Mær dámar so væl at svimja nakrar hundrað metrar, áðrenn eg fari til arbeiðis. Umframt at svimja, so verður sauna, gosboð og ísakaldi potturin dúgliga brúkt. Vit eru nokk so nógv, sum vitja í svimjihøllini hvønn dag um somu tíð. Hetta eru hugnaligar løtur og vit smápráta um ymiskt gerandis.
Tá eg hitti hesar svimjarar í býnum, heilsa vit. Tó tað viðhvørt er eitt sindur trupult við at kenna fólk aftur, tá tey eru í gerandisbúna og hárið er turt.
Fyri einum 12 árum síðan búði eg eitt ár í Viborg. Var so heppin at búgva beint við flottu svimjihøllina. So har stóð eg uttan fyri hvønn morgun, tá tey lótu upp. Sum í Havn, so vóru tað somu fólkini, sum møttu um somu tíð. Men ein munur var: Minnist meg ikki hava tosað nakað serligt við nakran. Eri farin at hugsa um, hví so mundi vera. Eg dugi jú væl – sum allir føroyingar – at tosa danskt. Eg havi tó ein eitt sindur serligan accent, tað má eg viðganga. Man tað vera hann, sum hevur gjørt, at tað ongantíð bleiv nakað prát? Var tað eg, sum helt meg aftur, ella vóru hini kanska bangin fyri at spyrja uppaftur? Ella kanska eitt heilt triðja?
Tá fyri 12 árum hugsaði eg als ikki um tað. Men eri farin at undrast á hetta, nú nakað av kjaki hevur verið um útlendingar í Føroyum. Eg vóni at tey ikki halda seg aftur, tí tað týdningarmiklasta er at vit tosa við hvønn annan. Sjálv havi als ongan trupulleika av at tosa danskt við ekspeditrisu á t.d. Apotekinum ella í Miklagarði. Skilja vit betur hvør aðra á donskum, so er tað ok. Tá eg seinni aftur keypi frá hesi ekspeditrisu, so biður hon meg bara tosa føroyskt, hon skilir tað longu. Ikki so løgið, tí í samskiftinum koma útlendingarnir skjótt eftir málinum.
Men hvussu ber tað til, at hóast fólk frá nógvum ymiskum tjóðum búgva í Føroyum, so eru ógvulig fá av t.d. eysturlendskum uppruna at síggja í t.d. handilsvinnuni?
Munnu handilsleiðarar halda kundarnar hava nakað ímóti at keypa frá fólki, sum eru í ferð við at læra seg føroyska málið? Sjálv haldi eg teir fara skeivir, um teir hugsa soleiðis. Ella munnu tey sjálv halda seg aftur? Tað hopi eg ikki.
Eg haldi hetta eru sera áhugaverdir spurningar. Og ynski at í framtíðini verða hesi fólk meira sjónlig í tænastuvinnuni. Málið má aldri verða nøkur forðing.
Tí tað kann ikki vera so syrgiligt, at málið kann vera forðing fyri at læra málið.
----
Simona Weihe