Eiði: Tað hoyrist ikki mannamál her í niðaru hæddini á sambýlinum. Ikki orsakað av gangi, men av friði.
Einasta ljóðið sum soleiðis órógvar fullkomna friðin er eitt útvarpstól sum sjangrar inni í lítla, men hugnaliga køkinum.
Klokkan er farin av 10, og nú hoyrist brádliga, at tað er morgunlesturin í Kringvarpinum sum er á skránni. Inni í køkinum sita Kjartan og tveir aðrir mans við boygdum høvdi og samanløgdum hondum. Teir lurta við andakt eftir andaktini henda morgunin.
Heri Tróndheim av Argjum lesur lesturin til dagin, sum Bergur Debes Joensen hevur skrivað. Væl verður lisið, og teir tríggir taka ímóti hvørjum orði.
Við størstu virðing fyri hesum monnum og tí boðskapi sum soleiðis verður borin út í hvørja stovu og hvønn køk, mugu ørindini henda morgunin bíða til lesturin, bønin Faðirvár og seinasti sálmurin er sungin.
- Jamen, góðan dag. Havnarmenn her?, siga teir tríggir við ein munn. - Gott at síggja kend andlit her norðuri.
Kjartan hevur havt ein lítlan steðg í máltíðini, men nú fær hann sær tann seinasta bitan, tømir koppin og ger seg til reiðar at fara inn á kamar sítt.
- Ja, spyr nú bara. So skal eg royna at svara sum frægast.
Inspirasjón av Himli
Síðani Kjartan byrjaði at skriva sangir, hevur hann yrkt ein hóp av teimum. So seint sum týsdagin í farnu viku yrkti hann enn ein.
- Ja, eg havi yrkt omanfyri 400 sangir, men eg minnist ikki reiðiliga hvør mín fyrsti sangur var, greiðir Kjartan frá. - Men eg byrjaði í øllum førum í 1995.
Kjartan Stakksund hevur gjørt seg kendan sum ein avriksmiklan yrkjara, sum trúfast hevur sent nakrar av sangum sínum til føroysku bløðini.
Hetta hevur hann serliga gjørt í sambandi við tær stóru kristnu hátíðirnar. Tá hevur hann altíð, við einum nýyrktum sangi og eini góðari andaligari hugleiðing mint fólk á, hvat er veruliga innihaldið í teirri hendingini, ið stendur fyri framman.
Akkurát hví hann byrjaði at yrkja fyri 15 árum síðani og ikki fyrri, hevur hann einki svar uppá. Hann byrjaði bara.
- Eg veit tað satt at siga ikki. Eg haldi, at inspirasjónin kom av Himli, sigur tann væl til árs komni eiðismaðurin. - Eg má bara taka tað, tá inspirasjónin kemur.
Náttúran
Sum trúgvandi maður hevur Kjartan stóran áhuga fyri teim kristnu viðurskiftunum og virðunum. Og hetta sæst eisini aftur í sálmaskatti hansara.
- Eg havi fyri tað mesta skrivað sálmar. Og ofta fái eg inspirasjón úr náttúruni, greiðir hann frá. - Guds skaparverk er fantastiskt. Tað verður ein ongatíð liðugur at skriva um.
Eins og hjá so mongum øðrum skaldum kann hann ikki siga, nær ið henda vælsignaða inspirasjónin kemur: Tað kann vera um dagin; tað kann vera á nátt; ja, hon kemur bara brádliga.
- Men so má eg bara bíða við at skriva sangin, til eg komi á føtur ella fái tendrað fyri telduni.
- Eg havi ikki skil fyri at skriva nøkur løg, so eg plagi bara at brúka løgini til kendar sálmar - sum til dømis “Nú hvítna tindar fjøllum á” og “Lít allar tínar leiðir”. Teir eru góðir at seta tekstir til, staðfestir Kjartan.
Teldan
Tann nýggja tøknin hevur gjørt tað munandi lættari hjá Kjartani at festa allar sangir sínar á blað.
- Ja, nú er munur á, slær hann fast. - At byrja við hevði eg bert eina skrivimaskinu at skriva sangirnar á.
- Men nú er teldan komin í húsið, og hon lættir sera nógv um hjá mær. Nú nerti eg ikki skrivimaskinuna, sigur hann brosandi.
Enn eru eingin av sangum hansara útgivnir í bók ella á fløgu. Men sum víst er á aðrastaðni á síðuni eru góð tíðindi at frætta í hesum sambandi.
- Tað er bara fínasta slag. So kunnu fleiri fáa gleði av teimum.
Sangir á fløgu
Í hesum døgum er vestmenningurin, Ovin Klein Olsen á konsertferð í Føroyum.
Hetta er tó ikki ein vanlig konsertferð, men í roynd og veru ein utgávurøð við nýggjari fløgu.
Saman við Hjørleif Gaard í Kollafirði, hava teir tríggir sett seg saman, og úrslitið er ein nýggj fløga við løgum eftir Ovin og tekstur eftir Kjartan og Hjørleif.
- Eg haldi, at tað er eitt stórt undur at nakrir av mínum sangum soleiðis verða givnir út, kemur tað stillisliga frá Kjartani.
Til minnis um
Dagin fyri at henda samrøðan varð gjørd - týsdagin 16. november 2010 - fekk Kjartan Stakksund íblástur til at skriva enn ein sang.
Hesin sangurin er skrivaður um jarðarferðir, og snýr seg um vónina, at møtast aftur heima í Himli.
Sangurin verður prentaður í heilum líki:
Lag: Góða mamma, eg vil sova
Ein dag aftur skulu møta,
teim, ið vit her skiltust frá;
o, tað verður sæl ein løta,
altíð verða Gudi hjá.
Øll sum her við sorg enn standa,
við so manga opna grøv;
tey sum frelst har skulu landa,
hinumegin deyðans høv.
Ein er sum her hevur gingið,
deyðans myrka dapra veg;
ævigt lív tú hevur fingið,
blóð hans rann her fyri teg.
Trýrt tú á tað frelsuverkið,
fyri teg á Golgata;
og at Jesus er hin sterki,
reis úr grøv. Halleluja.
Tað er blóðið, eina blóðið,
sum kann frelsa enn í dag;
hoyrir tú tað sæla ljóðið,
gerst tær sálin fró og glað.
Hevur tú her Jesus funnið,
eigur tú her sælan frið;
tí hans blóð, tað hevur runnið,
tú ert nú í frelsta lið.
mynd
TRIO
Maðurin í miðjuni, Ovin Klein Olsen hevur skrivað løg til sangir hjá Kjartan Stakksund og Hjørleif Gaard. Teir eru nú útgivnir á fløgu, sum kemur út í hesi vikuni
(Mynd: www.ovin-k-olsen.dk)