum hevur skift flokk og stillar upp til løgtingsvalið av eini høvuðsorsøk: At forða politisku skipanini í at avreiða fleiri av ognum Føroya fólks niður í lummarnar á nøkrum fáum einstaklingum

Fólkaogn 


Nógv fólk vóru illa við, tá eitt skip fyri smáum tveimum árum síðani varð selt fyri 350 mió. krónur, har sjálvt skipið varð mett at vera undir 100 mió. krónur vert. Nú verður bjóðað ein heil milliard fyri eitt reiðarí, meðan eitt annað kann seljast fyri 700 milliónir.

Soleiðis byrjar búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, eina valgrein í blaðnum í dag.

- Álítandi tíðindi hava leingi gingið um, at eitt ávíst reiðarí hevur fingið bjóðað eina milliard fyri skipini. Skipini eru verd umleið 300 mió. krónur, og sostatt eru veiðiloyvini verd 700 mió. krónur. Eitt annað reiðarí hevur fingið eitt boð, men einki tal verður nevnt. Verður tað mett á sama hátt sum í fyrra reiðarínum, so liggur boðið helst um 700 milliónir. Sostatt eru skipini um 250 milliónir verd, og veiðiloyvini eru umleið 450 milliónir verd, sigur Kári Petersen.

Hann vísir á, at skipini ikki eru seld (enn), og tað er altíð torført at fáa keyparar og seljarar at vátta søluprís í tílíkum førum. Tað er tí nóg mikið her at staðfesta, at rakstraravlopini hjá pelagisku vinnuni hava verið so góð seinastu árini, at veiðiloyvini hjá hesum báðum reiðaríum eru millum eina og 1,2 mia. krónur verd.

Kári Petersen heldur ikki, at nakað er at lasta reiðarunum fyri, tí tað eru politikararnir, ið hava ábyrgdina.

- Eg havi ongantíð nevnt reiðarar við navni í hesum kjakinum. Orsøkin er tann einfalda, at tað ikki eru teir, men politikararnir sum hava valt at geva veiðirættindini, ið er milliardogn Føroya fólks, burtur fyri einki. At reiðarar so velja at selja veiðiloyvini víðari – oftani fyri hundraðtals milliónir, er ikki annað enn ein má rokna við, heldur búskaparfrøðingurin.


Missa 300 mió. árliga

Kári Petersen ivast ikki í, at landskassin árliga kundi fingið minst 300 mió. krónur um árið fyri veiðiloyvini. Hetta hevur hann áður ført fram í almenna kjakinum.

- Sjálvt um spurnartekin alment hava verið sett við hetta roknistykkið hjá mær, ivist eg ikki í, at fiskiloyvini kundu givið 300 mió. kr. í árligari inntøku til landskassan. Tað hoyrir undir einfalda høvuðrokning, at tá veiðirættindini í 10 ár hjá nøkrum fáum reiðaríum kann seljast fyri tvær mia. krónur, so kundi landskassin selt tey fyri 200 milliónir um árið. Tí eru 300 mió. krónur fyri øll fiskiloyvini helst ein undirmetan av, hvat veiðirættindini eru verd, um flotin annars er væl rikin, sigur Kári Petersen.

Høvuðsorsøkin til, at búskaparfrøðingurin yvirhøvur stillar upp og hevur valt gera tað fyri ein annan flokk, er rikni politikkurin hjá vernadi samgongu á fiskivinnuøkinum.

Kári Petersern, sum fyrr hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin og til fyri kortum var limur har, stillar nú upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Um orsøkina til at velja minsta flokkin á tingi sigur hann vera, at bert hesin á landsfundi hevur samtykt at taka undir við, at samfelagið skal eiga ágóðan av fiskiloyvunum.

Men fiskiloyvivini eru seld. Er yvirhøvur nakar vegur aftur?

- Helvtin av skaðanum er hendur, men vit kunnu framvegis bjarga seinna helminginum. Verandi fiskiloyvi eru søgd upp til 2018, og tá kann landsstýrið frítt selja tey soleiðis, at ágóðin fer í landskassan og harvið kemur føroysku borgarunum til góðar. Inntil tá mugu vit brúka skattlig tiltøk til at fáa ein part av tí mista innaftur yvir skattin, sigur Kári Petersen.

Búskaparfrøðingurin og valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at tær 300 mió. krónurnar sum árlig inntøka frá fiskiloyvum høvdu komið landskassanum væl við.

- Hugsa tær til, um hesin peningur, sum er fólksins ogn, kundi veri brúktur til íløgur og rakstur av føroyska samfelagnum. Til dømis til skúlar, heilsuverk, røktartænastur og aðrar tænastur? Í nýggjársrøðuni kom løgmaður inn á, at vit ikki mugu forða fyri stættarbýti í sambandi við partabrævamentanina, sum er nýggj í føroyska samfelagnum. Eg haldi tað vera eitt sindur løgið av løgmanni at koma við hesum formaningum, tá tað júst er fiskivinnupolitikkurin í hansara tíð í Tinganesi, at vit hava verið vitni til teir størstu handlarnar við fiskiloyvum. Hetta er størsti stættarmunur, sum er framdur í nýggjari tíð, sigur Kári Petersen.

Hann ivast ikki í, at tað verður verri enn, um politiska skipanin ikki tekur sær um reiggj og ger nakað við trupulleikan.

- Vit hava heilt sikkurt ikki sæð tær størstu sølurnar enn. Tað vísa royndirnar í Íslandi. Helst er bara ein spurningur um tíð til teir reiðarar, sum hava fingið tey hægstu keypstilboðini, fara at taka av. Her vil eg líka undirstrika, at trupulleikn ikki er, at teir selja, men at hetta yvirhøvur er møguligt hjá teimum og harafturat sleppa at stinga hvørt oyra í egnan lumma. Enn tá uttan at gjalda eina krónu í skatt, sigur Kári Petersen, sum kallar politisku handfaringina av fiskiloyvunum fyri tað størsta sosiala órættvísi, sum er farið fram og kann halda fram í verandi skipan.

- Tað, sum er skeivt við at fólk kunnu vinna sær nógvan pening úr veiðiloyvunum, er, at einstaklingar vinna milliardaupphæddir afturfyri at selja ein framíhjárætt, sum tey hava fingið sum gávu frá landsstýrinum. Var frítt hjá einum og hvørjum at fara út at fiska, so høvdu skipini verið seld fyri sítt virði sum framleiðslutól, og tað er fyri ein lítlan brotpart av verandi søluprísum. Bert framíhjárætturin at fara til ávísan fiskiskap ger, at skipini kunnu seljast fyri fleirfaldar upphæddir.


Sølur avskepla samfelagið

Kári Petersen heldur, at sølurnar av stórum fiskiloyvum longu nú byrja at avskepla alt føroyska samfelagið.

- Eins og í Íslandi, har 14 familjur eiga nærum allar fyritøkur av týdningi, síggja vit nú í Føroyum, at einstaklingar við at selja fiskiloyvir, koma at eiga hundraðtals milliónir. Harvið fáa nøkur fá eitt fullkomið vald á øllum føroyskum vinnulívi, á politikki, fjølmiðlum og á samfelagnum sum heild. Hendan gongdin er longu byrjað í Føroyum, sigur Kári Petersen.

Hann vísir á, at onkur javnaðarmaður sigur seg vera ímóti verandi skipan, men eingin er enn komin við nøkrum uppskoti, sum førir til, at landskassin fær ágóðan av at selja fiskiloyvini.

- Enn er eingin króna komin í landskassan fyri nakað fiskiloyvi. Tvørturímóti legði samgongan í vár eitt uppskot fyri tingið, sum hevði givið reiðarum óuppsigiligan rætt til alt fiskiríkidømið undir Føroyum. Uppá tveir dagar ætlaði Javnaðarflokkurin saman við samgonguni at lóggeva milliardir afutrat niður í lumman á reiðarunum. Hetta varð tíbetur avdúkað og av ótta fyri dómi veljarans, varð uppskotið broytt, so loyvini nú eru tíðaravmarkaði til 2018, sigur Kári Petersen.

- Bert Føroya fólk kann broyta kósina hjá politiska meirilutanum, tí allir samgonguflokkarnir hava fleiri ferðir greitt frá í tinginum, hvussu góða teir halda skipanina vera, sigur Kári Petersen.